mikudagur 25. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Feløgini úr Havnini
hava lagt seg á odda,
og tey, sum vórðu
roknað sum evni til
niðurflyting, eru
farin at nærkast alt
meiri botninum
10. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Seinastu árini hava tey
bæði
stóru
feløgini
í
Gundadali
kappast
um
meistaraskapin, sum HB
hevur vunnið trý tey sein-
astu árini. Tí mundu B36 og
HB ivaleyst teljast millum
størstu favorittarnar hjá
teimum flestu undan kapp-
ingarbyrjan.
Í fyrsta triðinginum av
kappingini var tað serliga
HB, sum skinklaði, meðan
t. d. ÍF og Skála saman við
B36 runnu skjótt. Nú sjøtul
er settur á næsta triðingin
ella orduligu kappingina,
um tað ber til at siga tað so-
leiðis, var bara neyðugt við
einum
umfari,
áðrenn
kappingin fekk tað skapið,
sum tað frammanundan
varð roknað við hon fór at
fáa, og sum hon hevur havt
tey seinnu árini.
HB og B36 eru fremst, og
tað er einki óvæntað í, at
tað saman við teimum báð-
um eru Skála, NSÍ og KÍ,
sum mynda ovara partin av
støðutalvuni, og at tað eru
EB/Streymur, TB, ÍF, VB
og GÍ, sum eru undir mið-
linjuni.
Seinastu tríggjar ferðir-
nar hevur HB ikki tapt, og
tað var bara ímóti B36, at
teir ikki fingu fulla úrtøku.
Hjá ÍF, sum legði bragdliga
fyri og eitt skifti kjálkaðist
upp ímóti oddasessinum,
hevur gingið heilt illa. Teir
hava einki stig fingið í
trimum teimum seinastu
umførunum, og teir hava
skorað tvey mál, meðan
mótstøðuliðini hava fingið
bóltin tólv ferðir í ÍF málið.
Soleiðis tykist tað ganga í
tørnum. Eftir at teir í fimm
royndum bara høvdu fingið
eitt stig, hava klaksvíkingar
í tveimum teimum seinastu
royndunum fingið fult. Teir
eru fimm stig frá oddasess-
inum, og fyri KÍ og klaks-
víkingar hevur tað sera
nógv at siga, at fótbólts-
lagið er vorðið hópin betri,
enn tað leingi var.
Í Runavík mugu teir
staðfesta, at vitjanirnar í
Gundadali
hava
verið
kostnaðarmiklar, tá ið HB
hevur verið mótstøðuliðið.
Trý stig eru millum HB og
NSÍ á støðutalvuni eftir
tíggju umfør, og HB hevur
vunnið seks av stigunum
ímóti NSÍ. Um tað ikki
hevði havt verið hatta fram-
úr langskoti hjá Rúna
Nolsøe í yvirtíðini í 2.
umfari, sum bar 2-1 HB
sigur við sær, so høvdu HB
og NSÍ verið lið um lið við
seytjan stigum. Marginalir-
nir eru ofta smáir.
Í fyrsta umfarinum vann
NSÍ á B36 í Gundadali, og
sunnudagin fær B36 aftur
vitjan av NSÍ.
Heima og úti
Spurningurin er so, hvørji
útlitini eru. Tíbetur skal tað
spælast um stigini á vallun-
um. Tað verður ikki her á
síðunum, at mál verða skot-
in, stig útlutað og heiðurs-
merki handað og niðurflyt-
arar funnir. Men onkrar
hissini staðfestingar kunnu
gerast út frá tí, sum farið er.
Góða gongdin hjá HB
seinastu ferðirnar hevur
verið í Gundadali. HB hev-
ur higartil ikki megnað at
fingið stig aðra staðni enn á
heimavøllinum, og einasta
stigið so at siga á útivølli
var tað, sum teir fingu í
javnleikinum ímóti B36
fyri stórari viku síðani.
Sunnudagin skulu meistar-
arnir aftur á bygd. Tá stend-
ur klasikkarin á Sevmýri á
skránni, og tað kann gerast
rættuliga áhugavert. Í HB
eru fleiri ungir spælarar við
at vinna fast pláss á liðnum,
og tað verður á bygd, at teir
skulu vísa, hvør dugurin er
í teimum.
B36 hevur bara eina ferð
tapt. Tað var í fyrsta umfar-
inum, tá ið NSÍ vann 1-0 í
Gundadali. Síðani hevur
B36 verið ógvuliga støð-
ugt. Teir liggja undir liðini
á HB á fremsta plássinum,
og teir hava mist fleiri stig,
tí teir fýra ferðir hava spælt
javnt. Ein av javnleikunum
var á Sevmýri, har B36-ar-
nir vóru hepnir. Hinir javn-
leikirnir hava verið ímóti
oddaliðunum - ímóti HB og
tvær ferðir ímóti Skála,
sum B36 stóð seg betri
ímóti á Skála, enn HB
gjørdi. Meðan HB higartil
hevur tapt hvørja ferð, teir
hava verið á bygd, so hevur
B36 enn ikki tapt á bygd.
Moyrir skálamenn
Sunnudagin var Skála í
Gundadali. Teir søgdu seg
vera farnar til Havnar eftir
øllum stigunum, men teir
mundu ivaleyst vera nøgdir
við 1-1 ímóti B36.
