Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 96 - 25. mai 2005 –Brævið, sum eg verði átalaður fyri at hava hildið aftur fyri Landsstýrismála- nevndini, var als ikki stílað til mín, men til mentamálaráðið, sigur Hans Pauli Strøm EMBÆTISFØRSLA Áki Bertholdsen – Eg havi ikki hildið nøkrum sum helst upp- lýsingum aftur. – Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í al- manna-og heilsumálum, sigur, at hann hevur givið landsstýrismálanevndin hvønn tár og ting av upp- lýsingum, hann hevur havt um miðnámsskúlan og røktarheimið í Suðuroy. Hann sigur í stuttari viðmerking, at skjalið, sum hann verður átalaður fyri at hava hildið aftur fyri landsstýrismálanevndini, er eitt skjal, sum Arkitektafel- agið hjá Árna Winther hev- ur skrivað um møguleik- arnar og kostnaðin fyri at flyta miðnámsskúlan til Hovs og at byggja eitt røktarheim í Vági ístaðin. – Men hetta er altso ikki eitt skjal, sum er sent Al- manna- og heilsumálaráðn- um. Hetta er tvørturímóti eitt skjal, sum varð stílað til mentamamálaráðið. – Sostatt er tað heldur ikki skrásett í almanna- og heilsumálaráðnum, leggur hann afturar Tí helt Hans Pauli Strøm, at tað var sjálvsagt, at Landsstýrismálanevndin fekk skrivið frá Menta- málaráðnum – og tað gjørdi nevndin eisini. Hans Pauli Strøm sigur kortini, at hann fekk eitt tvítak av skrivinum. – Aftaná skal eg tó geva teimum rætt í, at tað kundi kanska verðið lagt saman við upplýsingunum frá okkum til landsstýrismála- nevndina. Hans Pauli Strøm stað- festir sostatt, at hann hevur fingið átalu fyri ikki at hava útflýggjað eitt skjal, sum ikki var stílað til hansara, men til mentamálaráðið. – So kann ein og hvør gera sínar metingar av støð- uni, leggur hann afturat. Landsstýrismálanevn din sigur, at Hans Pauli Strøm helt upp- lýsingum aftur, tá málið um miðnáms- skúla í Hovi og røkt- arheim í Vági varð kannað EMBÆTISFØRSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm hevur nú fingið tað gula kortið. Og hevur hann fingið frá sjálvari Landsstýrismála- nevndini hjá løgtinginum. Landsstýrismálanevndin hevur kannað spurningin um at flyta ætlaða mið- námsskúlan til Hovs og at byggja røktarheim í Vági á stykkinum, sum varð ætlað til miðnámsskúlan. Í sambandi við hesa kanning, er landsstýris- málanevndin so misnøgd við leiklutin hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at hon hevur sent honum eina átalau, ella kanska enntá eina ávaring. – Skuldu vit brúkt ítrótt- armál, kunnu vit siga, at landsstýrismaðurin hevur fingið gula kortið, sigur Kári P. Højgard, formaður í Landsstýrismálanevndini. Helt upplýsingum aftur Nevndin er júst liðug at við- gera málið um miðnáms- skúlan og røktarheimi. Tað hevur annars gingið strilti hjá landsstýrismála- nevndini at fáa øll skjøl í málinum. Men, tað, sum ger nevnd- ina serliga ónøgda, er, at Hans Pauli Strøm hevur ikki givið henni øll skjølini, sum hann hevur um málið Og tað metir nevndin at vera álvarsligt. – Landstýrismálanevndin hevur staðfest, at tygum ikki hava latið nevndini øll viðkomandi skjøl í málin- um, sigur nevndin í einum skrivi til Hans Paula Strøm. Tað er eitt ávíst skriv, sum landsstýrismálanevnd- in hongir seg í og sum landsstýrissmaðurin í al- manna- og heilsumálum ikki flýggjaði nevndini, hó- ast hon hevði biðið um øll skjøl í málinum. Talan er um eitt skriv frá arkitektafelagnum hjá Árna Winther um, hvat tað fer at kosta at flyta miðnám- skúlan til Hovs og at byggja ellisheim í Vági ístaðin. Hetta er eitt skjal, sum Landsstýrismálanevndin hevði fingið skrivið frá Árna Winther frá menta- málaráðnum – Tá ið landsstýrismála- nevndin spurdi Hans Paula Strøm á fundi, um hann hevði flýggjað nevndini øll skjøl, játtaði hann hesum, sigur Kári P. Højgaard. – Tá ið vit so løgdi skriv- ið frá Árna Winther fyri Landsstýrismannin, við- gekk hann, at hann hevði fingið tað á landsstýris- fundi, men at tað ikki var skrásett í málinum. – Nevndin metir skjalið vera sera viðkomandi fyri viðgerðina av málinum og vísir á, at tygum hava hildið hesum aftur, eftir at nevnd- in bæði skrivliga og munn- liga á fundi hevur spurt ítøkiliga um fleiri viðkom- andi skjøl vóru og at tygum ikki viðgingu at kenna tað, fyrrenn tað var tygum greitt, at nevndin