mikudagur 25. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 96 - 25. mai 2005
Skaddur
liðformaður
Fleiri HB-viðhaldsfólk
mundu stúra nakað, tá
tað var greitt, at Rúni
Nolsøe ikki var á liðnum
móti NSÍ. Vanligi lið-
skiparin var skaddur, og
í løtuni tykist tað nakað
ivasamt, um hann verður
tøkur til dystin komandi
vikuskifti.
- Eg fekk ein lítlan
skaða
undir
venjing
mikukvøldið. Eg helt
ikki, at tað var so álvar-
samt, men tað hevur tað
so víst seg at vera kort-
ini, og tí var ikki hugs-
ingur hjá mær at spæla
hesaferð.
Ofta plaga skaðar av
hesum slagnum at taka
sína tíð at lekjast, men
kortini, so vil Rúni ikki
avskriva seg sjálvan til
komandi uppgávuna hjá
HB móti TB.
Nú fáa vit at síggja.
Eg ætli mær at so at
royna at venja í vikuni,
og so má støða takast út
frá tí. Men sum tað sá út
í kvøld, so bilar tað nokk
einki, at eg ikki eri við.
Spælið í fyrra hálvleiki
var í øllum førum nakað
av tí besta, sum vit hig-
artil hava víst, so kanska
skal eg ikki skunda mær
so heilt nógv at verða
tøkur aftur, sigur HB-
liðformaðurin at enda.
Fyri Rúna var Bárður
Johannesen liðformaður.
-jm
Hugalig
HB-hagfrøði
Umframt at tey sjálvandi
fegnaðust um sigurin á
NSÍ, so hava HB-við-
haldsfólkini eina aðra
heilt serliga orsøk at
fegnast um, tá tosað
verður um heimadystir
móti NSÍ.
Verður hugt at úrslit-
unum seinastu tíggju
árini, so hava hesi lagað
seg so, at tá HB vinnur
heimadystin móti NSÍ,
gerast teir eisini føroya-
meistarar, meðan onnur
fara avstað við gullin-
um, tá NSÍ fær nakað
við sær úr Havnini.
Soleiðis spældu liðini
javnt í Gundadali, tá GÍ í
1995
varð
meistari.
Gøtumenn vunnu eisini í
’96, tá NSÍ ikki var í
bestu deildini, og tá B36
í 1997 vann gullið, fekk
NSÍ eisini javnleik í
Gundadali.
Í ’98 megnaði HB tó
at vinna bæði NSÍ og
gullmerki, men næstu
trý árini vóru teir gulu
ov drúgvir. Í 1999 og
2000 vann NSÍ, og tá
gjørdust ávíkavist KÍ og
VB meistarar. Í 2001
varð javnleikur úrslitið,
og tá fóru grannarnir úr
B36 aftur avstað við
gullinum, men síðani
hevur HB staðið fyri tí
mesta. Í øllum førum
hava meistaraheitini tey
trý seinastu árini millum
annað innihildið heima-
sigrar á NSÍ, og so man
tað vera heilt hugaligt, at
HB longu tvær ferðir í ár
hevur vunnið heimadyst
á NSÍ í landskappingini.
-jm
Sálarlig
blokering
Jens Martin Knudsen er
vanliga
ikki
tann
persónurin, sum hevur
hug at fjala sannleikan,
og tað gjørdi hann
heldur ikki eftir tapið
fyri HB.
– Vit spæla sum so
slettis ikki so illa, men
vit gera nøkur persónlig
mistøk fyri steðgin, og
so er tað fyri tað mesta
mótbrekka hjá okkum.
Men mest av øllum, so
helt Jens Martin, at talan
eisini var um eitt slag av
sálarliga blokering hjá
NSÍ. Ein blokering, sum
ofta hevur rakt liðið
seinnu árini.
– Tú kanst siga, at teir
saman um tikið vóru
meira klárir til at fara
fram í oddin, enn vit
vóru. Vit hava jú í eini
fimm ár verið nær
oddinum, men vit hava
enn ikki roynt at enda
ovastir, og tað í sjálvum
sær er blivið til eitt slag
av eini forðing. Tú sært
tað í einstøkum førum,
at
teir
eru
meira
avgjørdir enn vit. Teir
taka
møguleikan,
tá
hann er har, ístaðin fyri
at nøla tað allar minsta,
og tað er so nakað, sum
vit skulu til at vinna á.
Tað er ein lutur, sum vit
hava arbeitt støðugt við
seinastu árini, og fyrr
ella seinni, so ber væl
eisini til at vinna á
hesum, helt Jens Martin
Knudsen at enda.
