Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 96 - 25. mai 2005 Tað er altíð áhugavert at hyggja at søguligum paralellum, tá hugt verður at gongdini í samfelagnum. Vit frætta í hesum døgum, at tilgongdin til miðnámsskúlarnir er so stór, at eitt stórt tal av skikkaðum umsøkjarum fáa nega- tivt svar. Hetta var eisini gongdin fyrst í nítiárunum, tá tað gjørdist sera ringt hjá ungum fólki at finna sær arbeiði ella lærupláss í vinnuni. Spurningurin er, um ikki henda stóra tilgongdin er enn eitt tekin um, at búskapurin er við at stagnera. Signalini eru nógv. Formaðurin í Felagnum Línuskip ávar- ar ímóti kreppu í línuflotanum, rækjuflotin liggur enn í andaleypi, alivinnan anir og flakavinnan hevur ikki júst gullár í hesum døgum, hóast standurin kanska er eitt sindur frægari enn fyri hálvum ári síðani. Av øðrum vinn- um, er tað bert ferðavinnan, sum veruliga gevur eitt stórt íkast. Fíggjarlógin gevur stórt hall - áleið líka stórt hall, sum nýligi blokkniðurskurðurin - og er hetta sjálvsagt ikki haldbart í longdini. Loysnin er tó ikki at seta teknokrat- iskar bindingar, ið nokta fíggjarlógini at hava hall, hóast tað tykist verða móti í tí meira teoretiskt orienteraða part- inum av búskaparfrøðingum í Føroyum at skjóta upp teknokratiskar bindingar á fólkaræðið. Loysnin má verða at taka tey tøk, ið ongantíð vóru tikin, tá blokkurin varð niðurskorin. Sker man blokkin við einari millión um dagin, so má útreiðslusíðan á fíggjarlógini skerast tilsvar- andi, tí skattur og MVG fær illa hækkað meir. Hetta er harður kostur, og ikki nakað, sum sitandi sam- gonga eigur heiðurin av, men tá undanfarna samgonga bert skar blokkin, uttan neyðugu justeringarnar, so má tað verða upp til sitandi samgongu at rudda upp eftir tí undanfarnu. Sum áður nevnt ber ikki til framhaldandi at hava hall í tí stødd, sum hallið í ár er. Tann sonevndi pleniklipparin ber ikki til at brúka. Rað- festing má til, og eigur samgongan at seta seg niður við einum blankum pappíri og rokna aftureftir út frá teimum málum fyri samfelagið, ið politkarnir seta. Vit mugu, um vit skulu rópa okkum vælferðarsamfelag, hava eina fría skúlagongd, fría sjúkrarøkt, góð viðurskifti og røkt á ellisárum og hjá teim við serligum tørvi og ein vælfungerandi infrastruktur. Hetta er tað, ið skal koma út í tí endanum, sum borgarin merkir. Tá kostnaðurin av hesum er uppgjørdur, so kann man rokna hvussu nógv er til rest og so má tað almenna justerast til tann búskapar- liga veruleika, ið er eftir blokkniðurskurðin, heldur enn at diskutera toppin av pyrimiduni fyrst, fyri síðani at skera í neðra. Tað ironiska er, at blokkniðurskurðurin uppá meir enn eina millión um dagin, helst kemur at gera okkum verri før fyri at yvirtaka málsøki og kemur at verða medvirk- andi til búskaparliga stagnatión, ið setur ferðina á sjálv- stýristilgondini niður. Tað verður hart hjá nógvum starvsbólkum komandi árini. Bert spell, at so nógvir veljarir trúðu uppá, at hesin blokkniðurskurður ikki kom at merkjast. Uppá sikt kemur hann helst at merkjast best, har sum undirtøkan var størst, nevniliga í teimum økjum, har almennu lønargjaldingar- nar eru størst. Ikki sørt ironiskt. DAGSINS MEINING Sosialurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Magna Thomassen Ein sonn søga sigur, at nakrir týskarar fyri árum síðani vóru komnir norður til Viðareiðis og spurdu eftir farti til Mikinesar. - Vit fáa ein góðan látur; men er ikki annað, vit kunnu gera fyri at lætta um hjá okkara ferðafólki, ið hevur valgt sær hetta vakra men kostnaðarmikla ferða- mál? Síðan hasa hending er nógv broytt til tað betra. Millum annað eru skelti komin fram við landsveg- irnar. Men nøkta tey tørv- in? Plaga tit at hyggja eftir skeltum fyri at finna vegin fram her á landi? Allarhelst ikki. Vit før- oyingar vita vanliga at finna leiðina fram. Nú útlendskir bilar so smátt aftur eru at síggja á vegunum, koma skemtulig minni frá fjør sumri fram. Hesir tilburðir eru bert tveir av einum ótali, sum onnur helst kenna til. Eina bilferð vestur yvir land, komu fólk úr tveim- um stórum húsvognum og spurdu, hvussu tey komu til Vestmanna. Vit vóru stødd á Oyrabakka og greiddi eg frá, hvønn veg tey skuldu koyra: Fyrst um brúnna, suðureftir um nesið, so norðureftur til rundkoyr- ingina og har fara longur norður til Vestmanna. NEI! Har høvdu tey ver- ið, og har vísti onki til Vestmanna. Til Vágar og Tórshavnar skuldu tey ikki. Við korti frammanfyri greiddi eg enn eina ferð