Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 25. mai 2005 5 Føroyskir myndugleikar áttu at keypt kvotu í Grønlandi - Eg haldi, at føroysk- ir myndugleikar áttu at keypt rækjukvotu frá grønlendskum myndugleikum fyri einar 4 krónur fyri kilo, sum vit síðan kundu fiskað og selt aftur fyri einar 40 krónur fyri kilo. Hetta hevði tænt bæði skipum, manningum og samfelagnum øllum, sigur Sámal Jacobsen, reiðari RÆKJUVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Meðan rækjuvinnan í Grønlandi hevur góðar dag- ar, er føroyska rækjuvinnan í løtuni ein doyggjandi vinna. Flotin, sum áður var ein stoltleiki og fongur fyri samfelagið, er minkaður niður í nøkur fá skip, og alt bendir á, at hann fer at minka uppaftur meira. Rækjumenn og aðrir, sum ikki fáa endarnar at røkka, verða róptir "kraddarar", tí teir gera vart við, at skipini, ið eftir eru, kunnu fara okkum av hondum. Keypa kvotur Sámal Jacobsen, reiðari, heldur, at besta loysnin upp á støðuna hjá rækjuflotan- um hevði verið, at lands- stýrið keypti føroysku rækjuskipunum eini 500 tons at rækjum í part frá grønlendskum myndug- leikum. Hann heldur, at tílíkar kvotur kunnu keypast fyri einar 4 krónur fyri kilo, sum reiðaríini síðan kundu keypt aftur frá landsstýr- inum. - Tær góðu rækjurnar í Grønlandi kunnu seljast aftur fyri einar 40 krónur fyri kilo, og hevði hetta tí verið ein góð loysn fyri skipini, manningarnar og samfelagið sum heild. Sámal heldur, at hetta hevði verið tann besta loysnin fyri føroysku rækjuvinnuna, sum soleiðis hevði klárað at svarað hvørjum sítt. Heimastýrið noktar Nógvar og góðar rækjur eru at fáa í grønlendskum sjógvi, og Grønland hevur økt sínar rækjukvotur so hvørt, sum prísirnir á marknaðinum er lækkaðir. Í nøkur ár keyptu føroysk reiðaríir kvotur frá grøn- lendskum reiðaríum, men seinnu árini hava myndug- leikarnir í Grønlandi ikki viljað staðfest hesar avtal- ur, sum soleiðis ikki eru komnar upp á pláss. - Eg haldi, at landsstýrið átti at gjørt eina ítøkiliga roynd at keypt kvotur í grønlendskum sjógvi, sigur Sámal Jacobsen, reiðari. - Høvdu rækjuskipini havt 500 tons av rækjum í part í Grønlandi, hevði støðan verið ein heilt onnur, sigur Sámal Jacobsen Norðmenn áhuga fyri Sólborg RÆKJUVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í blaðnum herfyri greiddu vit frá, at tað serliga eru íslendingar, sum hava víst føroyska rækjuskipinum, Sólborg, áhuga, men nú er líkt til, at norðmenn eisini liggja fram við. Sámal Jacobsen, reiðari, sigur, at norðmenn nú eisini hava spurt seg fyri og hava víst áhuga fyri at keypa Sólborg, sum júst í hesum døgum er byrjaður nýggjan túr á Flemmish Kap. Hann vísir á, at norð- menn nú um dagarnar hava víst ítøkiligan áhuga fyri skipinum, men dugir ikki at siga, hvat fer at spyrjast burtur úr. Mangt bendir tó á, at hetta verður seinasti túr- urin hjá Sólborg við nú- verandi eigarunum. - Føroyska rækjuvinnan gongur ikki sum er, og lítið er, sum í løtuni bend- ir á, at nøkur verulig vend kemur í. Reiðarin vísir á, at skipið hevur siglt við ein- um munandi halli sein- astu árini orsaka av lág- um rækjuprísum og dýrk- aðari olju. - Spurningurin er, hvussu leingi hetta er skilagott – um eingi munandi útlit eru fyri framman, sigur Sámal Jacobsen. Á skrivstovuni hjá Tórshavnar Havn vistu tey fyrrapartin í gjár at siga, at slupp- in, Westward Ho, sum hevur verið í Skot- landi til umvælingar í langa tíð, nú kemur á Havnina í kvøld klokkan 18 WESTWARD HO Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leingi er tað, ið væl skal vera – og væl er tað. Lítið man vera at ivast í tí, nú sluppin, Westward Ho, er á veg higar til lands aftur eftir drúgva útlegd í Fraser- burgh í Skotlandi, har skip- ið hevur fingið eina stóra og umfatandi umvæling. Kemur í kvøld Á skrivstovuni hjá Tórs- havnar Havn vistu tey fyrrapartin í gjár at siga, at Westward Ho umsíðir loysti í Skotlandi mána- dagin og verður á Havnini í kvøld klokkan 18. - Hetta er tað, sum vit hava fingið at vita frá manningini á sluppini, siga tey á havnaskrivstovuni. Tá ið vit fregnaðust, hvar skipið leggur at, var hetta ikki greitt í gjár, men hetta vita tey á havnaskrivstovuni í morgin. Sum skilst, eru fleiri fólk við sluppini á veg heim úr Skotlandi, og nógv hevur verið at tikist við seinastu dagarnar, meðan seinastu snøklarnir eru loystir úr lagdi. Á heimasíðuni hjá West- ward Ho verður sagt, at Eg- il Simonsen er skipari á hesi leingi væntaðu heim- ferðini. Burtur í trý ár Seinastu trý árini hevur Westward Ho verið burturi, men nú kemur hon so aftur til landið. Sluppin er høv- uðsumvæld, og arbeiðið hevur verið bæði nógv og drúgt. Ein av orsøkunum til, at arbeiðið hevur tikið so langa tíð, er fíggingin av umvælingini. Sum skilst, hevur skipa- smiðjan í Fraserburgh verið serstakliga lagalig og við at leggja arbeiðið við slupp- uni soleiðis til rættis, at hetta er gjørt, meðan minni hevur verið at gjørt á skipa- smiðjuni annars, hevur prísurin eisini verið rímu- ligur. Tá ið Westward Ho varð sleipað úr Føroyum og niður til Skotlands, var hon í sera vánaligum standi, men nú hon stevnir higar til lands aftur, er hon sum eitt nýtt skip. Westward Ho kemur í kvøld Endiliga stevnir Westward Ho inn um Havnarmola aftur í dag – eftir trý ára "útlegd" í Skotlandi Umvælingarnar eru ógvuliga umfatandi, og nú sluppin kemur aftur til Føroya, eru hon sum nýggj