Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 25. mai 2005 9 Borgar- stjórin bíðar við at svara Jan Christian- sen Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur í løtuni ikki hug til at gera við- merkingar til at- finningarnar frá fyrrverandi borgar- stjóranum í Havn, Jan Christiansen, um at býráðssam- gongan heldur and- støðuna fullkomi- liga uttan fyri alt, ið fer fram í býráðnum BÝRÁÐSÓSEMJA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, hevur kært núverandi borgarstjóran í Havn; Heðin Mortensen, fyri løgtingsins umboðsmann, tí at hann metir, at borgar- stjórin hevur gjørt íløgur, sum ikki hava verið fyri í nevnd. Fer at svara Talan er eitt nú um ar- beiði við Müllers Pakk- hús, har ein brúgv verður gjørd, soleiðis at tað verð- ur høgligari hjá fólki at koma til pakkhúsið. Jan Christiansen og hinir limirnir í andstøðuni í Tórshavnar Býráð halda, at talan er um eina íløgu, ið sostatt átti at verið løgd fyri býráðið og viðgjørd í nevnd. Tað er málið ikki, men tað metir borgarstjórin ikki verða nakran trupul- leika, tí eftir hansara tykki er talan um eina umvæling, ið ikki skal leggjast fyri býráðið. Heðin Mortensen sigur seg ikki hava hug til at gera viðmerkingar til at- finningarnar frá fyrrver- andi borgarstjóranum í løtuni, tí hann heldur tær verða so langt úti, sum hann málber seg. Hann sigur tó, at hann fer at svara Jan Christiansen, men tað verður ikki beint nú.0 Árliga bátastevnan í Vestmanna var um vikuskifti, og slakir 100 bátar tóku lut, hóast veðurmenninir høvdu boðað frá ringum veðri BÁTASTEVNA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyrireikararnir av árligu bátastevnuni í Vestmanna høvdu ikki væntað at stórvegis av bátum fóru at vitja stevnuna, tá ið teir veðurforsøgnirnar fyri farna vikuskifti. Veður- menninir boðaðu frá ring- um veðri, men tað vísti seg tó, at veðrið var væl betur enn væntað, og av tí sama gjørdist undirtøkan betur enn væntað. Fleiri avbygdabátar Ein av fyrireikarunum, Jógvan Emil Nielsen, sigur, at bátastevnan eydnaðist væl. Sum áðurnevnt var luttakaratalið beint undir 100 bátar, og eini 500 fólk vóru til suppu, tá ið bátar- nir vóru komnir at bryggju. Jógvan Emil Nielsen sigur, at teir høvdu ikki væntað tað stóra av bátum, men lutakaratalið var væl betur, enn teir høvdu rokn- að við, tá ið veðurforsøgn- irnar verða havdar í huga. Serliga hugaligt var tað, at tað eisini vóru nógvir av- bygdabátar. Um kvøldið var skipað fyri dansi í høllini í Vest- manna, og her var undirtøk- an eins góð, sum hon plagar at verða. Jógvan Emil Niel- sen sigur, at høllin var full, og at nógv fólk var komið til Vestmannar í dans. Slakir 100 bátar á bátastevnu Slakir 100 bátar vóru við á árligu bátastevnuni í Vestmanna, sum var um vikuskiftið. Mynd: Jens Kr. Vang Tey kongaligu vitja víða Skráin fyri vitjanina hjá kongsfamiljuni í komandi mánað er nú almannakunngjørd, og ikki kann sigast annað, enn at tey kongaligu fara at vitja víða kring landið KONGALIGA VITJANIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fólk kring alt landið hava leingi bíðað í spenningi eftir, at skráin fyri vitjanina hjá kongsfamiljuni skuldi almannakunngerast. Hetta bleiv gjørt seint mánadag- in, og skráin avdúkar, at tey kongaligu fara at vitja bæði Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar, Sandoy, Suðuroy og høvuðsstaðin. Eivør og Deja skulu undirhalda Sum tey flestu óivað vita, eru tað drotningahjúnini og krúnprinsahjúnini, ið koma á vitjan í Føroyum. Vitjan hjá teimum kongaligu byrj- ar mánamorgunin 20. juni, tá ið kongsskipið Danne- brog leggur at bryggju í Havn. Meðan vitjað verður í høvuðsstaðnum, fara drotn- ingahjúnini eitt nú at leggja grundarsteinin til nýggju kirkjuna í Hoyvík. Krún- prinsahjúnini fara millum annað at vitja dagstovnin á Hamrinum á Argjum. Um kvøldið er løgmaður vertur við ein galladøgurða í Norðurlandahúsinum, har konsert við Eivør Pálsdóttir og Deja verður á skránni. Vitja Sandoynna og Suðuroynna sama dag Týsdagin 21. juni gongur leiðin hjá kongsfamiljuni fyrst til Sandoyar, har vitjað verður í kirkjuni og við útgrevsturin í