Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 • mikudagur • 25. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Partur av føroysku sendinevndini, sum vitjaði í London í farnu viku, hitti mong spennandi fólk í bretska parlament- inum, eitt teirra fyrr- verandi varauttan- ríkisráðharran, Tony Lloyd, sum í 99 skriv- aði undir marknaða- vtaluna við Føroyar – avtalan, sum varð veruliga startskotið til føroyska olju- leiting ONGLANDSVITJAN Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað líktist lagnunnar spei- semi, tá politikarar, em- bætisfólk og vinnulívsfólk á vitjan í bretska parla- mentinum í farnu viku, heilt tilvildarliga rendu seg í júst tann bretska politik- aran, sum var við til at loysa upp fyri oljutilgongd- ini í Føroyum. Meðan føroysku umboð- ini við fíggjarmálaráðharr- anum og báðum aðalstjór- unum úr Fíggjarmálaráð- num og Vinnumálaráðnum við sína lið á terassuni millum parlamentið og gitnu Thames ánna skiftu orð við afturvalda tinglimin úr Orknoyggjum og Het- landi, kom ein gamal kenn- ingur framvið, eingin minni enn fyrrverandi varauttan- ríkisráðharrin Tony Lloyd. Tað var hann, ið saman við Anfinni Kallsberg, fyrrver- andi løgmanni í 1999 skriv- aði undir ta so týdningar- miklu marknaavtaluna millum Føroyar og Stóra- bretland. Tað var henda av- talan, sum var veruliga startskotið til føroysku oljuleitingina. - Eg eri framvegis fegin um og errin av at vera tann fyrsti bretski ráðharrin, sum hevur vitjað í Føroyum og skrivað undir eina avtalu millum okkara tjóðir. At hetta skuldi vera tað, sum setti gongd á oljuleitingina er væl nakað, sum man ikki eigur at vera minni fegin um segði Tony Lloyd, tá hann heilsaði uppá tann væl yngri føroyska ráðharran, Bárð Nielsen. Tony Lloyd segði seg vóna, at leitingin eftir olju og gassi við Føroyar fór at bera ávøkstur, og hann helt tað eisini vera náttúrligt, at Føroyar og Bretland hildu fram við tí góða samstarv- sanda, sum eyðkendi inni- haldið í marknaavtaluni, har bretar fyri stóran part góvu seg og í tí stóra og heila góðkendu føroysku ynskini/krøvini um at brúka miðlinjuna sum und- irgrundarmark. - Meg lysti eisini at frætta, hvussu tað gongur á sjálvstýrisøkinum spurdi ein forvitin Lloyd eina av nýggju sambandsstjørnun- um í landsstýrinum. Og ikki er ilt at gita, hvat sam- bandstingmaðuruin mundi svara: - Sjálvstýristilgongd- in er í góðum og tryggum hondum. Tað gongur tann rætta vegin, vit hava góð viðurskifti við Danmark, men menna okkara sam- felag út frá okkara egna veruleika. Og nettupp tí eru vit komnir til Bretlands at síggja, hvussu tit skilagott skipa tykkara samfelag, her ikki minst vinnulívið og allan fíggingarsektorin. Tony Lloyd sigur seg hava fingið áhuga fyri Før- oyum eftir hendingarnar seinast í 90-unum. -Oljan og markið er so eitt sum vit hava í felag. Men vit hava eisini annað í felag. Hann heldur tað vera rætt og áhugavert at merkja sær, at vit hava eisini felags upp- runa og røtur, eitt nú er bæði víkinga- og keltiskt blóð í okkara æðrum. Áhugavert er tí at frætta, hvussu vit sum næstu grannar og við okkara fe- lags uppruna hava ment okkum. Ein av orsøkunum til at vitja í London var nettupp at kunna seg við møgu- leikan at fáa íleggjarar at seta pengar í føroyska olju- leiting. At tilvildin vildi tað so, at man nettupp skuldi møta tí manninum og framstandandi politikar- anum, ið skrivaði undir av- taluna, sum gjørdi eina oljuleting møguliga, má sigast at vera lagnunnar positiva speisemi. Lagnunnar speisemi: Føroyingar hittu Tony Lloyd í Westminster Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri her uttan fyri bretska parlamentið við Big Ben í baksýni Tony Lloyd, fyrrverandi varauttanríkisráðharri og Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri hittust uttanfyri bretska parlamentið í farnu viku Tað var ein góður eygleiðari, føroyski sendimaðurin í London, John Rajani, sum fekk eygað á Tony Lloyd og straks skipaði fyri óformellum fundi