-jm
Sigurin á NSÍ gjørdist
kanska tryggari, enn
gestirnir hildu vera
neyðugt, men tað
nertir ikki við veru-
leikan, at HB nú er á
odda í føroysku fót-
bóltskappingini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Í sætta heimadystinum á
árinum fekk HB fyri sættu
ferð fulla úrtøku, tá NSÍ
vitjaði mánakvøldið.
Tað var veruleikin, sum
stóð eftir á talvuni, tá teir
90 minuttirnir í Gundadali
vóru av, men í nógvar mátar
mundu gestirnir kenna seg
tiknar eitt sindur við nøsini,
tí hóast teir í stórum pørt-
um av dystinum avgjørt
vóru við til at mynda spæl-
ið, so kostaðu tvey mistøk
stutt undan steðginum dýrt.
Somikið dýrt, at runavík-
inganir ongantíð av álvara
vóru nøkur hóttan eftir
hetta.
Svenn avloysti Rúna
Fyrri hálvleikur var fyri tað
nógva av tí undirhaldandi
slagnum. Hóast uppgávan
var trupul, so vóru runa-
víkingarnir á ongan hátt
komnir til Havnar bara fyri
at dyrgja eftir javnleikin-
um.
Tvørtur ímóti royndu teir
frá fyrsta bríksli at leggja
stórt trýst á HB. Á miðvøll-
inum vóru teir skjótir eftir
bólthaldaranum, og tá ferð
varð sett á niðaneftir, vóru
báðir kantarnir ofta tiknir
við, eins og tað eisini varð
roynt við djúpum sending-
um til Christian Høgna Ja-
cobsen og Dánjal Hansen,
sum vóru á toppinum.
Gestirnir mundu eisini
kenna tað sum eitt pluss, at
vanligi HB-liðformaðurin,
Rúni Nolsøe, ikki fekk
verið við, men hóast týdn-
ingurin av Rúna sjálvandi
er stórur í HB, so prógvaði
dysturin hesaferð, at maður
væl kann koma í mans stað.
Svenn Dam Jacobsen
hevur í ár veruliga at gera
um seg á HB-liðnum, tá
hann hevur verið innskiftur,
og hesaferð fekk hann so
møguleikan
frá
fyrsta
bríksli. Hóast hann kanska
ikki sær út av so nógvum,
so prógvaði hann enn eina-
ferð, at hann kropsliga væl
kann fylgja við spælinum í
bestu deildini. Og ikki
minst
kemur
viðfødda
spælskilið honum til góðar,
tá avgerðir skulu takast nóg
skjótt og væl.
At hann so eisini varð
kosin til dagsins spælara av
áskoðarunum mundi ikki
gera dagin verri fyri hans-
ara viðkomandi, og tað er
ikki sørt hugtakandi at
staðfesta,
hvussu
ungi
spælarin er komin úr mest
sum ongum og hevur yvir-
hála fleiri av annars evna-
ríku spælarunum, sum ann-
ars tóktust hava pláss
frammarligari í røðini, tá
tosað hevur verið um vænt-
andi gjøgnumbrot í HB
hetta árið.
Saman við Kára Nielsen
var Svenn soleiðis snún-
ingspunktið hjá HB, og
hóast gestirnir trýstu, so
dugdu teir í HB eisini sítt.
Ikki minst gav tað runa-
víkingunum trupulleikar, tá
bóltar vórðu sendir djúpt
oman í síðurnar, har Jákup
á Borg og Tór-Ingar Aksel-
sen høvdu til uppgávu at
renna hesar upp. Tað gjørdu
teir ofta, og var tað ikki fyri
Einar Hansen og Brynjólv
Nielsen
á
bakkunum,
kundu vandastøðurnar helst
verið enn fleiri, enn talan
var um.
Verjumistøkini
Hóast smærri og størri
møguleikar til bæði liðini,
so bendi nógv á, at fyrri
hálvleikur skuldi gerast
málleysur. Skal tosast um
møguleikar, so var NSÍ
helst verið liðið, sum hevði
verið nærri við, men eftir
fáum minuttum vóru allar
vónirnar hjá teimum mest
sum skotnar í senk.
Fyrst fekk HB lagt seg á
odda eftir uppspæl í høgru.
Miðverjan
mistók
seg
dyggiliga, tá roynt varð at
snitta bóltin burtur, heldur
enn stúta bóltin beint út-
aftur. Rókur royndi seg við
skoti, men tá hetta heil-
kiksaði, stóð Hans á Lag
brádliga púra blankur, og
verjuskansin, sum aftur
hendan dagin var í álopin-
um, var ísakaldur, tá møgu-
leikin beyðst.
Og lítla løtu seinni var
aftur galið. NSÍ hevði ann-
HB-NSí 3-1 (2-0):
HB upp á oddases