longi kendi til skjalið, skrivar Landsstýrismálanevndin í skrivi til Hans Paula Strøm. Nevndin nýtir hetta høvi til at minna landsstýris- mannin á, at skyldur hans- ara eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna. Har er ásett, at landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað, ella av grovum ósketni, tigur við upplýs- ingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins met- ing av einum máli. Kári P. Højggard sigur, at skrivið er sent landsstýris- manninum fyri at gera greitt, hvussu ónøgd hon er við mannagongdina. Kortini vil nevndin ikki koma til ta niðurstøðu, at talan er um beinleiðis lóg- arbrot og ger tískil ikki meiri við málið. – Nú vit hava sent lands- stýrismanninum skriv, har vit vísa okkara greiðu ónøgd, meta vit samstundis at málið er avgreitt, sigur Kári P. Højgaard. Hans Pauli Strøm fekk gult kort Blása lív aftur í skótarnar á Tvøroyri Nú er ætlanin at endurstovna skóta- rørsluna í gomlu skótabygdini. Í ann- aðkvøld er ætlanin at øll áhugað møta á Kunningarstovuni at leggja arbeiðið til rættis SKÓTALÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri er gomul skóta- bygd, men nú er nógv ár síðani, at skótarørslan datt niðurfyri. Ymsar royndir eru gjørdar at endurstovna skótarørsluna, men tær eru dotnar niðurfyri, helst tí at av nógv arbeiðið hev- ur hingið á ov fáum herðum Men stendur tað til nøkur hugagóð tvørafólk, verður skótarørslan á staðnum nú evnur- stovnað. Og fortreytirnar fyri tí eru avgjørt til staðar, tí skótahús er á Tvøroyri, sum skótarørslan á staðn- um eigur. Tað hevur verið karmur um lívligt virk- semi á Tvøroyri, men tað treingir bara til eina bøtandi hond fyri aftur at verða sera væl brúkiligt til endamálið. Poula Strøm á Kunn- ingarstovuni er ikki ein av teimum, sum fer at ganga á odda at endurreisa skótarørsluna á Tvøroyri, men tað verður kortini hon, sum kemur at samla træðrirnar, í hvussu so er til rættilig gongd er kom- in á. Fyrsta stigið verður at gera húsið ístand. Fólk hava longu verið og fingið tað ringast óruddið út, men so er eftir at gera ymsar ábøtur innan. Poula Strøm heldur av- gjørt, at tað kundi verið sera gagnligt at endur- stovnað skótarørsluna á Tvøroyri. – Tað eru nógv tilboð á Tvøroyri, men tað er kortini eitt stórt tómrúm, tí tey, sum ikki hava hug til ítrótt, detta mangan niðurímillum. Og tað er sjón fyri søgn, at tað er ein hópur av børnum og ungum, sum bara gongur og válar, uttan mál ella mið í frítíðini og hja teim- um kundi hetta verið eitt sera gott og gagnligt tilboð, heldur hon. Tað eru eisini ágrýtin ungfólk, sum eru huga at skipa fyri ymsum tiltøk- um fyri børnum og ung- um á Tvøroyri, táið skóta- húsið er gjørt ístand. – Skótahúsið kann ger- ast ein frálíkur karmur um alt møguligt virksem- ið, tí her eru nógvir møguleikar. Alt hetta kostar pening, men tey siga, at tey hava fingið stuðul ymsastaðni frá, so tann partin síggja tey ljóst uppá. Ætlanin er at savnast á Kunningarstovuni í ann- aðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19, har ætlanin er at leggja arbeiðið til rætt- is. Øll, sum hava áhuga í at hjálpa til at endurreisa skótarørsøluna á Tvøroyri eru vælkomin at møta. Tey, sum hava hug at vera við, men sum ikki fáa møtt, eru vælkomin at ringja á Kunningarstov- una at siga frá. Ætlanin er so at býta fólkið sundur í nøkur lið við hvør sínari uppgávu og so er ætlanin at fara til verka beinanvegin. Hans Pauli Strøm fær átalu frá landsstýrismálanevvndini fyri at hava hildið upplýsing- um aftur. Ì viðmerking aðrastaðni her á síðuni, sigur Hans Pauli Strøm, at nevndin hevur fingið allar upplýsingar í málinum Hans Pauli Strøm: Eg læt allar upplýsingar frá mær Maðkurin kannaður í Kaldbak Ì eini grein í Vikuskiftis- blaðnum skrivaðu vit um ein løgnan maðk, sum dagrøktarbørn á Tvøroyri høvdu funnið. Vit skriv- aðu at Nattúrugripasavnið hevði kannað maðkin og skrivað børnum eitt fitt bræv aftur, at tað varð greitt frá, at tslan var um ein sjáldsaman maðk, sum bara varð funnnin fýra ferðir áður í Føroyum. Ilt er at siga, hvussu slíkt mistak kundi henda, tí tað var ikki Náttúrugripa- savnið, sum hevði kannað maðkin, men Havlív- frøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak.