mikudagur 25. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 25. mai 2005
7
Hóskvøldið fer Fugla-
fjarðar kommuna at
viðgera eitt tilboð úr
Klaksvík um størri
samstarv millum
kommunurnar. Borg-
arstjórin mælir til, at
nærri samráðingar
verða við Klaksvíkar
kommunu
KOMMUNUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fuglafjørður: Umboð fyri
Klaksvíkar kommunu og
Fuglafjarðar
kommunu
høvdu herfyri ein fund um
størri samstarv millum tær
báðar kommunurnar. Og
hesin fundur hevur nú við
sær, at málið verður lagt
fyri býráðið í Fuglafirði
hóskvøldið at taka støðu til.
– Hetta er alt spildurnýtt,
og einki ítøkiligt er í málin-
um enn, men vit hava havt
ein fund við umboð fyri
Klaksvíkar kommunu, har
vit tosaðu um møguleikar-
nar fyri størri samstrvi
millum kommunurnar, og
nú hava vit lagt málið fyri
býráðið at viðgera, sigur
Sigurd Simonsen, borgar-
stjóri í Fuglafirði.
Tilmælið frá fíggjar-
nevndini hjá Fuglafjarðar
kommunu er, at Fugla-
fjørður fer at tosa nærri við
Klaksvík um størri sam-
starv.
– Tað eru nógvir møgu-
leikar eru samstarvið, og
tað fyrsta, vit skulu gera, er
at tosa nærri við Klaksvíkar
kommunu um, hvat vit
kunnu samstarva um, sigur
Sigurd Simonsen.
Langur vegur
1600 fólk búgva í Fugla-
fjarðar kommunu. Umleið
200 á Kambsdali, gott 30 á
Hellunum og restin í Fugla-
firði.
– Fuglafjørður og Klaks-
vík hava hvør í sínum lagi
styrkir og veikleikar, og tí
ber væl til at ímynda sær, at
vit kunnu samstarva á yms-
um økjum. Tað er langur
vegur til nakra samanlegg-
ing, og hetta snýr seg í
fyrstu syftu um samstarv
millum tvær kommunur,
sigur Sigurd Simonsen
– Vit fara ikki at leypa
fram av og ætla okkum
eisini at kanna aðrar møgu-
leikar, men vit mæla til, at
vit fara í samráðingar við
Klaksvíkar kommunu um
størri samstarv, sigur borg-
arstjórin í Fuglafirði.
Staðbundnu nevnd-
irnar fyri Mikladal og
Trøllanes mælir til at
seta eitt kommunalt
starvsfólk í starv í
Kalsoynni, og tað tekur
Klaksvíkar kommuna
undir við
KOMMUNA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Kalsoy: Norðari partur av
Kalsoynni, sum er við í
Klaksvíkar kommunu, skal
nú eisini hava ein komm-
unumann.
Staðbundnu nevndirnar
fyri Trøllanes og Mikladag
mæla til, at ein persónur
verður settur í starv hjá
Klaksvíkar kommunu, sum
skal arbeiða í Kalsoynni.
Tekniska nevnd og Fíggj-
arnevndin hjá Klaksvíkar
kommunu hava havt málið
til viðgerðar, og báðar
nevndirnar taka undir við
uppskotinum.
Málið skuldi fyri á bý-
ráðsfundi í Klaksvík týs-
kvøldið, og var málið sam-
tykt har, verður søkt eftir
einum fólki til starvið.
Klaksvíkar kommuna er
sinnað at lata 400.000
krónur í stuðli til ein
bjargingarbát, sum
Norðoya Bjargingar-
felag ætlar at keypa
BJARGING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvík: Norðoya Bjarg-
ingarfelag hevur ætlanir um
at keypa ein bjargingarbát,
sum skal hava heimstað í
Klaksvík, og sum kann
koma sjómonnum og øki-
num til hjálpar.
Tí hevur bjargingarfelag-
ið biðið Klaksvíkar komm-
unu um stuðul til keypið av
bátinum. Roknað verður
við, at báturin fer at kosta 1
millión krónur, tá ið hann
er siglingarklárur, og Norð-
oya Bjargingarfelag biður
um 40 prosent í stuðli.
Eingin játtan er tøk á
fíggjarætlanini hjá Klaks-
víkar býráð, men undirtøka
er fyri at lata stuðulin, og
umsitingin mælir til flyting
millum konto fyri at finna
pengar at lata í stuðli í ár.
Fíggjarnevndin, Havna-
nevndin og Tekniska nevnd
hava øll havt málið til við-
gerðar, og tey mæla øll til at
lata stuðulin. Málið skuldi
verða fyri á býráðsfundi í
Klaksvík týskvøldið.
Fugfirðingar áhugaðir í
samstarvi við Klaksvík
Kommunumaður í Kalsoynna
Fáa stuðul til bjargingarbát
úlaflokk
lítið frægari, tá Sosialurin
vitjaði flokkin. Tey vóru
beint tá á veg til ein lest-
rarvegleiðara fyri at spyrja,
um nakað var at gera í mál-
inum.
– Hetta var ordiliga keði-
ligt, tí vit hava havt eitt so
øgiliga gott samanhald. Vit
hava kanska ikki altíð verið
so arbeiðssom, men vit
hava havt tað sera, sera gott
saman, sigur ein av gentun-
um í flokkinum.
Ein onnur tekur undir við
henni beinanvegin, og spyr,
hvat politikkarnir hugsa
fyri sær: Teir tosa um Før-
oyar sum verðins besta
samfelag í 2015, samstund-
is sum teir oyðileggja skúl-
an fyri tey og teirra flokk.
Svarið í vindinum
Sambært ætlanini verða
næmingarnir í 2.A býttir
sundir og fluttir í hinar
tríggjar flokkarnar á máls-
ligu deild.
Men av tí at ein næming-
ur verður í avlopi, er ikki
óhugsandi, at hesin næm-
ingurin má allan vegin yvir
í matematisku deild at
ganga seinasta skúlaárið í
Hoydølum.
Enn er tó ikki avgjørt,
hvør næmingur fer í hvønn
flokkin, og hvør hesin eini
næmingurin er, sum møgu-
liga má skifta lestrarhest.
Rektarin spurdi um tey
sjálvi vóru hugað at finna
fram til hetta býtið, men
tað fór helst at gerast ein alt
ov tung uppgáva fyri tey.
Svarið
uppá
henda
spurningin og hesa truplu
uppgávuna
blaktar
tí
framvegis í skúlapolitiska
vindinum.
Splittað sundur
Fyri næmingarnar í 2.A var
hetta tað ringasta sum
kundi henda. Spurningurin
er nú, hvat tey fara at gera.
Tann fyrsta reaktiónin
hjá onkrum teirra var, at tey
snøgt sagt bara fóru úr
skúlanum. Onkur hevði
hug at ganga 2. árið um-
aftur, soleiðis at viðkom-
andi kundi fáa tvey ár
saman við sínum nýggja
flokki.
– Veitst tú hvat – tað er
líkasum sum øll studenta-
tíðin er oyðiløgd. Nú verða
vit splittað sundur, og tað
hendir nú, og júst nú, ið vit
skulu fyrireika okkum at
fara í 3. g.
– Tað er akkurát sum eg
longu nú havi bestan hugin
bara at gloyma alt um hesi
árini í Hoydølum, sigur ein
genta.
Studentabílat og
húgvan
Hon fær undirtøku frá fleiri
av hinum, sum somuleiðis
hava mist allan hugin til
víðari skúlagongd beint nú
– og tað einans tveir dagar
áðrenn royndirnar skulu
byrja.
– Eg hevði so glett meg
til at gerast studentur sam-
an við hinum í flokkinum
næsta ár. At fáa húgvuna á
høvdið saman við teimum.
At skula taka eina felags-
mynd av flokkinum, sum
skuldi hanga á vegginum,
og síðani at gera okkara
egnu t-skjúrtur við øllum
nøvnunum á. Men gakk!
– Nú skal eg knappliga
uppá eina studentamynd
saman við næmingum, sum
eg ikki kenni. Nei, tað er
lítið hugaligt at ganga í
skúla beint nú, sigur hon.
Her er kortini eingin ivi:
Lagið er í botni!
– Fuglafjørður og Klaksvík hava hvør í sínum lagi styrkir og veikleikar, og tí ber væl til at
ímynda sær, at vit kunnu samstarva á ymsum økjum, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í
Fuglafirði