Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 25. mai 2005 11 Shakin’ Stevens vinnur sjón- varpskapping SUMMAR- FESTIVALURIN Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Shakin’ Stevens vann leygarkvøldið kapping- ina "Hit me baby one more time" á ITV1. Hetta er ein kapping fyri tónleikarar, sum plagdu at vera kendir. Tey, sum Shakin’ kapp- aðist ímóti í finaluni, vóru diskobólkurin Shalamar and boy- bandið 911, The one and only Chesney Hawkes, Carol Decker, Tiffany, og Hue &Cry. Ein fyrrverandi stjørna úr 70’ ella 80’árunum kom víðari í hvørjum undanumfari, og leygarkvøldið vóru tað hesi, sum hittust í finaluni. Tey spældu sítt kendasta lag og eina tolking av einum nýggj- um lag. Hyggjararnir valdu so vinnaran. Shakin’ Stevens luttók við klassikaranum "This ole house" og eini tolking av lagnum "Trouble" hjá Pink. Tað var nóg mikið til at vinna hjørtuni á áhoyr- arunum. Løgini, sum Shakin’ spældi, verða send út sum dupult stakfløga 13. juni. Teitur og Høgni í Gimle Teitur Lassen og Høgni Lisberg fara hóskvøldið klokkan 21.00 á pallin í Gimle í Roskilde. Hetta eigur ikki at verða blandað við hitt millum føroyingar víðagitna Gimle á Islandsbrygge. Gimle hevur í nógv ár verið eitt tað best umtókta spælistaðið í Roskilde, og nú fara tveir av fremstu før- oysku sangarum og sangskrivarum á pallin har. -nud Reidar Nónfjall Landsstýrið hevur ikki, nú vit skriva ár 2005. sett eina greiða búskapar-strategi fyri tað almenna, hvørki uppá styttri ella longri sikt. Hetta sæst nú týðuliga aftur við m.a. hallinum á fíggjar- lógini fyri 2004. Eftir leys- ligum framrokningum um inntøkur og útreiðslur, er nógv, sum bendir á, alt annað líka, at hetta hall økist munandi í 2005 og 2006. Eitt hall á fíggjarlógini uppá 3-7% av BTÙ eigur at seta allar ávar-ingar-lampur at lýsa hjá landsstýrinum og er at meta sum eitt vandamál. Tað er ikki bara hall í sær sjálvum og fígg- ingin av einum halli, sum er kritiskt - tað er líka nógv vantandi raðfesting av rakstrarútreiðslum og íløg- um, herundir at alt ov stórar fíggjarligar bindingar verða gjørdar í "skeivar" rakstrar- útreiðslur, sum minka um møguleikarnar at økja vælstandin í samfelagnum. Búskaparliga útgangs- støðið 2005 - krepputekin Fíggjarliga orkan hjá tí almenna er nógv tengd at vinnuliga virkseminum í samfelagnum. Tí eigur fíggjarpolitikkurin at taka hædd fyri búskaparligu gongdini, úrslitunum og út- litunum í vinnuni. Búskaparliga støðan í Føroyum er nógv merkt av stagnatión og niðurgongd. Greið krepputekin eru í føroyska búskapinum, eitt nú hevði landskassin eitt hall á fíggjarlógini 2004 uppá 152 mió.kr og fiska- virkini á landi høvdu eitt hall uppá 25 mió.kr. í 2004. Um so er, at ongi tiltøk verða sett í verk at fremja skerjingar í almennum tæn- astum og bygnaðarligar umleggingar innan allan tann almenna sektorin, eru útlitini fyri 2005 og 2006 vánalig, og roknast kann tá við einum halli uppá 300- 700 mió.kr. á fíggjarlógini, svarandi til umleið 3-7% av BTÙ. Til samanberingar kann nevnast, at danska fíggjar-lógin vantandi fer at vísa eitt avlop uppá 1,8% av BNP í 2005. Útlitini fyri danska búskapin eru ein solid búskaparlig fram- gongd við stórum vøkstri í vinnuíløgum og vøkstri í útflutninginum. Sama bú- skaparliga framgongdin ger seg galdandi í Svøríki og Norra Politiskt eru ongi tekin um, at henda álvarsliga bú- skapargongdin í Føroyum hevur ávirkan á førda bú- skaparpolitikkin og onnur politikøkir hjá tí almenna - tað koma als ongi signalir til leiðslur og borgarar, um nakað at rætta seg eftir. Tað er eisini sera óheppið, at tá so tiltøk langt um leingi verða sett í verk, ja so verða eisini vælvirkandi tænastur raktar og lagdar í sorl. Tað er vanligt og náttúr- ligt, tá lond eru á veg í krepputíðir og í krepputíð- um, at framd verða tiltøk og rationaliseringar innan tað almenna. Í kreppuárunum