Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 175 - 13. september 2000 Nr. 175 - 13. september 2000 EYÐUN KLAKSTEIN Rockbólkurin Chase, sum í fyrru hálvu av nítiárunum vóru eitt av størstu nøvn- unum í føroyskum tónleiki, umhugsar nú at gera eitt óvæntað comeback. Bólkurin hevur ikki ver- ið saman í nógv ár, og alt prát um nýtt tilfar hevur ver- ið skúgvað tilviks. Men nú er vent í holuni. Tríggir av sentralu limunum í bólkin- um eru nú farnir at tosa um eina nýggja útgávu, og næstu mánaðirnir fara at vísa, um hetta verður veru- EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvík: Nú er vandi fyri, at ungdómurin í Klaksvík stendur uttan dansistað, tá hetta árið er úti. Orsøkin er, at diskotekið Lognbrá er sagt upp í høl- unum, har tað hevur hildið til seinastu 20 árini. – Vit royna at kanna møguleikar fyri nýggjum hølum, men tað er trupult at finna nakað. Tað er óhugsandi at fara at byggja nakað nýtt, og tí sær tað svart út í løtuni, sigur Jan Gardar, sum hevur rikið Lognbrá seinastu átta árini. Lognbrá heldur til í KÍ- høllini, men Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur høllina, hevur ætlanir um at brúka hølini hjá Lognbrá til onnur endamál, og tí hevur Chase arbeiðir við nýggjari útgávu Tiltikni rockbólkurin, sum gjørdi um seg fyri 10 árum síðani, umhugsar nú at koma við nýggjari útgávu leiki. – Vit eru staddir í hvør sínum landi, og í fyrstu syftu ætla vit at senda tilfar til hvønn annan umvegis teldupost. Vit fara at finna alt tilfar fram, sum vit hava liggjandi, og okkurt nýtt verður helst eisini gjørt, sigur Mikkjal Joensen, sum var basspælari í Chase. Hugurin Umframt Mikkjal eru tveir av gomlu limunum í Chase við í arbeiðnum anno 2000. Edmund Jacobsen, sum var sangari, er búsitandi í Es- bjerg, og Niclas Johann- esen, sum var gittarspælari, er júst farin til Kanada aftur, og hesir tríggir fara nú at tosa nærri um útgávuna. – Tað eru 10 ár síðani vit góvu fløguna út, og fólk hava síðani javnan spurt, um vit ikki fóru at koma við nýggjum tilfari. Tað var ikki ætlanin, men nú er hugurin komin afturíaftur hjá okkum. Eg veit ikki, hvat feilar fólki, men tey keypa framvegis gomlu fløguna, sigur Mikkjal Joensen. Enn er ikki greitt, um ein nýggj fløga kemur við bólkinum, og um talan verður um eina heila fløgu ella eina stakfløgu við nøkrum sangum á. Men tað er greitt, at verður nýtt tilfar latið úr hondum, verður tað eina ferð næsta ár. Landaplágur Hvørki Edmund Jacobsen ella Mikkjal Joensen spæla í nøkrum ávísum bólki í løt- uni. Báðir hava verið við í fleiri bólkum, men nú er einki ávíst á skránni. Teir báðir hava tó als ikki slept tónleikinum, og nú stund- irnar eru til tað, eru teir farn- ir at arbeiða við einum Chase-comeback. Chase hevði fleiri landa- plágur fyrst í nítiárunum. Teir endurinnspældu lagið Fyrstu ferð, sungu um Two Hearts og savnaðu nógv fólk á konsertunum, har teir vóru við. Og nú er líkt til, at før- oysk rockknokkar við retro- smakki sleppa at hoyra ein tann best umtókta føroyska rockbólkin aftur á fløgu. Við nýggjum sangum. Lognbrá sett á gøtuna Einasta dansistaðið til ung í Klaksvík missir nú hølini, sum tað hevur hildið til í seinastu 20 árini felagið sagt Lognbrá upp frá 1. januar at rokna. – Í løtuni havi eg onga- staðni at fara við diskotek- inum, og tí er líkt til, at einki diskotek verður til ungdóm- in eftir ársskiftið, sigur Jan Gardar. Vandi fyri ófriði Dansur ella diskotek er hvørt vikuskiftið í Lognbrá. Fríggjakvøld er fast dansi- kvøld, men stundum er eis- ini opið leygarkvøld. Fleiri enn 600 fólk eru hvønn mánað í diskotek í Lognbrá, og serliga er tað ung-dóm- urin, sum heldur til har. Tvey onnur dansistøð eru í Klaksvík fyri