mikudagur 25. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 96 - 25. mai 2005
Leygardagin 21. mai
skipaðu allir
barnagarðarnir í
Eysturoy fyri stórum
barnafagnaði í
Ítróttarhøllini í
Runavík. Umleið 400
børn luttóku í
tiltakinum
BARNATILTAK
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Tórheðin Jensen
Leygarmorgunin kl. 10
setti Rodmundur Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, Barnafagnaðin í
Ítróttarhøllini í Runavík.
Umleið 400 børn luttóku
í tiltakinum umframt for-
eldur, systkin, ommur og
abbar, so talan var um eitt
rættuliga stórt tiltak.
Børnini á teimum ymisku
stovnunum høvdu fyrireika
seg væl til hendan dagin, og
hvør stovnur hevði sín bás,
sum børnini pyntaðu við
lutum, ið tey sjálvi høvdu
gjørt. Eisini framførdu tey
ymiskar leikir í samband
við tiltakið.
Foreldraráðini stóðu fyri
sølu av kaffi, køkum, pyls-
um og sandwish.
Familjurnar hugnaðu sær
óført, har var undirhald á
skránni og t.d. sang Karl
Martin
Samuelsen
úr
Klaksvík saman við børn-
unum.
Stovnarnir sum skipaðu
fyri
fagnaðinum
vóru:
Barnagarðurin á Mýrunum,
Runavík, Útibarnagarðurin
Víkin, Æðuvík, Barnagarð-
urin á Svangaskarði, Dag-
stovnurin- á Oyri, Dag-
stovnurin- í Gøtu, Dag-
stovnurin- í Fuglafirði, og
Dagstovnurin á Gásamýri,
Leirvík.
Barnafagnaðurin væl fagnaður
Vøggustovubørn úr Gøtu spæla »ljóti dunnungin«
Tornurósa og ein prinsur
Gentur gera prýði
Dagurin
25. mai. Urbanus. Hann var Pávi, til hann varð hálshøgdur ár 230. Eftir teimum gomlu álmannakkunum var Urbanus fyrsti summardagur.
Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi.
Umleið 400 børn luttóku í tiltakinum umframt foreldur, systkin, ommur og abbar, so talan var um eitt rættuliga stórt tiltak