mikudagur 25. mai 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 96 - 25. mai 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Kanska tvær
fólkaatkvøður
Tann 1. juni skulu niðurlendsku veljararnir taka støðu
til ta ætlaðu ES-grundlógina, men longu nú verður
roknað við, at stjórnin fer at skipa fyri einari fólka-
atkvøðu afturat, skuldi tað hent, at veljararnir siga nei
tann 1. juni.
Allir teir stóru politisku flokkarnir í Niðurlondum
taka undir við grundlógini. Politiskir eygleiðarar vænta
ikki, at stjórnin fer at gera annað enn tað, sum fólkið
sigur, sjálvt um úrslitið ikki er bindandi fyri stjórnina
ella tingið. Kortini vænta summir eygleiðarar, at
stjórnin fer at halda eina fólkaatkvøðu afturat næsta ár,
um niðurlendingar velja at siga nei í næstu viku.
Politikararnir hava sagt, at teir ætla sær at taka
støðuna hjá veljarunum til eftirtektar, men tað er tó
treytað av, at meiri enn 30 prosent av veljarunum taka
lut í fólkaatkvøðuni.
Stuðul hvørvur
Ein kanning, sum granskarar í Noregi og Tanzania hava
gjørt, vísir, at ein rættiliga stórur partur av pengunum,
sum onnur lond lata Tanzania til ymisk menningarmál,
kemur ongantíð vegin fram.
Eitt nú avdúkar kanningin, at ímillum 36 og 46 pro-
sent av pengunum, sum vórðu játtaðir til at menna
skúlaverkið í Tanzania, fóru aðrar vegir. Uppaftur verri
var við teimum pengunum, sum vórðu játtaðit til skúla-
bøkur, tí har restaðu næstan 80 prosent í, tá saman um
kom.
Annars er skúlaverkið í Tanzania ment sera nógv.
Fyri tveimum árum síðani samtykti stjórnin eina um-
fatandi nýskipan, og við pengum frá Heimsbankanum
og fleiri londum er tað eydnast at fáa 90 prosent av
børnunum at ganga í skúla ímóti 55 prosentum fyri
tíggju árum síðani.
Ein meginorsøk til gongdina er, at fyrr máttu for-
eldrini gjalda, fyri at børnini kundu sleppa at ganga í
skúla, men nú fáa børnini pengar afturfyri at koma í
skúla.
Kolabjarnir svølta
Vandi er fyri, at fleiri túsund kolabjarnir á avstralsku
oynni Kangaroo Island kunnu doyggja í hungri.
Orsøkin er, at bjarnirnar eru vorðnar ov nógvar í tali, og
tí hava myndugleikarnir gjørt av at gelda nógvar teirra.
Í 1996 vísti ein kanning, at tá vóru 5.000 kolabjarnir
á Kangaroo Island, men hildið verður, at í dag er talið
umleið 27.000. Nú er so ætlanin at gelda umleið 8.000.
Mike Rann, ráðharri, sigur við Reuters, at sum er
verður stovnaður tvífaldaður á hvørjum ári, og tí hevur
tað skund at avmarka vøksturin, sigur hann. Summir
serfrøðingar halda, at tað munar ov lítið at gelda tær
8.000 bjarnirnar, og teir hava skotið upp at skjóta
umleið 20.000.
Ofta eru tað rovdjór, sum avmarka aðrar djórastovn-
ar, men soleiðis er ikki við kolabjørnini, tí hon er ikki
føði hjá nøkrum rovdjóri.
Koyra ov skjótt
Bøturnar fyri brot á ferðslulógina eru munandi hægri í
Noregi enn í hinum Norðurlondunum, men tað tykist
ikki hava stórvegis ávirkan á koyrihugin hjá teimum
norsku bilførarunum.
Í einari kanning, sum Gallup júst hevur gjørt, sigur
ein fjórðingur av teimum spurdu, at tey koyra ofta
skjótari, enn loyvt er. Samstundis halda tey flestu, at
bøturnar fyri ov nógva ferð eru alt ov høgar, og at
myndugleikarnir áttu at skeitt eftir, hvussu ov nógv
ferð verður sektað aðrastaðni.
Tað er kanska heldur ikki so løgið. Koyrir tú 75 km/t
á einum teini í Svøríki, har hámarksferðin er 60 km/t,
skalt tú gjalda 900 danmskar krónur í bót. Í Finnlandi
er bótin fyri eitt tílíkt brot 700 krónur, men vágar tú tær
at gera tað sama á teimum norsku vegunum, er bótin
2.600 danskar krónur.
Donsku myndugleik-
arnir vóru alt ov sein-
ir at hjálpa sínum
borgarum eftir flóð-
alduna í Suðurasia, og
samskiftið var alt ov
vánaligt
FLÓÐALDUFRÁ-
GREIÐING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hvørki telefon- ella inter-
netkervið hjá uttanríkis-
ráðnum í Keypmannahavn
kundi nøkta tørvin, tá fólk
vildu hava at vita, hvat var
hent teimum nógvu donsku
borgarunum, sum vóru
staddir í Teilandi og aðra-
staðni, tá flóðaldan skolaði
inn yvir land har annan
jóladag í fjør. Myndug-
leikarnir vóru eisini alt ov
seinir at hjálpa, og sam-
skiftið ímillum myndug-
leikarnar, ferðaskrivstovur-
nar og almenningin var alt
ov vánaligt. Stutt sagt virk-
aði tilbúgvingin ikki.
Tað stendur í einari frá-
greiðing, sum uttanríkis-
ráðið hevur gjørt um tað,
sum hendi eftir vanlukk-
una. Niðurstøðan er, at
fleiri broytingar mugu ger-
ast. Uttanríkisráðið skal
hava eitt lið, sum kann
sendast til vanlukkustaðið
beinanvegin,
kunningin
ímillum løgregluna og utt-
anríkisráðið skal betrast, og
samskiftið við frðaskriv-
stovurnar má eisini broyt-
ast.
Harafturat skal uttanrík-
isráðið stovna eina heima-
síðu, har myndugleikarnir
skulu kunna almenningin
um gongdina.
Flóðaldan í Suðurasia
kostaði meiri enn 225.000
mannalív. 42 danir eru
higartil skrásettir deyðir, og
fýra
eru
ikki
komnir
afturíaftur.
Tann 68 ára gamli am-
erikanarin Allen Gra-
cula skuldi gera ein
bumbu fyri Al-Qaeda,
men løgreglan lump-
aði hann í eina fellu
BUMBUMAÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Allen Gracula visti ikki
betur, enn at hann stóð og
tosaði við ein umboðsmann
hjá
Al-Qaeda
seinasta
fríggjadag. Hann greiddi
manninum frá, hvussu hann
ætlaði sær at gera bumb-
una, til tann fremmandi
gjørdi vart við, at hann var
agentur hjá samveldisløg-
regluni FBI.
Mánadagin var tann 68
ára gamli amerikanarin í
rættinum í Houston í Texas,
og har varð hann varð-
haldsfongslaður fyribils.
Ákærin, Michael Shelby,
segði undir avhoyringini, at
ákæruvaldið fer at krevja
minst 15 ára fongsul, og at
Allen Gracula skal sita í
fongslinum øll 15 árini.
Sambært tíðindastovun-
um hevði Allen Gracula
ikki havt samband við Al-
Qaeda, men ákæruvaldið
vil vera við, at hann var til
reiðar at selja felagsskapin-
um hjá Osama bin Laden
bumbuna, tá hann var lið-
ugur at gera hana.
Danska tilbúgvingin virkaði als ikki
Hann skuldi gera bumbu
fyri Al-Qaeda
Allen Gracula á veg úr
rættarhølinum í Houston
aftan á avhoyringina
mánadagin