Junkarins fløtti. Síðani gongur leiðin til Suðuroyar. Meðan kongs- familjan vitjar í Suðuroy, fara drotningahjúnini eitt nú at vitja Ruth Smith savnið, samstundis sum krúnprinsahjúnini vitja ullvirkið Sirri. Eisini verður vitjað á Tvøroyri, og um kvøldið er Tvøroyrar Býráð vertur við ein døgurða, sum verður í høllini í Trongisvági. Norðoyatunnilin verður vitjaður Triðja dagin, ið kongsfam- iljan vitjar í Føroyum, gongur leiðin til Norð- oyggjar og Eysturoynna. Eitt nú fara drotningahjún- ini at vitja Norðoyatunnilin Klaksvíksmegin, meðan krúnprinsahjúnini vitja Leirvíksmegin. Krúnprinsahjúnini skulu hendan dagin eisini hitta avstraliarar, sum eru búsit- andi í Føroyum, í Klaksvík. Sostatt fær Mary krúnprin- sessa høvi til at hitta nakrar av sínum landsmonnum, ið eru líka langt av landi skot- in, sum hon sjálv. Mikukvøldið bjóðar kongsfamiljan til góðan nátturða fyri innbodnum umborð á kongsskipinum Dannebrog, sum tá liggur við bryggju í Havn. Morgunin eftir verður vitjað í Vágum, og um viðr- ar flúgva krúnprinsahjúnini í Mykinesi. Drotningahjún- ini fara at vitja barnagarðin Sóljugarð í Sandavági og Kálvalíð í Miðvági. Vitjanin hjá kongsfamilj- uni í Føroyum endar við einum tíðindafundi á Hotel Vágum seinnapartin hós- dagin 23. juni. Krúnprinsahjúnini fara eitt nú at vitja dagstovnin á Hamrinum á Argjum og Margarinfabrikkina, meðan tey eru í Føroyum. Eisini skulu tey hitta avstraliarar, sum eru búsitandi her á landi Skráin fyri vitjanina: Mándagin 20. juni Kongsfamiljan kemur til Tórshavn við kongsskipinum Dannebrog. Aftaná at vera boðin væl komin á havnarøkinum, vitja tey kongaligu í Tinganesi og Løgtingið. Krúnprinsahjúnini vitja Dómkirkjuna og Margarinfabrikkina Tórhavnar býráð bjóðar morgunmat í Müllers pakkhúsi. Drotningarhjúnini vitja Landssjúkrahúsið, Tjarnargarð, Forn- minnissavnið, økið har Hoyvíkar kirkja verður bygd, har grundarsteinur verður lagdur, og William Heinesens hús. Samstundis vitja krúnprinsahjúnini Dagstovnin á Hamrinum, Listasavnið og Færøernes Kommando. Um kvøldið er løgmaður vertur fyri galladøgurða í Norðurlanda- húsinum, við mótasýning og konsert har Eivør Pálsdóttir við Kasahópinum og Deja Vu framføra. Eftir døgurðan siglir Dannebrog av Tórshavn. Týsdagin 21. juni Kongsfamiljan kemur til Sands við kongsskipinum Dannebrog. Siglt verður í land við skipsbátum. Tey vitja kirkjuna og útgrevsturin í Junkarins fløtti. Dannebrog siglir til Suðuroyar. Vágs býráð bjóðar morgunmat í Vági. Drotningahjúnini vitja Ruth Smith savnið, samstundis um krúnprinsahjúnini vitja Sirri. Kongsfamiljan leggur leiðina framvið sluppini Jóhonnu. Eftir hetta koyra tey kongaligu til Tvøroyrar har drotningahjúnini vitja Gallarí Oyggin og gamla kongaliga einahandilin. Um somu tíð vitja krúnprinsahjúnini sjúkrahúsið og ellisheimið. Hetta kvøldið er Tvøroyrar býráð vertur fyri døgurða, sum verður í høllini í Trongisvági. Eftir døgurðan siglir Dannebrog av Tvøroyri. Mikudagur 22. juni Dannebrog siglir inn á Klaksvík. Drotningahjúnini vitja sambýlið á Heygnum, Norðoyartunnilin og Christianskirkjuna. Krúnprinsahjúnini koyra til Viðareiðis, og afturkomin til Klaks- víkar hitta tey avstraliarar búsitandi í Føroyum. Klaksvíkar býráð bjóðar morgunmat í Skálanum. Kongsfamiljan siglir við Brimli til Fuglafjarðar. Úr Fuglafirði verður koyrt til Leirvíkar, har kongsfamiljan vitjar bátasavnið. Drotningahjúnini vitja Toftanes-grevsturin, samstundis sum krúnprinsahjúnini vitja Norðoyartunnilin Eysturoyar megin. Drotningahjúnini koyra til Elduvíkar, meðan krúnprinsa- hjúnini koyra til Gjáar. Um kvøldið verður góður nátturði (souper) fyri serliga innbodn- um umborð á Dannebrog. Seint á kvøldi siglir Dannebrog av Tórshavn. Hósdagur 23. juni Kongsfamiljan koyrir frá Dannebrog í Sørvági til Gásadals. Eftir vitjanina í Gásadali vitja drotningahjúnini Sóljugarð í Sandavági og Kálvalíð í Miðvági. Viðrar, flúgva krúnprinsahjúnini við tyrlu til Mykinesar. Seinni vitja tey kongaligu ellis- og avlamisheimið í Vágum, og Miðvágs býráð bjóðar morgunmat. Vitjanin hjá kongshjúnunum endar seinnapartin við tíðindafundi á Hotel Vágum.