Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ars fríspark frammarlaga í høgru, men hetta varð beint úr aftur HB-verjuni. Bólt- urin varð sendur langt nið- an, og tá Jónstein, sum ann- ars tóktist hava fult tamar- hald á støðuni, als ikki traff bóltin, kundi Rókur púrasta einsamallur við Jens Martini senda í netið. Stór frøi á HB-áskoðarum, og sjálvandi eitt bakkast av teimum heilt stóru hjá NSÍ. Ein perla í keðiligum hálvleiki Viðvíkjandi undirhaldi á vøllinum, so vóru fyrru trý korterini nakað væl betri, enn seinni hálvleikur gjørd- ist. Partvíst, so var longu givið, hvussu fortreytirnar at spæla vóru. Skuldi NSÍ hava nakað burturúr, so vóru teir noyddir at leypa á, meðan HB hinvegin kundi halda seg til kontraspælið, sum teir vanliga megna so sera væl. Fyri spenningin, so gjørdist talan tó í alt og lítlan mun um nakað veru- liga skipað NSÍ-trýst. Ístað- in, so hildu teir seg fyri tað nógva til at senda høgar diagonal-bóltar inn í verj- una, har Jóhannis Joensen mest sum hvørja ferð var hægstur. Tær fáu ferðirnar, at roynt var at sleppa at baklinjuni umvegis kantar- nar, vóru eisini tær ferðir- nar, at HB-verjan varð mest strongd, men opnar møgu- leikar gjørdist talan tó held- ur ikki um so øgiliga ofta. Nakrar ferðir royndi HB eisini at liggja framvið í kviku mótálopunum, og um miðjan hálvleikin varð spenningurin fullkomuliga tikin úr dystinum við í øll- um førum vakrasta málin- um hetta kvøldið. Rókur spældi sera elegant Jákup á Borg leysan við hælinum, og ikki minni elegant sendi Jákup við vinstra beini bóltin í tríkantin uttan nakr- an sum helst møguleika hjá Jens Martini. Nakað seinni pyntaði NSÍ um úrslitið, tá Helgi var seinastur á einum bólti, sum hevði ferðast nakað aftur og fram í brotsteigin- um, men meira enn tað sama gjørdist talan ongan- tíð um. Bara heimasigrar Við sigrinum flutti HB seg upp á oddasessin, har teir við betri málmuni otaðu seg fram um grannarnar í B36. Tað er tó merkisvert, at HB enn ikki hevur fingið stig uttan fyri Havnina. Einasta stigið, sum higartil er komið á útivølli er tað, sum spurdist burtur úr javnleikinum móti B36. Fyrr ella seinni, so plaga HB’arnir tó at koma ígongd av álvara, og tí man verandi útgangsstøði á talvuni vera hugagóður lesnaður hjá viðhaldsfólkunum - heima- sigrar ella ikki. Komandi vikuskifti skal HB royna seg á Sevmýri, og tað er ein dystur, sum í ár tykist at fáa nakað av tí spenningi, sum hann hevði í gomlum døg- um. Hjá NSÍ merkti tapið eitt lítið afturstig á talvuni, har teir annars høvdu møgu- leikan at koma heilt fram í oddin. Komandi vikuskifti skulu teir aftur vitja í Havn, tá B36 tekur ímóti. Tann dystin vann NSÍ í fyrstu royndini hetta kappingar- árið, og verður talan um eina endurtøku sunnudag- in, so eru vespurnar hóast alt heilt væl við. Nr. 96 - 25. mai 2005 17 Formel 1 í Sjónvarpi Føroya Eftir áheitanir frá les- arum vendu vit okkum til stjóran í almennu loftmiðlunum Jógvan Jespersen, fyri at spyrja. um Sjónvarp Føroya við nýggju leiðsluni eisini fór at skifta kós viðvíkjandi formel 1. Fyrrverandi sjónvarpstjórin Mikkj- al Helmsdal gjørdi í fjør greitt, at so leingi TV2 hevði sjónvarps- rættindini til formel 1, so varð formel 1 ikki sent á SVF, tí signalið hjá TV2 var ov svika- ligt. Jógvan Jespersen svaraði, at føroyingar kunnu byrja at gleða seg, tí SVF hevði gjørt avtalu við TV2, um at senda tær 10 seinastu koyringarnar í ár. Hetta merkir, at fyrsta koyringin, sum SVF sendir, er í Fraklandi 3. juli, og seinasta koyr- ingin er í Kina 16 ok- tober. Hann segði, at orsøkirnar, til at alt kappingarárið ikki verður sent, eru at kvotur eru á, hvussu nógv tilfar SVF kann senda frá TV2. -nud Finaludystur á Rex Felagið hjá føroyskum Liverpool-fjepparum ger sum vera man nógv burturúr europe- isku finaluni millum Milan og Liverpool, sum skal spælast mikukvøldið. Avtala er gjørd við Rex í Havn, soleiðis at dysturin verður vístur á stórskíggja, og yvir høvur er ætlanin, at talan skal verða um eitt hugnakvøld av teimum góðu. Við at boða frá luttøku undan tiltakinum, er nevnliga eisini møguligt at fáa ein góðan bita undan dystinum, og verður dysturin sjálvur eisini av tí góða slagnum, so er einki at ivast í, at talan alt í alt verður um eina ógloymandi uppliving fyri Liver- pool-fjepparar á Rex. -jm HB-NSÍ 3-1 (2-0) 1-0: Hans á Lag, 40. 2-0: Rókur Jespersen, 45. 3-0: Jákup á Borg, 71. 3-1: Helgi L. Petersen, 80. Dómari: Georg Rasmussen. Hevði hug at missa linjuna eina løtu, men fekk tó fatur á rætta endanum aftur. HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen (Vagnur M. Mortensen, 63.), Jóhannis Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen - Jákup á Borg, Svenn Fuglø Jacobesen, Kári Nielsen, Tór-Ingar Akselsen (John Heri Dam, 75.) - Hans á Lag, Rókur Jespersen GK: Hans á Lag, 41., Rasmus Nolsøe, 56. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen,Óli Hansen, Viggo Johannesen (Jústnes H.Hansen,74.),Einar Hansen - Andy Olsen, Helgi L. Petersen, Jústnes R. Hansen, Jónstein Petersen (Sjúrður Jacobsen, 65.) - Dánjal Hansen, Christin Høgni Jacobsen GK: Einar Hansen, 69. Fakta um dystin ssin Hóast NSÍ royndi at trýsta eftir steðgin, so varð hetta fyri tað mesta gjørt við høgum diagonal-sendingum móti HB-verjuni, sum ikki hevði teir heilt stóru trupulleikarnar av hesum Mynd: Álvur Haraldsen