Skála hevur í fýra teim-
um seinastu umførunum
bara spælt ímóti teimum
bestu. Teir løgdu fyri við at
vinna á HB, so spældu teir
javnt á heimavølli ímóti
B36, og so taptu teir í
Runavík, áðrenn teir nú
sunnudagin aftur fingu eitt
stig ímóti B36. Tað var
stórur munur á Skála avrik-
unum ímóti HB, B36 og so
NSÍ. Hesir tríggir dystirnir
vórðu spældir í eina viku,
og tað var týðuligt, at
krevjandi skráin tardi meiri
upp á kreftirnar á Skála,
enn tær gjørdu í fleiri av
hinum dystunum.
Eitt er, at mótstøðan allar
ferðirnar var ógvuliga stór.
Men víst hevur eisini verið
á, at fyritreytirnar hjá Skála
ikki hava verið so góðar.
Tað var ikki fyrrenn einar
tvær vikur undan kapping-
arbyrjan, at fólkið var tókt á
Skála. Onkrir vóru upptikn-
ir av hondbólti, og útlend-
ingarnir komu ikki til land-
ið fyrrenn stutt undan
kappingarbyrjan.
Hetta
kostaði nógv í tøttu upp-
gerðunum og í Runavík
vóru skálamenn ógvuliga
moyrir.
Tað eiga at vera góðar
fyritreytir fyri, at form-
kurvan á Skála fer at vísa
rætta vegin næstu vikurnar.
Fyrsta høvið at vísa, at teir
eru á rættari leið, fáa skála-
menn nú sunnudagin. Tá
fáa teir vitjan av VB, sum í
fimta umfarinum fór av
Skála við øllum stigunum,
eftir at teir høvdu vunnið 1-
0. Síðani tá hevur VB í
fimm royndum bara fingið
eitt stig. Tað fingu teir á
Eiði. Ofta hevur tað víst
seg, at VB hevur trivist væl
og kanska betri í Eysturoy,
enn teir hava gjørt í Vági.
Nú fáa teir nýggjan møgu-
leika á Skála, har teir
grunda yvir sannroyndina,
at teir høvdu havt verið
oddalið eftir tíggju tey
fyrstu umførini, um teir
høvdu havt vunnið á VB í
fimta umfarinum.
Áhugavert umfar
Sunnudagin verður 11. um-
farið á skránni, áðrenn
kappingin fer at halda frí í
vikuskiftinum, tá ið Sveis
og Føroyar fara at spæla á
Svangaskarði. Sunnudagin
sær skráin rættuliga áhuga-
verd út. Umframt klassikar-
an á Sevmýri, har TB skal
royna at reisa seg eftir
størsta tapið yvirhøvur í ár,
NSÍ vitjanina hjá B36 og
VB vitjanina á Skála verður
grannastríð í Gøtu, har ÍF
fer at vitja, og KÍ skal norð-
ur á Mølina at vísa, at tað
nú eru knotur í teimum, og
at teir eru førir fyri at fáa
frægari úrslit, enn teir
fingu, tá ið EB/Streymur
var í Klaksvík og vann 1-0.
GÍ er framvegis niðast,
men tað er møguleiki fyri,
at teir sunnudagin kunnu
sleppa av plássinum, sum
ber beinleiðis niðurflyting
við sær. Fyrsta treytin er, at
teir fáa stig og helst vinna á
ÍF, og onnur treytin er, at
VB einki fær við sær av
Skála. Fyrsti triðingurin av
kappingini var katastrofa
fyri GÍ, og fyrsti triðingurin
var góður hjá ÍF. Tað er
greitt, at ÍF eisini eftir 11.
umfarið fer at vera framm-
anfyri GÍ, men møguleiki
er fyri, at munurin fer at
tódna til tvey stig.
Eftir fleiri málfátøk um-
før royndist 10. umfarið tað
málríkasta higartil. 23 mál
vóru skorað í fimm dystum
ella í miðal næstan fimm í
hvørji
uppgerðini.
Tað
kemur sjáldan fyri, men
kanska boðar hetta frá, at
næsti triðingurin fer at
verða málríkari, enn tann
fyrsti var tað!
So líkist kappingin sær sjálvari
Einki er at ivast í, at talan var um krevjandi skrá hjá Skála,
sum innan eina viku spælidi móti HB, B36 og NSÍ
Nr. 96 - 25. mai 2005
15
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 HB
10
6 - 1 - 3
27
13
14
19
2 B36
10
5 - 4 - 1
14
5
9
19
3 Skála
10
4 - 4 - 2
20
14
6
16
4 NSÍ
10
4 - 4 - 2
16
12
4
16
5 KÍ
10
4 - 2 - 4
19
14
5
14
6 EB/Streymur 10
3 - 4 - 3
11
16
-5
13
7 TB
10
3 - 3 - 4
11
16
-5
12
8 ÍF
10
3 - 3 - 4
14
23
-9
12
9 VB
10
2 - 2 - 6
5
16
-11
8
10 GÍ
10
2 - 1 - 7
12
20
-8
7
Máltindurin
Formula-deildin
Súni Olsen
GÍ
6
Heðin á Lakjuni
KÍ
6
Jónhard Frederiksberg
Skála
6
Allan Mørkøre
B36
5
Rúni Nolsøe
HB
5
Tór-Ingar Akselsen
HB
5
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
5
Hans á Lag
HB
4
Atli Danielsen
KÍ
4
Andy Olsen
NSÍ
4
Bogi Gregersen
Skála
4
Óli Johannesen
TB
4
Obele Okeke Onyebuchi
B36
3
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
3
Rasmus Nolsøe
HB
3
Gunnar B. Nielsen
ÍF
3
Magni á Lakjuni
ÍF
3
Olivur Abrahamsen
TB
3