í Føroyum í tíðarskeiðnum 1991-1995, vórðu hesar uppgávur loystar og dikter- aðar av donskum embætis-- monnum og serfrøðingum frá IMF. Í hesum sama tíðarskeiði vórðu allar før- oyskar kommunur settar undir umsiting av lands- stýrinum. Spurningurin er um før- oyskir politikarar hava leiðsluligan førleika og dirvi at útinna kreppu- leiðslu, tvs. skapa ella tryggja stabilitet í samfe- lagnum í einari slíkari álv- arsligi støðu, sum er íkomin í føroyska búskap- inum. Søgan vísir, at tað hava teir ikki og tí er øll orsøk til at fata hesa bú- skaparligu gongdina og støðuna sum sera álvars- liga. Vantandi politisk út- spæl og ongi búskapar- politisk mál kunnu seta enn meira ferð á eina kreppu- tilgongd. Búskaparpolitisk mál og amboð Tað er í løtuni ikki gjørligt at síggja, hvørji fíggjar- politisk mál landsstýrið hevur sett sær og hvussu fíggjarpolitisku amboðini verða brúkt. Fíggjarlógin er høvuðs- amboðið hjá politisku myndugleikunum at útinna ætlaða fíggjarpolitikkin. Á fíggjarlógini eigur td. at síggjast, hvussu útreiðslu- bygnaðurin hjá tí almenna politisk verður ásettur og hvørji mál eru sett til inn- rættingina av almenna sek- torinum uppá styttri og longri sikt. Fíggjarlógin skal eisini vísa og innihalda mál um, hvussu landið út- vegar sær inntøkur í løtuni og uppá longri sikt. Tað eru hundratals kontoir á fíggjarlógini, sum ávirka búskaparligu gongd- ina hvør í sínum lagi ella hava onga tænastuliga ávirkan, eru óneyðugar ella eru gloymdar. Tí er neyð- ugt, at tað fyrst verða løgd mál og strategi fyri al- menna sektorin (land og kommunur), og at hetta sæst aftur í innihaldinum í árligu fíggjarlógini og tí planlegging, sum fer fram í tí sambandi, og síðan tí stýring sum byrjar 1. januar á hvørjum ári. Tað fyriligg- ur í Føroyum eitt nú ongin langsiktað rakstrarætlan og íløguætlan fyri land og kommunur, sum politiskt verður fylgd. Eitt valskeið er ikki nóg mikið strateg- iskt at arbeiða útfrá í einum samfelag og einari dynam- iskari umverð. Búskaparpolitisku málini eru vanliga: • Búskaparligur vøkstur (nýggjar vinnur, økt pro- duktión, virðisøking o.a.) • Øll í arbeiði (burtursæð frá td. friktiónsarbeiðs- loysi og konjunkturar- beiðsloysi) • Prísstabilitetur (lág infla- tión) • Javnvág á gjaldsjavnan- um • Umhvørvi - herundir um- sitingin av okkara til- feingi. Tað ber ikki til at náa øllum hesum málum til fulnar samstundis. Tí má gerast eitt politiskt val og rað- festing útfrá galdandi for- treytum, um hvørji av mál- unum eiga at veljast og raðfestast ovaligari enn onnur og innan hvat tíðar- skeið. Nøkur av málunum taka longri tíð enn onnur at gjøgnumføra, og ymiskt er, hvørji amboð eiga at brúk- ast til at náa málunum. Skal td. tað almenna verða við til at seta gongd á búskap- arliga vøksturin og nær, hvussu leingi, á hvønn hátt og í hvussu stóran mun. Hetta eru tey generellu málini, sum onnur deilmál eiga at setast útfrá. Hetta merkir, at skal tað almenna td. verða við til at skunda undir búskaparligan vøkst- ur kann hetta gerast við selektivum skipanum og tiltøkum, sum møguliga kunnu avmarkast og avtak- ast eftir tilætlað úrslit. Tryggjast kann, at bara al- mennar lønartungar íløgur verða settar í verk, sum skapa nógv arbeiðspláss og fortreytir fyri at menna verandi og nýggjar vinnur. Búskaparligur vøkstur Tað eru nakrir undirliggj- andi faktorar, sum ávirka búskaparliga vøksturin - sonevndir drivarir. Hesir kunnu td. verða vinnulig førleikamenning hjá leiðsl- um og starvsfólkum í vinn- uni, vinnulig nýskapan, íverksetaraskipanir, glo- balisering og informations- og kommunika-tiónstøkni (ICT). Landsstýrið eigur skjót- ast gjørligt at leggja eina langsiktaða strategi fyri búskaparliga vøksturin. Viðmerkjast kann, at td. lægri persónskatturin í 2005 hevur onga effekt havt ella fer at fáa á bú- skaparliga vøksturin ella skapa arbeiðspláss. Henda