Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 95 - 24. mai 2005 - Tí er neyðugt at verja og lívga ítrótta- arbeiði. Vit munnu minnast til, at drúgt er at byggja upp, men skjótt er at bróta niður, segði Heðin Mortensen á ÍSF- aðalfundinum AÐALFUNDUR Tíðindaskriv – Tað grør um gangandi fót í føroyskari ítrótt, og vit kunnu fegnast um økt virksemi á so at siga øllum økjum, umframt at gomul ítróttafeløg eru vaknað til lívs aftur og nýggj sett á stovn. Kring alt landið bæði sprettir og spírar ítróttin. Soleiðis tók Heðin Mort- ensen til, tá hann setti aðalfund Ítróttasambands Føroya leygardagin. Hann staðfesti í formansfrágreið- ing síni, at áhugin fyri ítrótti er størri og sterkari enn nakrantíð og at tilboð eru til nærum øll - ikki bert til tey, ið íðka á høgum støði, men eisini til tey, ið eru minni virkin. Hann gjørdi tó vart við, at tað at framgongd er at síggja, er eingin sjálv- fylgja. Tað er tað stóra sjálvbodna arbeiði, ið ótald fólk kring allar Føroyar gera hvønn dag, ið gevur ítróttini innihald og góðar og tryggar karmar at virka undir. Hann legði tó dent á, at altavgerandi er, at ítróttin fær neyðugu politisku væl- vildina, heldur enn at fót- onglar verða lagdir, tí ítrótt- in livir í einum viðkvomum umhvørvi, ið byggir á eina ófatiliga orku og ótrúliga tíð, ið verður løgd í at skapa børnum, ungum og vaksnum ítróttaligar møgu- leikar og avbjóðingar. - Tann gleði, ið mong hava av tí stóra ítróttaar- beiði, ið verður gjørt í Før- oyum, má verjast og lívg- ast, tí uttan ítróttina var gerandisdagurin hjá mong- um fátæksligur og tóm- ligur, har hann nú er bæði innihaldsríkur og gevandi, segði Heðin Mortensen. - Avbjóðingarnar gerast bæði fleiri og størri, og tí er neyðugt at ítróttini verða givnir umstøður at mennast og taka seg fram. Hvør í sínum lagi kunnu vit koma við okkara klípi, samstund- is sum vit altíð eiga at hava í huga, at drúgt er at byggja upp, men skjótt er at bróta niður. Á aðalfundinum varð greitt frá, at arbeiðsbólkur settur av landstýrismannin- um við mentamálum ar- beiðir við at orða eitt ítróttaálit. Endamálið við álitinum er at fáa lýst støð- una hjá ítróttini her og nú, fyri síðani at nýta lýsingina sum støði undir einari met- ing av hvussu umstøðurnar hjá ítróttini kunnu betrast. Nortið verður við stórt sæð allar tættir, so sun felagslív, sersambond, feløg, sam- starv við ymiskar myndug- leikar og annað, so ítróttin verður lýst út í æsir. Eisini er ÍSF sjálvt í holt við stóra kanning av hvussu nógv tíð og orka verður løgd í sjálv- bodna arbeiði innan før- oyska ítrótt. Kanningin hevur vart tvey ár, men enn er ikki komið á mál. Tað er tó greitt, at ítróttin er størsta einstaka aktiv í føroyska samfelagnum, tá tað ræður um heilsufremj- andi, fyribyrgjandi og sosi- alt arbeiði millum børn og ung. Á fundinum vóru áheit- anir á sersambondini at bera so í bandi, at tey royna at samansjóða kappingar sínar, soleiðis at eitt nú vetrar- og summarítrótt ikki "yvirlappa" hvørja aðra. Serliga varð gjørt vart við, at tað var óheppi hjá børn- um og ungdómum um ov nógvar kappingar vóru samstundis. Eisini varð heitt á starvs- nevndina um at syrgja fyri, at øll sersambondini fylgdu lógum og reglugerðum og høvdu øll viðurskifti síni í rættlagi, eitt nú tá um ræður aðalfundir og roknskapir. Á aðalfundinum takkaði Sverre Midjord fyri seg aftaná at hava sitið í stjórn ÍSF í 42 ár og tók ikki við afurvali. Heðin Mortensen bar fram serliga tøkk til Sverra og segði m.a. - Álit og trúfesti hevur sermerkt Sverra. Hann hevur staðið stinnur tá brotasjógvar hava leikað á, men tað eru tó tær ljósu og gevandi løturnar, ið vit minnast. Sverre hevur altíð stuðlað ítróttini og er nógv broytt hesi árini hann hevur verið við at stjórna ítróttini og eigur hann sín lut í, at vit hava rokkið so langt, sum vit hava. Til nýggjan varaforseta varð valdur Petur Elias Petersen, ið hevur verið starvsnevndarskrivari, meðan John Kjær varð valdur nýggjur skrivari. Til eykalim varð Katrin Joen- sen vald. Øll trý vórðu ein- mælt vald. Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 10 5 - 4 - 1 14 5 9 19 2 HB 9 5 - 1 - 3 24 12 12 16 3 Skála 10 4 - 4 - 2 20 14 6 16 4 NSÍ 9 4 - 4 - 1 15 9 6 16 5 KÍ 10 4 - 2 - 4 19 14 5 14 6 EB/Streymur 10 3 - 4 - 3 11 16 -5 13 7 TB 10 3 - 3 - 4 11 16 -5 12 8 ÍF 10 3 - 3 - 4 14 23 -9 12 9 VB 10 2 - 2 - 6 5 16 -11 8 10 GÍ 10 2 - 1 - 7 12 20 -8 7 Máltindurin Formula-deildin Súni Olsen GÍ 6 Heðin á Lakjuni KÍ 6 Jónhard Frederiksberg Skála 6 Allan Mørkøre B36 5 Rúni Nolsøe HB 5 Tór-Ingar Akselsen HB 5 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 5 Atli Danielsen KÍ 4 Andy Olsen NSÍ 4 Bogi Gregersen Skála 4 Óli Johannesen TB 4 Obele Okeke Onyebuchi B36 3 Hans Pauli Samuelsen EB/S 3 Hans á Lag HB 3 Rasmus Nolsøe HB 3 Gunnar B. Nielsen ÍF 3 Magni á Lakjuni ÍF 3 Olivur Abrahamsen TB 3 Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 29 17 - 8 - 4 47 19 28 59 2 FCK (M) 29 15 - 7 - 7 50 36 14 52 3 AaB 29 14 - 6 - 9 52 36 16 48 4 FCM 29 14 - 5 -10 41 39 2 47 5 Esbjerg 29 12 - 8 - 9 56 42 14 44 6 OB 29 11 - 9 - 9 52 34 18 42 7 Viborg 29 11 - 9 - 9 36 38 -2 42 8 Silkeborg 29 11 - 6 -12 42 46 -4 39 9 AGF 29 11 - 5 -13 44 45 -1 38 10 FC Nordsj. 29 6 - 6 -17 30 53 -23 24 11 Randers FC 29 5 - 8 -16 27 55 -28 23 12 Herfølge 29 6 - 5 -18 25 59 -34 23 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Horsens 26 17 - 5 - 4 45 19 26 56 2 Sønderjyske E 26 16 - 6 - 4 64 26 38 54 3 Frem 26 15 - 8 - 3 54 22 32 53 4 Køge 26 14 - 7 - 5 55 27 28 49 5 HIK 26 11 - 8 - 7 46 34 12 41 6 Vejle 26 12 - 5 - 9 49 43 6 41 7 Skjold 26 12 - 4 -10 37 39 -2 40 8 Fremad Amager 26 10 - 9 - 7 44 31 13 39 9 Fredericia 26 10 - 7 - 9 44 40 4 37 10 AB 26 10 - 5 -11 42 41 1 35 11 NFA 26 8 - 5 -13 39 52 -13 29 12 Brønshøj 26 7 - 6 -13 41 55 -14 27 13 Ølstykke 26 6 - 4 -16 29 62 -33 22 14 Næstved 26 6 - 2 -18 25 58 -33 20 15 Dalum 26 6 - 2 -18 37 72 -35 20 16 B 93 26 3 - 7 -16 36 66 -30 16 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen, Jónas Þór Næs (Frem), Andrew av Fløtum (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brabrand 26 18 - 3 - 5 56 25 31 57 2 Kolding FC 26 19 - 0 - 7 50 27 23 57 3 Lyngby 26 16 - 2 - 8 56 30 26 50 4 Holbæk 26 14 - 7 - 5 51 31 20 49 5 Glostrup 26 14 - 4 - 8 53 39 14 46 6 Næsby 26 13 - 4 - 9 42 32 10 43 7 Slagelse 26 11 - 9 - 6 44 28 16 42 8 Jetsmark 26 11 - 5 -10 51 47 4 38 9 Aarhus Fremad 26 10 - 5 -11 41 35 6 35 10 B 1913 26 8 - 7 -11 37 46 -9 31 11 B 1909 26 8 - 6 -12 26 38 -12 30 12 FC Roskilde 26 9 - 1 -16 28 52 -24 28 13 Hjørring 26 5 - 9 -12 34 48 -14 24 14 Kalundborg 26 5 - 5 -16 34 55 -21 20 15 Holstebro 26 5 - 4 -17 31 57 -26 19 16 Værløse 26 6 - 1 -19 26 70 -44 19 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby), John Petersen (Holstebro) Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FH 2 2 - 0 - 0 8 1 7 6 2 KR 2 2 - 0 - 0 3 1 2 6 3 Fram 2 1 - 0 - 1 3 1 2 3 4 Valur 1 1 - 0 - 0 3 1 2 3 5 ÍA 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 6 Fylkir 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 7 Keflavík 2 1 - 0 - 1 3 5 -2 3 8 _róttur 2 0 - 0 - 2 1 3 -2 0 9 ÍBV 2 0 - 0 - 2 2 6 -4 0 10 Grindavík 2 0 - 0 - 2 2 8 -6 0 Føroyskir leikarar: Rógvi Jacobsen (KR) Fátæksligur og tómur gerandisdagur uttan ítrótt Cecil Weihe gjørdist nummar tvey í bólk- inum, 40-45 ár, tá Copenhagen mara- thon var á skránni um vikuskiftið MARATHON Jákup Mørk Tíggju føroyingar taldust millum luttakararnar, tá Copenhagen Marathon varð runnið hetta vikuskift- ið. Allir komu teir á mál, og serliga mundi hetta kennast gott hjá Cecil Weihe. Hann hevur fleiri ferðir áður tikið lut í marathon-kappingum, men ongantíð áður hevur úrslitið verið so gott, sum tað var hesaferð. Við tíðini, 2 tímar og 42 minuttir setti hann persónligt met á tein- inum, og hetta var somikið gott, at tað eisini rakk til silvurmerki í bólkinum 40- 45 ár. Til samans vóru yvir 5.000 luttakarar, og boðini úr føroysku leguni á ferðini vóru at kalla bert positiv. Næsta stóra renniátakið av hesum slag hjá Cecili og teimum verður Tórshavn Marathon, sum verður runnið tann 16. juli. Silvur til Cecil