tey, sum eru yvir 18 ár, men Lognbrá er einasta tilboðið til tann yngra ungdómin. – Eg veit ikki, hvat fer at henda eftir 1. januar, men tað kann fáa óheppnar av- leiðingar, at ungdómurin einki dansistað hevur at fara í um vikuskiftið, sigur Jan Gardar. – Vandi er altíð fyri ófriði í býnum, men í hvussu so er verður tað eitt afturstig fyri tey ungu, at tey einki diskotek hava at fara til, heldur hann. Nú er tað álvari Tað eydnaðist okkum ikki at fáa ein viðmerking frá Klaksvíkar Ítróttarfelag áðr- enn evstamark í gjár, men vit hava skilt, at felagið ætl- ar nú sjálvt at brúka hølini, har Lognbrá heldur til. Tal- an verður ikki um dans. Tað hevur fleiri ferðir verið upp á tal, at Lognbrá skuldi sigast upp, men hetta er fyrsta ferðin, at ein skriv- lig uppsøkn er latin dansi- staðnum. Umframt dansin leigar Lognbrá eisini ljóðannlegg út. Talan er um annlegg til bæði smærri og størri tiltøk, og ljóðannleggið hevur ferð- ast kring landið, síðani Lognbrá fekk tað fyrr í ár. Men við umsøknini, sum nú datt niður í postkassan, gjørdist framtíðin hjá dans- inum óviss. Finnur Longbrá sær ikki nýggj høli innan árs- lok, dettur einasta dansitil- boðið til ung í Klaksvík nið- urfyri. Rockbólkurin Chase ar- beiðir nú við einum óvæntaðu comebacki - Eg veit ikki, hvat fer at henda eftir 1. januar, men tað kann fáa óheppnar avleiðingar, at ungdómurin einki dansistað hevur at fara í um vikuskiftið, sigur Jan Gardar, sum seinastu átta árini hevur rikið Lognbrá Tey fyrstu fólkini flyta inn mánadagin -Eldrasambýlið í Vági er nú liðugt. Heili 36 fólk úr allari oynni hava søkt um pláss á heiminum, men har er bara pláss fyri 11 fólkum ÁKI BERTHOLDSEN Komandi mánadagur verð- ur ein dagur, sum mong í Vági hava bíðað leingi eftir. Tí tá verða tey fyrstu fólk- ini tikin inn í tað nýggja eldrasambýlið, sum komm- unan hevur bygt úti á Marknoyri í Vági. Heimið er liðugt og mánadagurin er settur sum dagurin, tá ið tey fyrstu fólkini sleppa at flyta inn. Men longu í dag fær al- menningurin høvi at síggja eldrasambýlið, tí ímillum klokkan klokkan 15 og 19 verður almenn móttøka í sambýlinum, har øll áhugað hava høvi at síggja húsið. Í heiminum er pláss fyri 11 búfólkum, men so er eitt pláss afturat til umlætting. Hóast tey fyrstu fólkini flyta inn mánadagin, fer tað at taka nakrar dagar at fáa alt upp á pláss, men ætlanin er, at øll 11 skulu verða flutt inn longu tað fyrstu vikuna, sigur Ásgerð Stenberg, sum er forkvinna í upptøku- nevndini fyri eldrasambýlið. Gravgangur eftir plássi Og tað skilst á lagnum, at tað er gravgangur eftir at sleppa inn á eldrasambýlið. Nú er eldrasambýlið í Vági liðugt. Í dag verður almenn móttøka og mánadagin sleppa tey fyrstu fólkini at flyta inn. Øll byggingin kostar 10.000 krónur fyri fermeturin og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, sum tað hevði kostað at bygt í Havnini, sigur verkfrøðingurin, sum hevur havt eftirlitið Kostar Strandferðsluni 2,5 milliónir eyka ÁKI BERTHOLDSEN Tann methøgi oljuprísurin í løtuni kemur sera illa við hjá øllum, sum brúka olju. Ein stovnur, sum brúkar nóva olju er Strandfeðslan. Og eisini hjá Strand- ferðsluni koma teir høgu prísirnir sera illa við, tí oljan hevur ført nógv størri eyka- útreiðslur við sær, enn rokn- að var við. Reidar Nónfjall sigur, at sum gongdin hevur verið, verða útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til olju einar 2,5 milliónir hægri, enn mett var á fíggjarætlanini fyri í ár. Hann sigur, at stovnurin hevði sett 10 milliónir av til olju. Men sum gongdin hevur verið higartil, fara oljuút- reiðslurnar upp um 12 milliónir. Reidar Nóngjall sigur, at fíggjarætlanin fyri í ár varð longu løgd í mai mánaða í fjør, so