skattalækking í 2005 hevur havt við sær, at privata nýtslan er økt og tilsvarandi er innflutningurin øktur eftir hesum nýtsluvørum - innlendski eftirspuringur hevur ikki havt við sær hægri íløgur og stovnan av fleiri virkjum í útflutnings- vinnuni. Langsiktaða ávirk- anin av skattalættanum, alt annað líka, er stórt hall á fíggjarlógini. Hinvegin hevði tað givið meining, at td. partafelags- skatturin varð settur til 0% komandi 5-10 árini. Hetta hevði havt við sær, at føroysku virkini betri kundu kappast um menning av nýggjum vørur og tæn- astum og landskassin fekk aftur inntøkur frá skatti av lønum. Øll í arbeiði Í Føroyum er nakað, sum bendir á, at vit komandi árini hava fingið eitt struk- turelt arbeiðsloysi, tvs. har tað ikki uttan víðari ber til at flyta fólk úr einari vinnu í eina aðra (tað eru ongar nýggjar vinnur og talan er oftast um at flyta ófaklærda arbeiðsmegi, sum skal skúlast, áðrenn henda kann brúkast í meira vitanar- tungum vinnum). Hetta eigur tað almenna at taka hædd fyri í langsiktaða fíggjarpoltikkinum, eitt nú at steðga stuðli til vónleys projektir og skipanir, men heldur skapa betri karmar og skipanir, fyri eitt nú íverksetarar, sum kunnu skapa nýggjar útflutnings- vinnur og arbeiðspláss. Prísstabilitetur (lág inflatión) Tað almenna eigur ikki at ganga undan í at hækka prísirnar á framleiðslufak- torunum í samfelagnum (løn) - tí vanliga verður hetta gjørt uttan tilsvarandi vøkstur í produktivitetinum ella hægri góðsku. Før- oyskar vørur og tænastur hava í flestu førum lutfals- liga ikki stórt vitanarinni- hald og kappast á markn- aðum við "deyðiligari" kapping, har ávísir faktorar kunnu hava avgerðandi týdning fyri at klára seg. Tí er neyðugt at vísa aftur- haldi í lønarvøkstrinum, so leingi vit ikki kunnu selja aðrar vitanartungar vørur og tænastur, sum geva nógv av sær í lønum til framúr kompententar leiðslur og starvsfólk. Umhvørvi - umsiting av tilfeingi Fiskivinnan er høvuðsvinna í Føroyum og tí er neyðugt at fara væl um henda partin av ríkidøminum, her verður hugsað um veiðutrýst og dálking av havumhvørvin- um. Ekspansivur kontra kontraktivur fíggjar- politikkur Tað er onki í vegin fyri, at tað almenna ella landsstýr- ið velur at brúka fíggjar- politikkin til at ávirka og stýra einari ynskiligari bú- skaparligari gongd. Tað er kortini ógjørligt at síggja í løtuni, hvat slag av poli- tikki veruliga verður førdur - í løtuni verður førdur ein fíggjarpolitikkur, sum minnir um ekspansivan fíggjarpolitikk við halli á fíggjarlógini, men uttan mið og mál. Kunnu vit so næsta ár roknað við tí øvugta ella einum kon- traktivum fíggjarpolitikki, og hvørjar avleiðingar fær tað. Yvirtøkur av málsøkjum og nýggjar útreiðslur Landsstýrið hevur sett sær fyri at yvirtaka nýggj máls- økir frá danska statinum, eitt nú kirkjan, løgregla o.a. Samstundis er ríkisveiting- in minkað við 30%. Hetta eigur at leggjast oman á hallini á fíggjarlógini. Sterkari búskaparlig stýringarambað hjá tí almenna Landsstýrið eigur at leggja fyri Føroya Løgting eina broyting í stýrisskipanar- lógini, sum ásetur, at lands- stýrið, sum útgangspunkt, ikki fær loyvi at leggja fyri tingið eina fíggjarlóg fyri landskassan, sum gevur hall. Um so er, at lands- stýrið ætlar at leggja eina fíggjarlóg við halli fyri løgtingið, skal hetta gerst við serligum grundgeving- um og saman við ítøkju- ligum ætlanum um, hvussu búskapurin kemur í rættlag aftur. Harafturat eigur at áset- ast í stýrísskipanarlógini eitt hámark fyri skuldar- bining av landskassanum. Samanumtikið eigur landsstýrið at leggja eina langsiktaða búskaparstra- tegi fyri almenna sektor-in, herundir eisini fígjarliga virksemi í føroysku komm- unum. Møguleikarnir fyri rationaliseringum og um- legginum innan almenna sektorin eru nógvir, men tað hastar. VIÐMERKINGAR Almenni búskapurin uttan mál og strategi