Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 96 - 25. mai 2005 Statoil fer í næsta ár at bora ikki færri enn 4 brunnar á Atlants- mótinum, báðumegin føroysk-bretska markið. Stórar vónir eru til hesar brunnar. Verða gassfund gjørd við Føroyar eru sera góðir møguleikar at fáa lønandi fram- leiðslu burturúr, tí eitt undirstøðukervið er í eygsjón og tí bretski marknaðurin fer at hugra eftir meira gassi í fram- tíðini. Hetta eru nak- rar av niðurstøðun- um, sum vórðu lagdar fram fyri toppinum á føroyskum vinnulívi á høvuðsstøðini hjá Statoil í London her- fyri OLJA OG GASS Jan Müller jan@sosialurin.fo London: Framstandandi umboð fyri føroyskt vinnu- lív og politiskan myndug- leikan við sjálvum fíggjar- málaráðharranum á odda høvdu undir vitjanini í London í farnu viku eisini høvi at leggja leiðina fram- við høvuðsskrivstovuni hjá norska oljurisanum Statoil, har Rúni M. Hansen, stjóri fyri leitingini við Føroyar og so norski stjórin fyri alt virksemi hjá felagnum í Bretlandi, Erik Kjos-Han- sen tóku ímóti. Har var so eisini Gareth Allinson, sum er leitistjóri fyri Bret- land og Irland og sum hev- ur verið við í leitivirksem- inum á føroyska landgrunn- inum. Tey umleið 20 før- oysku umboðini frá pen- ingastovnum og vinnufyri- tøkum eitt nú báðum før- oysku oljufeløgunum fingu eina gjølliga frágreiðing serstakliga um bretska gassmarknaðin við serlig- um atliti til møgleikarnar fyri framtíðar føroyskari gassframleiðslu. Erik Kjos–Hansen er ikki ein og hvør í oljuhøpi. Hann er millum royndastu og mest trúgvu Statoilfólk- ini og hevur júst í ár 25 ára jubileum í fyritøkuni. Mestu tíðina hevur hann arbeitt við gassi. Tað var tí eisini náttúrligt fyri hann at greiða føroyingunum frá, hvat gass veruliga er fyri nakað og hvussu tað verður troytt og brúkt. Hóast norsku oljuævin- týrið fyri tað mest hevur snúð seg um olju og ikki gass, so er nógv broytt sein- astu árini. Frá tí at Statoil fyri fyrstu ferð fór at fram- leiða gass í 1977 hevur felagið økt framleiðsluna so mikið nógv, at heili 14 lond í dag keypa norskt gass. Her eru Frakland og Týskaland størstu móttak- arar, men nú er Bretland eisini vorðið ein stórur av- takari av norskum gassi, og eftirspurningurin bara veksur. Ein veruleiki, sum skjótt eisini kann fáa týdn- ing fyri eina møguliga komandi føroyska kolvetnisvinnu. Føroyar á gasskortið Norra útflytur fyri einar 100 mia. kr. í gassi um árið. Enn er bert ein lítil partur av gassinum, sum goymir seg í Norðsjónum fingin á marknaðin. Kanska liggja tey 90% eftir í undirgrund- ini. – Vit vóna sjálvandi, at Føroyar eisini koma á gasskortið sigur norski Statoilstjórin. Hagtøl fyri framtíðina vísa, at serstak- liga bretski marknaðurin fer at hava stóran tørv á gassi. Framleiðslan hjá bretum sjálvum er í mink- ing, og nú teir fara til at brúka gass ístaðin fyri kol í orkusektorinum, verður stórur tørvur á at innflyta gass. Sum støðan er í dag so hevur Bretland stórt undirskot á gassi. Eisini onnur lond liggja framvið at flyta gass til Bretlands, ja heilt úr Algeria og Quatar, men tað er langur teinur at flyta gassið. - Eg síggi tí fyri mær, at verður gass funnið við Føroyar, so skuldi tað havt góðan møguleika at verið kappingarført á bretska marknaðinum sigur Erik Kjos-Hansen, sum heldur tað vera góðar møguleikar fyri at leggja gassleiðing úr føroyskum øki og knýta í gassleiðingar, sum longu eru og sum fara at koma á breskum øki á Atlantsmót- inum. Her veldst tað um kostnaðin. Her er longu ein slík leiðing frá BP kelduni Schiehallion til Sullom Voe í Hetlandi. Og nú tosar oljufelagið Total um at leggja enn eina leiðing. Alt hetta kann vera ein byrjan til eina heilt nýggja gass- provins á Atlantsmótinum greiddi norski Statoilstjórin føroysku umboðunum frá undir vitjanini á Statoil- høvuðsstøðini í London. Tað at franska oljufelagið Total av álvara er farið und- ir at útbyggja fyrsta gass- feltið vestan fyri Hetland, Laggan, kann fáa kollvelt- andi týdning fyri alt økið. Tað kann so merkja, at her kemur eitt veruligt undir- støðukervi - infrastruktur- ur at virka og tað kann bráddliga fáa lív í øll tey Statoilstjóri í London: Framtíð fyri føroyskum gassi í Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen varð væl kunnaður um møguleikarnar at selja framtíðar føroyskt gass til bretska marknaðin. Her er hann saman við Rúna M. Hansen, føroyska Statoilstjóranum og Erik Kjos-Hansen, stjóra hjá Statoil í Bretland, har tað arbeiða nærum 200 fólk Á kunningarfundinum á Statoilhøvuðsstøðini vóru eisini oddafólk í føroyskum vinnulív. Her nýbakaði Føroya Bankastjórin, Janus Petersen á síni fyrstu arbeiðsferð í útlandinum eftir útnevningina saman við Poul Mohr, nevndarlimi í Atlants Kolvetni og Kjartan Hoydal, nevndarformanni