Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 96 - 25. mai 2005 Seinastu mánaðirnir hava verið sera turbu- lentir handan leik- tjaldið í Manchester United, ið er eitt tað ríkasta felagið í heim- inum. Amerikanski ríkmaðurin Malcolm Glazer eigur nú meira enn tríggjar fjórðing- ar av partabrøvunum, og tað hevur fingið øði í viðhaldsfólkið. Harumframt hava úrslitini ikki verið nóg góð seinastu tvey árini MANCHESTER UNITED Stefan í Skorini Høvuðsorsøkin til turbu- lensin hevur verið, at Mal- colm Glazer nú kann kalla seg eigara av fótbóltsfelag- num Manchester United. Glazer eigur framman- undan felagið Tampa Bay Buccaneers, ið leikar amerikanskan fótbólt. Nú hevur hann víðkað sítt imperium til eisini at um- fata Manchester United. United-viðhaldsfólk eru í øðini um, at ein tilvildarlig- ur ríkmaður brádliga hevur ognað sær teirra felag. Talan er um ein mann, ið als einki samband hevur havt við United áður. Hann sær United sum eina skila- góða íløgu, og viðhaldsfólk eru bangin fyri, hvat hann kann finna uppá fyri at fáa hesa íløgu at kasta av sær. Tey flestu óttast, hann hann fer at hækka prísin fyri atgongumerkir, og hetta fer raka ta hørðu kjarnuna av United við- haldsfólki meint. Hetta fer eisini at merkja eina broyt- ing í áskoðarafjøldini, sum fer at vitja Old Trafford framyvir, og at fólk við lágari inntøku ikki fara at hava møguleika at fylgja liðnum longur. Læntir pengar Manchester United hevur seinastu mongu árini verið eitt felag við eini sunnari fíggjarstøðu. Skuldin hevur verið hildin niðri á einum minimum, og raksturin hevur altíð givið yvirskot, síðan felagið gjørdist parta- felag og fór á virðis-bræva- marknaðin fyri 14 árum síðani. Nevndin er errin av, at hon hvørt ár hevur rindað vinningsbýti til eigararnar. Men Glazer hevur lænt ein stóran part av teimum umleið 800 milliónum ensku pundunum, sum tað kostaði honum at keypa Manchester United. Ein fíggingarstovnur hevur so- statt givið honum møgu- leika at keypa United. Hetta merkir sjálvsagt, at Glazer skal rinda lánið aftur, og tað leggur eitt ávíst trýst á felagið. Glazer fer eftir øllum at døma at taka felagið av virðisbrævamarknaðinum og harvið sleppur hann undan at rinda vinningsbýt- ið hvørt ár. Amerikanska tíðarritið Newsweek siterar eina keldu, ið stendur leiðsluni í Manchester United nær, og hon undrast á íløguna hjá Glazer. Hvaðani skal vøkst- urin koma? Og hvar eru bakdyrnar, um íløgan mis- eydnast? Egnar sjónvarps- avtalur Fá ivast í, at Glazer hevur ætlanir um at taka United burturúr felags samstarvin- um, sum Premier League feløgini hava havt um sjón- varpsavtalur. Núverandi av- talan rennur út í 2007, og ætlanin hjá Glazer er, at United skal selja síni egnu rættindi eftir hetta. Trupulleikin er, at Man- chester United skal hava fjúrtan feløg í Premier League felagsskapinum at atkvøða fyri eini broyting á hesum økinum. Lítil ivi er um, at United kann fáa væl meira burtur úr peningaliga við at spæla solo í hesum málinum. Ser- frøðingar meta, at United kann fáa eina avtalu, ið gevur teimum tríggjar ferð- ir so nógvan pening í kass- an. Eingin ivi er tó um, at United skal økja um sínar inntøkur, um skuldin skal rindast aftur. Møguleikar- nir eru hinvegin stórir hjá United, og serliga í Land- synningsasia eru møgu- leikar fyri stórum inntøku- vøkstri. Tað verður væntandi son- urin hjá Malcolm Glazer, ið nevnist Joel, sum fer at hava okkurt slag av leið- andi starvi í United. Glazer, ið nærkast teimum áttati, fer neyvan at vera ein sjón- ligur persónur kring Uni- ted, hóast tað er hann, ið hevur lagt út við pengunum fyri felagið. Írskir ríkmenn Ein av høvuðsorsøkunum til at United nú er á ameri- kanskum hondum er, at írsku ríkmenninir JP McManus og John Magnier gjørdu av at selja síni parta- brøv. Teir áttu samanlagt 28 % av partabrøvunum í fe- lagnum. McManus og Magnier eru fyrrverandi vinmenn hjá Ferguson, men eftir klandur um rættindini til ein virðismiklan kappríð- ingarhest, endaði hetta vin- arlag í einum hørðum stríði í rættinum. Við at selja síni partabrøv hava teir báðir írarnir givið Glazer møguleikan at ogna sær United. Hetta er fallið nógvum fyri bróstið, og tað verður eisini tulkað sum eitt slag av hevnd eftir tað hvassa stríðið, sum var millum Ferguson og teir báðar ríkmenninar. Ferguson á vegamóti Spurningurin um framtíð Fergusons hevur eisini ver- ið viðgjørdur dúgliga í ensku fjølmiðlunum sein- astu mánaðirnar. Spurningurin er, um Ferguson verður mintur sum tann stóri venjarin, ið ikki dugdi at gevast, meðan leikur enn var góður. Seinastu tvey árini hava ikki givið tey úrslit, sum Ferguson hevur ført felagið til seinastu mongu árini. Sum mest vinnandi venj- arin í Onglandi verður hann ikki sagdur úr starvi frá ein- um degi til dags, men um hann ikki megnar at føra United aftur á tindarnar, kann hansara tíð í felagnum skjótt fáa ein keðiligan enda. Tað gav at bíta, at stjórin í Manchester United, David Gill, í eini útvarpssamrøðu segði, at Ferguson var "sackable", also at hann eisini kundi sigast úr starvi eins og øll onnur starvsfólk hjá United. Gill var skjótur at taka draga í land aftur, men hetta var brenni á báli hjá tabloid-bløðunum í Ong- landi, sum beinanvegin fóru at spekulera um fram- tíðina. Núverandi sáttmálin hjá Fergsuson rennur út næsta summar, og spennandi verður at síggja, um hann heldur fram eftir hetta. United í tungari aldu Manchester United viðhaldsfólk í Cardiff mótmæla her keypinum hjá amerikanska ríkmanninum. Mong óttast, at skilagóða fíggjarstøðan í felagnum nú er ein saga blott Mynd: Reuters