Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 24. mai 2005 29 Andrew noyddist at gevast Horsens tapti aftur hesa ferð, og nú spøkir møguleikin fyri endurtøku frá í fjør, tá ið uppflyting- in í síðstu umfør- unum glapp teimum av hondum DANMARK 1./2. DEILD Jóannes Hansen Horsens og Johan B. Han- sen eru framvegis besta boðið upp á nýtt lið í superliguni, men seinastu vikurnar hevur tað roynst meiri svikaligt hjá teimum. Hesa ferð hevði Horsens vitjan av Fredericia, sum fór til hús aftur við øllum stigunum. Teir vunnu 2-0, og málini skoraðu teir í 86. og 90. minutti. Tvey av feløgunum, sum kappast fyri at sleppa upp í part, tá ið uppflytingin verður av- gjørd, vunnu. Jón Rói Jacobsen, sum var í mið- verjuni allar 90 minuttir- nar, og Frem vunnu 2-0 á Brønshøj. Nýggi lands- liðsmálverjin, Gunnar Nielsen, var alla tíðina á Frem beinkinum. SønderjyskE vann 2-0 á Eysturbrúgv ímóti B93, sum ný tykist hava mest sum ongar møguleikar at halda fram í næstbestu deildini. Fyri trý tey ovastu, sum eru nevnd omanfyri, kom tað væl við, at Køge snávaði á heimavølli ímóti illa kroysta Øl- stykke, sum vann 1-0. Andrew av Fløtum var millum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager, sum á heimavølli vann 2-1 á Næstved. Men sunnudag- urin royndist ikki væl hjá Andrew av Fløtum. Longu tá ið eitt korter var farið, noyddist hann at taka seg burturúr stríðnum, tí hann var vøddaskaddur. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsamur skaðin er. Heiðurskrýnda AB vann 2-1 á heimavølli ímóti HIK,og Skjold vann 2-0 í Nykøbing Falster. Í triði bestu deildini gongur illa hjá Holster- bro, sum hevur John Pet- ersen á liðnum. Hesa ferð taptu teir á heimavølli 1-0 ímóti Roskilde. Betri royndist tað hjá Lyngby, sum hevur Christian Lamhauge Holst á liðn- um. Hesa ferð vóru teir í Værløse, har teir vunnu 3-0. Hálvi føroyingurin, sum hevur roynt seg á føroyska landsliðnum, skoraði einsamalla málið í 1. hálvleiki. Steypavinnararnir og komandi meistarar- nir klæddu Esbjerg av at skinninum, og hjá FCK hilnaðist sunnu- dagurin framúr væl SUPERLIGAN Jóannes Hansen Brøndby vann fyri stuttum steypakappingina, og nú er tað bara ein spurningur, um teir í vikuskiftinum, sum stendur fyri framman, fara at tryggja sær meistara- heitið, ella um tað fara at ganga nakrir dagar afturat. Tað er eingin ivi um, at Brøndby verður meistari. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Esbjerg, sum hev- ur staðið seg ógvuliga væl í vár. Men á Brøndby stadion vóru vesturjydarnir um ein háls allar 90 minuttirnar. Heimaliðið setti teir undir ógvusligt trýst, og teir vunnu 4-0. Málini vóru hvørt vakrari enn hini. FCK og Todi Jónsson vóru í Randers, og har fingu teir tað, sum teir høvdu vónað og ætlað sær. Norski Magne Hoseth skoraði einsamalla málið, tá ið tað restaðu tíggju min- uttir av fyrra umfarinum. Randers royndi at trýsta, og í 2. hálvleiki raktu teir í stólpan. Todi Jónsson legði ein dyst afturat samlaða talin- um í FCK. Hann varð settur á vøllin, tá ið tað restaðu trettan minuttir. - Eg eri væl nøgdur at fáa møguleikan at vera við aft- ur, men fyritreytirnar fram- eftir vóru ikki góðar. Stutt frammanundan var Álvaro Santos vístur av vøllinum, og tá ið eg kom inn fyri Michael Silberbauer, varð Jesper Bech fluttur úr álop- inum og aftur á miðvallar- plássið í høgru. Ta løtuna, sum eg var á vøllinum, høvdu vit ongan málmøgu- leika, sigur