Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 96 - 25. mai 2005 – Tað er líkasum sum øll studentatíðin er oyðiløgd. Nú verða vit splittað sundur, og tað hendir nú, og júst nú, ið vit skulu fyrireika okkum at fara í 3. g., siga næm- ingarnir sum komandi skúlaár fara í tríggjar ymiskar flokkar SKÚLI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hoydalar: Tað er ein van- ligur mánadagur í skúlan- um í Hoydølum. Allir flokkarnir eru upptiknir við sínum lærugreinum. Í 2. A í málsligu deildini hava tey týskt tann seinasta tíman. Summi halda hetta vera eina spennandi læru- grein, meðan onnur sita bara og bíða eftir at hesin tímin skal enda. Tá mitt í tímanum hendir tað púrasta óvæntaða, - tað sum eingin teirra hevði havt minstan varhugan av: Inn kemur rektarin, Mads A. Winther. Hann hevur eitt álvarsligt andlitsbragd. Tað er týði- ligt, at hann ikki kennir seg alt ov væl til passar, og tykist hava lítlan hug at siga tað, sum hann nú skal siga. Næmingarnir hava ikki minstu fatan av, hvat er á vási. Onkur hugsar kanska, at nú skal onkur næmingur sáldast frá, áðrenn royndir- nar byrja. Men nei – boð- skapur hansara er álvar- samari enn so: Hann hevur fingið eitt bræv frá Mentamálaráð- num, sum hann fegin vil kunna næmingarnar um, áðrenn teir hoyra tað sum slatur: – Tykkara flokkur verður býttur í trý komandi skúla- ár! Frystipunktið Bumban er brostin. Næm- ingarnir sita sum lam- slignir, tí hetta høvdu teir als ikki væntað. Rektarin greiðir teimum frá innihaldinum í brævin- um og annað í tí samband- inum. Hann spyr um nakar í flokkinum hevur nakrar spurningar til hansara. Onkur spyr onkran spurn- ing, og onkur kemur við einum uppskoti til eina aðra loysn enn júst hana, sum ovasti skúlamyndugleikin hevur valt. Men tey eru sum sligin í stein, tí var tað nakað tey ikki ynsktu, ella ikki ynsktu at hoyra, so var tað júst tað, at flokkur teirra skuldi fara í trý. Eina løtu seinni fer rektarin út úr flokkinum, og nú kemur reaktiónin frá næmingunum. Øll eru sum vera man kedd um boðini frá Mentamálaráðnum, og sum boðberari teirra, Mads nú hevur greitt teimum frá. Fleiri teirra byrja at gráta og stemningurin er avgjørt niðri á frystipunktinum restina av tímanum. Undir- vísingin steðgar beinan- vegin, tí alt tað sum eitur konsentrasjón er burtur. Vilja stríðast Tað tóktist sum alt steðgaði upp hjá teimum. Eingin hevði heldur hug at fara til hús aftaná – tí, hvat skuldu tey gera har heimi? Skúla- tingini til næsta dag kunnu renna og skríða. Nei, nú ráddi um at standa saman og berjast. Onkur í flokkinum visti nevniliga, at ein annar flokkur hevði fingið sama boðskapin eitt árið herfyri. Tey høvdu tikið seg saman, høvdu skrivað brøv, savnað inn undirskriftir og høvdu veruliga stríðst fyri sakini. Úrslitið av hesum gjørdist, at flokkurin varð ikki koyrdur sundur. So her var ein ávísur møguleiki, hóast alt. Hóast tey í 2. A vóru tikin fullkomuliga á bóli mánadagin, so ætla sær kortini ikki at gevast á hondum. Tey ætla sær somuleiðis at berjast fyri síni søk. Timingin Hetta skuldi annars verða ein so góð og spennandi vika. Lagið var gott mána- morgunin, og við spenningi sóu tey fram til royndirnar sum byrja hósdagin. Ístaðin fekk vikan ta ringast hugsaðu byrjanina, tá hesi syrgiligu, ófrætta- kendu og lítið hugaligu tíðindini bórust teimum seinnapartin mánadagin. Týsmorgunin var lagið – Sparingin splittar okkara skú Rektarin í Hoydølum harmast eisini um støðuna, nú sparast skal og flokkar verða lagdir saman. – Men fíggjarlógin er yvir øllum øðrum lógum, sigur Mads A. Winther SKÚLI Snorri Brend Hoydalar: - Jú, eg skilji næmingarnar sera væl. Tey eru hørm um støðuna, og tað eri eg eisini. Mads A. Winther, rektari í Hoydølum hevði ta truplu uppgávuna at skula bera tey syrgiligu boðini um saman- leggingina av flokkinum. Næmingarnir vóru sjálv- andi alt annað enn fegnir um støðuna, men frá skúl- ans síðu hevur ein – hóast alt! - roynt at funnið fram til ta bestu loysnina. – Tað er ikki nøkur løtt uppgáva at skula skilja ein slíkan flokk. – Teir kennast væl, eftir at hava gingið saman í tvey ár. Tey eru von at sita sam- an í flokki, eins og tey hava verið á námsferð. Jú, tað er ein keðilig støða, sigur rektarin. Hann hevði tó ikki nógv annað í at velja enn at fylgja boðunum frá Menta- málaráðnum um at spara. – Tá tað kemur til lógir, so er eingin ivi um at fíggjarlógin er yvir øllum øðrum lógum, sigur hann. Max. 24 næmingar Sambært ætlanini hjá skúl- anum so verða komandi árið bert tríggir málsligir flokkar, hvør við 24 næm- ingum í. Sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og yrkisfelagið hjá stu- dentaskúlalærarunum er hetta hægsta markið fyri næmingum í einum flokki. Hinvegin so eru stovurnar heldur ikki gjørdar til stórt meiri enn tað. Men sparingar og peda- gogikkur fylgjast ikki altíð, og tí er tað aldrin ein góð loysn at koyra ein flokk sundur í smærri. – Men eg skal jú forvalta pengarnar hjá tí almenna, og havi tí ikki so nógv annað í at velja enn at finna loysnirnar her, sigur rekt- arin í Hoydølum. Hent áður Mads A. Winther leggur tó dent á, at hetta ikki er fyrstu ferð at teir leggja flokkar saman. Bæði áðrenn hann gjørdist rektari og eisini síðani, hava teir verið noyddir at gera tað saman. Og í summar fer eisini tað sama at henda í t.d. skúl- anum í Vági. Hinvegin so hava næm- ingarnir rættiliga nógvar felags lærugreinar í 2. flokki, meðan teir, tað seinasta árið hava nógv fleiri vallærugreinar – um- leið eina helvt av samlaða tímatalinum. – Tí fer samanlegginin ikki sum so at gera so stór- an skaða pedagogiskt. – Tá tað kemur til lógir, so er fíggjarlógin yvir øllum øðrum lógum, sigur raktarin í Hoydølum, Mads A. Winther Mynd: Jens Kr. Vang – Er ikki nakað eindømi – Skúlatíðin er oyiløgd, siga næmingarnir í 2. A í Hoydølum, nú flokkur teirra verða splittaður komandi skúlaár Mynd: Jens Kr. Vang