Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 25. mai 2005 3 Fyrilestur um grind og grindabýti verður í Pakkhúsinum í Bø mikukvøldið. Tað er Jóan Pauli Joensen, professari, sum fer at siga frá Fyrilestur Mikukvøldið 25. mai klokkan 20.00 fer Jóan Pauli Joensen, professari, at halda fyrilestur í Pakkhús- inum í Bø. Fyrilesturin fer at snúgva seg um grind og grindabýti. Fyrilesturin er partur av røðini »Setrið á ferð«, har fólk frá Fróðskaparsetrin- um hevur ferðast kring landið og hildið ymsar fyri- lestrar. Fyrilesturin um grind og grindabýtið, sum verður hildin í vestasta grinda- plássinum í landinum, er komin í lag í samband við, at Jóan Pauli Joensen er í ferð við at skriva bók um hetta evnið. Greitt verður frá, hvussu grindabýtið hevur verið, og um tær broytingar, sum gjørdar eru í hesum býtin- um gjøgnum árini. Nevnt verður til dømis, at til fyri umleið 30 árum síð- an, var býtið soleiðis, at grindamenninir ikki fingu størri part enn fólkið í økinum annars fekk, uttan so, at grindin var so lítil, at bert varð skiftí drápspartar. Síðan er tað broytt til, at grindamenn eisini fáa drápspart, hóast heimapart- ar – ella húsapartar – sum tey siga vestanfyri, verða býttir. Um hetta og mangt ann- að, sum hoyrir hesum part- inum av mentan okkara til, fer Jóan Pauli Joensen at siga frá í Bø mikukvøldið. ej Fyrilestur um grindabýti