Todi Jónsson á heimasíðu síni. Fyri FCK og møguleik- arnar hjá teimum at vinna næstfremsta plássið og harvið at kvalifisera seg til altjóða fótbólt seinni í summar kom tað væl við, at bæði AaB og FCM taptu. Sigursrøðin hjá AaB steðgaði, tá ið teir taptu 1-0 í Silkeborg, og FCM tapti 3-1 í Odense ímóti OB, sum tykist vera komið fyri seg, eftir at teir størsta partin av várinum hava tapt og aftur tapt. Í botnstríðnum eydnaðist tað FC Nordsjælland at vinna á heimavøllinum í Farum. Úrslitið ímóti AGF var 2-1. Herfølge tapti 2-1 í Viborg, og tá ið Randers eisini tapti, ljósnaði tað eitt vet fyri FCN. Í næsta umfari verður botnuppgerð í Farum, tá ið Randers fer at vitja. Skráin sær annars soleiðis út: Her- følge-Silkeborg, AaB- Brøndby, AGF-Viborg, Es- bjerg-OB, FCM-FCK og FCN-Randers. Føroyski landsliðs- spælarin var vónbrot- in, tá ið hann ikki var millum teir fyrstu ellivu, men hann varð tíðliga skiftur inn, og so skoraði hann sig- ursmálið ÍSLAND Jóannes Hansen Rógvi Jacobsen var eitt sindur nipin ella vónbrotin, tá ið hann sunnudagin fekk at vita, at hann skuldi sita á beinkinum, tá ið KR hevði vitjan av Fram. Eftir fyrsta landskappingardystin, tá ið KR spældi illa, men kortini vann 2-1, varð sagt, at tað serliga var í verjuni, at tað bilaði hjá KR. - Venjarin segði mær, at hann hevði valt at spæla 4- 4-2, og at tveir smáir menn skuldu vera í álopinum. Hann legði afturat á tak- tikkfundinum, at um tað ikki fór at rigga, so fór hann skjótt at skifta út. Tað gekk einki serligt, og longu nakrar minuttir undan steðginum varð eg skiftur inn á framrættaða miðvall- arpláss. Tá broyttu vit til 4- 3-3, sigur Rógvi Jacobsen úr Reykjavík. Og Rógvi setti dám á. So mikið stóran at tað var hann, sum skoraði einsa- malla málið, og harvið tryggjaði hann við sínum fyrsta málið í landskapp- ingini KR annan sigurin í tveimum royndum. - Amerikumaðurin Hel- mis Matute, sum er vinstri vongverji, fór framvið tveimum, og tá ið hann legði innfyri, tveitti eg meg fram frammanfyri fremra stólpan og snittaði bóltin við høvdinum bóltin í handara síðuna av mál- inum. Hetta var tíðliga í 2. hálvleiki, og tað komu ikki fleiri mál, greiðir væl nøgdi Rógvi Jacobsen frá úr Reykjavík. Fram ímóti dystarenda fekk hann gula kortið fyri takling. Hann leggur afturat, at talan var ikki um nakað serligt spæl. Fram nýtti nógv langar og høgar send- ingar. - Vit eru sera fegnir um stigini. Hósdagin skulu vit spæla á útivølli í Keflavík, og sunnudagin eiga vit heimavøll ímóti FH, sum higartil er einasta liðið afturat okkum, sum hevur vunnið báðar dystirnar. Tað gleði eg meg til, og eg gleði meg eisini til at koma heim og vera saman við vin- monnunum á landsliðnum. Rógvi Jacobsen arbeiðir fýra tímar fyrrapartarnar, og so venur hann við KR seint seinnapartin. FH vann sunnudagin 5-1 í Grindavik, Fylkir vann 2- 1 á heimavølli móti þrótti, og Í Vestmannaoyggjunum vann Keflavík 3-2. Síðsti dysturin í øðrum umfari var í gjárkvøldið, tá ið ÍA, sum vann í fyrsta umfarinum, á útivølli skuldi spæla í Reykjavík ímóti Vali. Í næstbestu deildini vann Breiðablik 1-0 á útivølli í Húsavík. Hans Fróði Han- sen, sum ikki var við í fyrsta umfarinum, tí hann var í Føroyum, var í mið- verjini hesa ferð. Brøndby í stórum stíli Rógvi frá vónbroti og til sigursmálið Rógvi Jacobsen skoraði einsamalla málið, tá KR um vikuskiftið vann á Fram í íslendsku Landsbankadeildini