Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 • mikudagur • 25. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Havnar Timburhandil vil byggja fótbóltshøll Tríggjar verkætlanir um nýggja fótbólts- høll vórðu mánadagi handaðar FSF. Svanga- skarð, eitt samtak við Skálafjørðin og Havnar Timburhandil standa handan verk- ætlanirnar FÓTBÓLTSHØLL Jákup Mørk Kl. 15.30 í gjár var freistin um at leggja fram verkætl- anir um eina fótbóltshøll í Føroyum farin. Hetta er ein verkætlan, sum FSF hevur sett í kortið, eftir at tað stóð greitt, at sonevndi Hat-trick grunnurin hjá FIFA fór at lata á leið 12 mió kr. Í stuð- uli til menning av fótbólti í Føroyum. Nøkur projekt um eina slíka høll hava longu verið frammi, men tað eru tó ikki øll av hesum, sum framveg- is eru við í kappingini. Hó- ast tey í FSF ikki vilja siga tað stóru um, hvørjar ætl- anir eru innkomnar, so vátt- ar Ísak Mikladal, aðalskriv- ari, at talan er um tríggjar verkætlanir, sum eru lætnar Fótbóltssambandinum. Eitt hitt fyrsta projektið, sum varð kunnugt fyri al- menninginum, var ein verkætlan hjá kommunum kring Sundalagið. Hesar eru nú at kalla allar savn- aðar í eini kommunu, men ein nýggj fótbóltshøll er so ikki millum tað, sum hesi í løtuni arbeiða við. Heldur ikki hevur nakað veri ðat hoyrt til ætlanina hjá Vágoynni um at gera eina fótbóltshøll har, eins og tosið um eina høll í høv- uðsstaðnum tykist vera tagnað, hóast tey bæði stóru havnarfeløgini komu við felags áheitan til býráð- ið um at fara undir slíka verkætlan. Svangaskarð og Skálabotnur Av teimum ætlanum, sum áður hava verið frammi, eru tað soleiðis tær báðar ætl- anirnar á Svangaskarði og í Skálabotni, sum enn eru við í kappingini. Á Svangaskarði hava tey í eina tíð arbeitt við eini ætlan, sum í høvuðsheitum gongur út uppá at leggja tak á Svangaskarð og annars skifta grasið út við graslíki. Fyrimunirnir her eru sjálv- andi fyrst og fremst, at sjálv høllin og fótbóltstepp- ið eru einastu lutir, sum skulu gerast. Planeringsar- beiðið og ytru karmarnir sum so eru jú longu á staðnum, og tí vil ein slík verkætlan alt annað líka vera væl bíligari, enn um alt arbeiðið skal gerast av nýggjum. Hinvegin er krav- festingin til eina komandi fótbóltshøll enn ikki heilt greið, og tí kann hugsast, at partar av fasilitetunum, sum eru við Svangaskarð, eru partvíst yvirdimension- eraðir, og at aðrar verkætl- anir tí kunnu hava eina lægri kravfesting. Í grannabygdini, Runa- vík, ganga eisini menn við ætlanum um eina fótbólts- høll. Tað er umleið hálvt annað ár síðani, at vit her í blaðnum skrivaðu um ætl- anirnar at byggja eina høll á Lambareiði, og tó at ætl- anin síðani er flutt til Skála- botn, so er talan stórt sæð um somuu verkætlan. Í hesi hevur stórur dentur verið lagdur á sentralu plasering- ina, sum høllin fær við hes- um. Verður hugt at spjað- ingini í føroyskum fótbólti, so er lítið at ivast í, at Eysturoyggin er eitt slag av snúningspunkti í hesum, og við eini koyrifjarstøðu upp á í mesta lagi trý korter hjá flestu feløgunum í landin- um - Sandoy og Suðuroy undantikin - meta stigtak- ararnir til hesa verkætl- anina seg hava gott grund- arlag fyri rakstur av høllini. Timburhandilin vil við Seinasta verkætlanin, sum er við í kappingini, er ein ætlan hjá Havnar Timbur- handli. Heini Fossá, stjóri í Timburhandilin, sigur, at orsøkirnar til boðið frá teimum eru fleiri. Her og nú vil hann ikki fara í smá- lutir við hesum, men hann vísir á, at talan er um eina stóra verkætlan. - Tað vóru sum so ikki vit, sum byrjaðu hetta pro- jektið, men heldur at kalla arvaðu tað. Vit hildu tó, at hetta var vert at arbeiða víðari við, og nú halda vit eisini, at vit eru komnir til eitt úrslit, sum er vert at vísa fram, sigur hann. Enn er eingin freist sett fyri viðgerðini av umsókn- unum, men sambært aðal- skrivaranum í FSF, so byrj- ar hendan helst hampuliga skjótt. - Nú er sjálvandi so stutt liðið, síðani umsóknirnar komu inn. Vit fara so í dag (týsdagin, blðm.) at hyggja tilfarið ígjøgnum, og síðani verður hetta sent limunum í hallarbólkinum. Nær sjálv viðgerðin av hesum so verður, fái eg ikki svarað fyri, men væntandi kann hon byrja longu í komandi viku, er einasta viðmerk- ingin, sum aðalskrivarin hevur um málið. John skal spæla við B68 Toftamenn hava gjørt avtalu við John Petersen um at spæla við teimum, meðan hann er í Føroyum í summar- frí B68 Jóannes Hansen Nei. Tað er einki í søguni, sum í vikuskiftinum fekk bein at ganga á, og sum gekk út uppá, at Todi Jónsson skuldi spæla við B68. Men tað er púra vist, at John Petersen í summar fer at hjálpa toftamonn- um. Tað váttar B68 for- maðurin, Niclas Davidsen: - Vit hava gjørt avtalu við John Petersen um, at hann skal venja og spæla við okkum, meðan hann verður í Føroyum í summarfrí. Vit rokna við, at hann kemur heim síðst í juni. Enn er ikki greitt, hvussu leingi hann fer at vera heima, men ætlanin er, at hann skal spæla við okkum, inntil hann fer niður aftur. Í landskappingini gong- ur strúkandi hjá B68, sum hevur fult stigatal og einki mál hevur fingið ímóti sær í 2. deild. Í juli mánað verður einki umfar í landskappingini í næst- bestu deildini, men aðrar stórar avbjóðingar standa fyri framman: - Higartil hava okkara menn víst, at teir eru førir fyri at standa seg í kapp- ingini í 2. deild. Í juli skulu vit spæla finalu í kappingini um FSF steyp- ið ímóti B71, og so skulu vit á heimavølli og á úti- vølli stríðast við fuglfirð- ingar um pláss í finaluni um Løgmanssteypið. Ætl- anin er, John Petersen skal vera við okkum í hesum trimum dystunum. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast. Megna vit at spæla okk- um í steypafinaluna, so er ætlanin, at John eisini skal hjálpa okkum í tí førinum, sigur Niclas Davidsen. John Petersen hevur síðani hann í heyst flutti til Danmarkar, spælt við Holsterbro, sum er í sonnum ódnarveðri fyri at varðveita plássið í triði bestu deildini. Lítið er at ivast í, at John Petersen kann gerast ein framúr fongur hjá toftamonnum til týdningarmiklu dystirnar í juli mánaði Havnar Timburhandil legði seg mánadagin út í kappingina um ger av eini fótbóltshøll í Føroyum