metast skal um gongdina rættiliga langt fram í tíðina. Og tað er onki yvir at dylja, at prísurin á olju er hækkaður nógv meiri enn nakar hevði roknað við. Og tá ið skipini hjá Strandferðsluni brúka nógva olju, eru prísbroyt- ingar á olju eitt, sum stovn- urin merkir rættiliga væl. Stjórin sigur, at burtursæð frá oljuprísinum hevur fíggjarætlanin hjá stovnin- um hildið rættiligavæl. Má fáa eykajáttan Strandferðslan hevur tríggjr møguleikar at vinna meir- útreiðsluna av hækkaðu oljuprísinum inn aftur. Antin má tænastustøðið lækkað, tvs, at skipini skulu sigla færri túrar, ella mugu prísirnir á ferðaseðlunum upp. Men hesar báðar møgu- leikarnar er ikki politiskur vilji til, hevur stovnurin fingið at vita fleiri ferðir. Triði møguleikin er so, at Strandferðslan fær eina eykajáttan. Reidar Nónfjall sigur, at hann hevur longu í summar gjørt vinnumálastýrinum vart við trupulleikan og at oljuútreiðslurnar fara at vera væl hægru í ár enn mett. So stendur tað til politiska viljan at ger av, um Strandfeðrslan skal fáa eykajáttan, ella ikki. Teir høgu prísirnir á olju gera, at tað er neyðugt hjá Strandferðsluni við eykajáttan Heilar 36 umsóknir eru komnar til tey 11 búplássini. – Tað eru fólk úr allari oynni, sum hava søkt. – Flestu umsøkjararnir eru úr Vági, men talan er eisini um vágbingar, sum nú búgva á ellis- og røktar- heiminum á Tvøroyri, um- framt vágbingar, sum búgva í øðrum bygdum. Men har- umframt hava eisini fólk úr øðrum bygdum søkt. Ásgerð Stenberg sigur, at eldrasambýlið er kommu- nalt burturav, so tað verða fyrst og fremst vágbingar, sum verða tiknir inn. At tað eru so nógvir um- søkjarar, sigur eitt sindur um tørvin. Men Jógvan Krosslá, bý- ráðsformaður í Vági, sigur, at tað verður í hvussu so er ikki beinanvegin, at farið verður undir at útvega fleiri pláss. – Ætlanin er fyrst og fremst at fáa hetta sambýlið í eina fasta legu. Men sum støðan er, er onki at ivast í, at býráðið eisini fer at hugsa um at byggja út, tá ið ein tíð er fráliðin, sigur Jógvan Krosslá. – Góðir møguleikar eru at byggja út á stykkinum, sum sambýlið stendur á og alt økið er lagt av til tað sama. Kostar fimm milliónir Eldrasambýlið í Vági er 714 fermetrar stórt og tað kostar undir fimm milliónir, nú tað er liðugt. Men vegur er gjørdur til húsið og alt er gjørt liðugt rundanum, og tað hevur kommunan goldið fyri. Tilsamans er kostnaðurin einar 10.000 krónur fyri fer- meturin og tað er rættiliga bíligt fyri slíka bygging, sigur Jonhard Dahl-Jacob- sen, sum hevur havt eftir- Tann høgi oljuprísurin ger, at Strandferðslan má hava eykajáttan í ár litið við byggingini. Í Havnini hevði prísurin ikki komið undir 15-20.000 krónur fyri fermeturin, sigur hann. Jógvan Krosslá sigur, at samskiftið við landsmynd- ugleikarnar hevur gingið væl og hann fegnast um tann positiva hugburð, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í al- manna- og heilsumálum, hevur til at fáa nakað á skaftið á eldraøkinum. Formaður í nevndini fyri eldrasambýlið er Jógvan Krosslá, býráðsformaður. Tveir aðrir nevndarlimir umboða kommuna, teir eru Ingvør Hansen og Ásgerð Stenberg. Fjórði nevndarlimurin er Jóannes Dalsgarð í Havn, sum umboðar Íbúðargrunn- in, ið eisini hevur verið við til at fíggja sambýlið. Harumframt umboða Tor- gerð Suðuroy og Jonhild Kjærbo Matmøðrafelagið í nevndini. Í upptøkunevndini er Ás- gerð Stenberg formaður. Annars hevur Almanna- og heilsumálastýrið valt Anne Birgitte Dahl-Hansen, kommunulækna í upptøku- nevndina. Jeanne í Lágabø, leiðari fyri heimarøktina er eisini í upptøkunevndini, eins og Sunnvá Petersen, leiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktar- heimi eru seinastu limirnir í upptøkunevndini.