frá leiðini og at har var ongin annar møguleiki, hóast Vestmanna lá beint hinu- megin fjøllini, vit hugdu yvirá. Síðan fór eg frá teimum. Komin til rundkoyringina í Kollafirði kundi eg bara geva gestum okkara rætt. Har var ongin ávísing til Vestmanna - heldur ikki til Mikinesar - okk- ara mest vitjaðu feriu- mál!! Við stórum húsvognum er avgjørt ikki ráðiligt at koyra her á landi uttan mið og mál. Hin tilburðurin var, tá ein skilamaður, sum fleiri ferð- ir hevur verið í Føroyum, tosaði um, at hesa ferð skuldi hann ein biltúr til Suðuroyar. Dagarnir ganga. So ein dagin spyr hann, hvussu hann kemur til Sandoyar. Hann fær eina frágreiðing um, hvar Gamlarætt er og fer avstað tíðliga á morgni við Dúgvuni fyri at verða norðuri aftur um kvøldið. Onki varð nevnt um Suð- uroynna. Tá hann kemur aftur, var hann ikki blíður: Hvat í ..... gera tit her í Føroyum. Er onki skil í nøkrum. Ólukkudýrið var farið til Sandoyar, koyrdi suður eftir oynni til hann kom har, hann helt ferjan til Suður- oyar sigldi og spurdi eftir farti. – Vit royndu at halda látrinum og hugsaðu um sandoyingar saman við vin- manni okkara, har teir stóðu so fittir og skimaðust suður eftir Smyrli. Hvussu kann tílíkt henda? – Kanska bara skilagóð hugsan, tá onki annað er uppmerkt? Tí tá vit seinnu kannaðu eftir, funnu vit onki skelti nakrastaðni norðan fyri Havnina, ið vísti til Sand- oyar og Suðuroyar ella hin- ar smærru oyggjarnar. Við rundkoyringina áðrenn Hoyvík finna vit tað skemtiligasta. Har stendur bara Tórs- havn C og V umframt Hoy- vík. Ongi skelti, sum leiða ferðafólk í bili eftir ring- vegum til tær ymsu ferj- urnar til útjaðaran og -oyggjarnar. Hvussu bilar verða leidd- ir frá Norrønu og út um landið, veit eg ikki. Vón- andi ikki líka ússaliga. Men nógv skal ikki til fyri at bøta um skeltini. Hvør tað so er, ið bøtir. Um tað ikki verður gjørt, eigur hvørt ferðafólk at fáa eitt greitt vegakort í hond- ina, tá tey koma. Ynskja tit kanska, at tey villast umborð á skeiva ferju og gjøgnum skeivan tunnil? Ella ynskja vit, at tey fara úr Føroyum við góðum minnum, ið eisini eggja øðrum at koma higar? Hergeir Nielsen Øllum føroyingum stendur í boðið at ogna sær at- gongumerki til landsdyst- irnar móti Sveis og Írlandi 4. og 8. juni. Mánaðir og ár eru síðan, hesir dystir vóru lagdir hesar dagar, og nú standa teir so fyri durðum. Freistin at keypa í forsølu er farin, og atgongumerkini eru farin sama veg. Ferðamannalandið Før- oyar er so væl skipað, at føroyingar flestir sleppa heimaftur aftan á, at dystur er spældur, men ikki allir. Vit suðringar sita sum vanligt eftir við sviðið soð, tí vit hava framvegis ikki ánilsi av, um vit sleppa heimaftur ella ikki. Aftur hesuferð missa vit møguleikan fyri at síggja Óla Johannesen, Mortan úr Hørg, og aðrar góðar menn, geva írum og øðrum ein skarpan gang. Áhugin okkara millum er eins stórur og aðrastaðni, og fleiri okkara hava enntá ættbundnan áhuga í at merkja írska blóðið á kóki á Tórsvølli, men so skal ikki verða. Strandfaraskip Landsins standa eingi altjóða kvali- fikatiónskrøv, og ísakalda fyritøkan hevur als ongan tørv á at vinna sær sess millum tey fremstu. Miðstaðarfyritøkan við stóra M kemur vanliga dumpandi á vøllin, tá at- gongumerkini er farin og varpar tá út, at hon siglir við tómum skipi, og at suðringar hava ikki tann stóra áhugan fyri hesum dystum. Suðringar liggja hinvegin heima og síggja dystirnar í sjónvarpið, meðan teir bíta í gólvteppið, tí teimum heldur ikki hesuferð untist at fara um fjørðin og upp- livað allan meldurin við vøllin. Soleiðis er tað hesuferð, og soleiðis er tað hvørja ferð. Og soleiðis fer tað at vera hvørja ferð framyvir, so leingi sum hjartalagið ikki er við í almenna rakstr- inum, har hvør ikki veit av øðrum. Vit hava aftur her eitt skúladømið um, at áhugin fyri at tæna teimum ferð- andi er munandi minni enn viljin til at ráða yvir teim- um. Samgongan yðjur í suðr- ingum, sum ikki minni enn tvær ferðir í farnu tingsetu hava felt uppskot um at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkaranum, soleiðis at vit fingu ein bíligari, skjótari og munandi skila- betri rakstur. Ein rakstur, sum setti brúkaran fram um bureaukratiið. Gott hevði verið, um landsstýrismaðurin hevði rist eitt sindur í skipanina og víst Suðuroyargonguni, at ein klaksvíkingur í inn- lendismálaráðnum kundi loyvt suðringum til lands- dystir - og heimaftur sama dag. Kennir tú leiðina? Føroyingar, írar og suðringar Búskaparstagnatión?