mikudagur 25. mai 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 96 - 25. mai 2005
"Føroyskur" bólkur í
USA vitjar Føroyar í
hesum døgum og
spæla m.a. fyri skúl-
unum kring landið
TÓNLEIKUR
Snorri Brend
Boston-Fuglafjørður:
Bólkurin
"A
Kind
of
B...Quartet" hevur spælt
saman í einar átta mánaðir.
– Hann varð líkasum skip
aður eftir ketureaktións-
skipanini,
sigur
Bjarki
Meitil, sum er føroyska
ískoytið í bólkinum.
– Eg kendi trummuspæl-
aran, og hann kendi so aftur
ein góðan guitarleikara. Eg
havi arbeitt nógv saman við
trummuspælaranum,
og
klaverspælaran kendi eg frá
Argentina, tí vit hava spælt
saman fyri nøkrum árum
síðani.
Bólkurin hevur júst verið
í Italien og spælt, og ynsktu
at leggja leiðina henda-
vegin, nú teir kortini vóru í
"nánd" av Føroyum.
– Eg vildi fegin koma
aftur til Føroyar fyri at
spæla okkara tónleik, m.a.
fyri fleiri av teimum, sum
eg kenni her. Hinvegin so
vóru tónleikararnir eisini
áhugaðir í at síggja og upp-
liva Føroyar og føroyingar.
Eg haldi, at teimum dámar
sera væl her, sigur Bjarki.
Fáa tónleikin út
Teir hava higartil spælt fyri
fleiri skúlum kring landið,
m.a. í Havn, á Strondum og
í Fuglafirði, og skulu eisini
spæla m.a. í Klaksvík.
– Vit hava spælt tónleik,
eins og vit hava sagt eitt
sindur frá tónleikinum.
Høvuðsendamál okkara er
at fáa tónleikin út til børn
og ung.
– Tónleikur okkara er tað
vit kunnu kalla blandings-
tónleikur: Vit hava eitt fast
útgangspunkt úr einum
lagi, men improvisera so
yvir hetta lagið.
– Uppá tann mátan verð-
ur tað einstaka lagið sjáldan
framført eins, sigur Bjarki
Meitil.
Næmingarnir í Fugla-
firði eru ójavnir á
máli um tónleikin hjá
"føroyska" bólkinum.
Onkur helt at teir
spældu sera væl,
meðan onkur annar
mundi sovnað!
TÓNLEIKUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: - Puha, gott
at koma út aftur í fríska
luft!
Tær seks genturnar hava
brúkt – ella sum onkur
teirra segði spilt – ein heil-
an tíma í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði.
Skúlin hevði skipað so-
leiðis fyri, at teir eldru
flokkarnir skuldu fáa høvið
at lurta eftir tónleiki við
føroyskum ískoyti: Tón-
leikabólkin "A Kind of B ...
Quartet" úr Boston í USA.
Við
í
bólkinum
er
nevniliga ein føroyingur,
Bjarki Meitil, sum fegin
ynskti at vísa føroyingum
nakað av tí tónleikinum,
hann fæst við undir lesnaði
sínum overthere.
Hetta er øðrvísi tónleikur
enn
tann
hjá
Britney
Spears, Nik og Jay, Brian
McFadden og øðrum kend-
um nøvnum, sum eru
frammi í tíðini.
Og tey ungu í Fuglafirði
eru ikki bangin fyri at siga
sína hugsan um tónleikin,
tá Sosialurin leggur leiðina
framvið Mentanarhúsinum
um middagsleitið fríggja-
dagin.
– Hatta tók vistnokk EIN
tíma, men tað føldist sum
vit sótu harinni í minst tveir
tímar, sigur ein av næming-
unum.
Upplivilsi
Teir fýra tónleikararnir
hava staðið á pallinum, og
hava gjørt sítt ítarsta fyri at
geva hesum ungu tónleika-
hugaðu fuglfirðingunum
eitt tónlistarligt upplivilsi.
Men ójavnt er, hvussu
móttøkan av hesi framførsl-
uni hevur verið:
– Botnvánaligt, hoyrist
onkur siga úr gongini.
– Nei, hatta var í fínasta
lagi. Eg haldi, at guittar-
leikarin og hasin Bjarki
spældu øgiliga væl, sigur
ein annar næmingur.
Ikki ber til at fáa orð á
hesar báðar næmingarnar
fyri at fáa eina nærri út-
greining, tí svongdin dreg-
ur teir helst heim til
mammu,
nú
døgurðin
stendur fyri framman.
Nakrar gentur í 7. og 9.
flokki standa kortini enn
uttanfyri Mentanarhúsið og
tosa um framførsluna.
TAÐ er tónleikur
Hesar seks genturnar eru
eisini á ójavnum máli um,
hvussu framførslan var og
hvat slag av tónleiki teir
spældu fyri næmingunum.
– Hatta – hatta var so ikki
tónleikur, sum eg meti sum
tónleik. Hatta slagið av
tónleiki hevði eg so aldrin
tímað at lurta eftir, sigur ein
teirra avgjørd.
– Nei, gev mær heldur
eina fløgu við bólkinum
"KORN" – TAÐ er tón-
leikur, sigur hon.
Hon verður avbrotin av
eini aðrari, sum eisini vil
sleppa at siga sína hugsan:
– Ein góður ABBA-sang-
ur hevði bestemt ikki verið
av vegnum, sigur hon, og
allar hinar skera útí at
flenna.
Tær eru í øllum førum
samdar um, at tær ikki
rættiliga skiltu tónleikin,
hóast tónleikararnir uttan
iva hava dugað væl at
spælt.
Annar vinkul
Hóast tær eru rættiliga
samdar um tónleikin, so er
tað kortini ein teirra, sum
kemur fram við einum
øðrum vinkli uppá støðuna.
– Eg haldi, at tað var ikki
soooo øgiliga rotið. Hatta
er bara ein heilt serligur
stílur, - halda tit ikki eisini
tað?!
– Eg haldi, at tað var gott
uppá teirra máta. Men hatta
er so allíkavæl ikki nakað,
sum mær dámar, sigur
henda gentan.
Tað var tó eitt, sum henda
gentan saknaði, og sum
allir bólkarnir, sum hon
lurtar eftir, hava – ein sang-
ara.
Her var eingin sangari,
bara tónleikur og aftur tón-
leikur. Einki annað.
– Eg mundi sovnað, sigur
ein teirra brádliga.
– Ja, eg sá tað, sigur ein
onnur.
– Men eg haldi, at teim-
um sum dámdi tónleikin,
tey livdu rættiliga við.
– Ein tími føldist sum tveir
Improvisera yvir eitt fast útgangspunkt
Hesar seks genturnar úr 7. flokki í Fuglfjarðar skúla - frá vinstru: Lis Højgaard, Maria Olsen (í 9. flokki), Durita Mohr Jacobsen,
Lilja Hansen, Helena Midjord og Dina Pállsdóttir – halda ikki, at tónleikurin júst var nakað, sum tær vanliga høvdu tímað at
lurta eftir
Mynd: Bárður
– Okkara tónleikurin er
ein blandingstónleikur,
sigur Bjarki Meitil (næst
uttast vm), sum er
føroyska ískoytið í
bólkinum "A Kind of B ...
Quartet"
Mynd: Bárður