Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

smærru gassfundini, sum eru gjørd mongu seinastu árini í økinum, sum tí bráddliga gerast lønandi hóast smá, tí har er komin ein gassleiðing at binda í. Norðmenn hava rættiliga gjørt seg út til at ganga avbjóðingunum á bretska marknaðinum á møti og eru teir í løtuni v ið at menna tvey stór gassfelt við Bret- landi fyri eygað. Tað eina er í írskum øki og hitt er stóra Ormen Lange feltið, sum skal framleiða gass til Bretlands um nøkur ár. – Verður gass funnið við Før- oyar, so vilja vit fegnir eisini fáa tað gassið á bretska marknaðin sigur Erik Kjos-Hansen. Annars gera norðmenn seg eisini út til at fara undir framleiðslu av gassi til Spania og USA. Talan er um risagasspro- jektið Snøvit í Norður- norra. Fyri Statoil hevur tað nógv at siga at hava at- gongd til fleiri gassfelt, sum kunnu veita gass til bretska marknaðinum. Hóast gass gerast alsamt meira áhugavert, so heldur Erik Knos-Hansen, at oljan framvegis fer at hava størstan áhuga, men tað verður ikki antin ella, heldur verður tað bæði tvey. Prísurin á bæði olju og gassi er góður, hinvegin er oljan lættari at handfara enn gass. T.d. er ikki loyvt at brenna gass av í norskum øki. Tað setir fleiri krøv. Sær lovandi út Eisini Garreth Allison, leiktistjóri hevði nøkur lovandi orð at siga føroysk- um gestunum. Hann vísti á, at Statoil varð bjartskygt viðvíkjandi Føroyum. – Enn eru bert fýra brun- nar boraðir við Føroyar. Bretskumegin markið er talan um fleiri enn 200 brunnar, so vit mugu ikki útiloka nakað. Statoil fer saman við eitt nú Chevron at bora einar 2 til 3 avmark- ingar brunnar næsta ár á Rosebankfundinum stutt frá markinum og hóast hetta ikki er í føroyskum øki, so fer tann vitanin at hava stóran týdning fyri leitingina á føroyska land- grunninum, her m.a. í Súlu- loyvinum, sum Statoil fekk tillutað í 2. útbjóðing. Eisini fer Statoil at bora ein brunn í sínum 9 ára loyvi á føroyska landgrunn- inum í sokallaða Brugdu- loyvinum, har stórar vónir eru til Kappaprospektið undir basaltinum. Her er mest sannlíkt at finna olju. So alt bendir á eina positiva framtíð segði Gareth Allin- son. Spurdur um møguleik- arnar at gera fund av líkn- andi slag í Brugduloyvin- um sum tað, ið gjørt var við Rosebank svaraði Alli- son, at hóast her eru 70 kilometrar millum hesi loyvini, tykist nógv benda á, at Kappaprospektið er av sama slag sum Rosebank- fundið. Hann nevndi so eisini ein brunn, sum Statoil fer at vera við til at bora seinni í ár, á Benbecula prospektin- um, ið liggur í einum heilt øðrum øki, nevniliga mill- um Írland og Føroyar. Her gjørt eitt stórt fund, og nú skal so ein avmarkingar- brunnur gera av, um tað er lønandi og nóg stórt til at kunnu fíggja eina gassleið- ing til Skotlands. Tað er Shell, sum er fyristøðufelag og skilst, at sera stórar vón- ir eru til hetta fundið. Gareth Allinson metti, at fór komandi boring at geva eitt gott úrslit, so fer hon eisini at lata upp dyr til leiting í øllum Rockalløki- num og tá kunnu økini sunnan fyri Føroyar brádd- liga eisini gerast meira áhugaverd. Nr. 96 - 25. mai 2005 21 Bretlandi Toppar í føroyskum vinnulívi verða kunnaðir um framtíðar møguleikarnar at selja føroyskt gass í Stórabretlandi Høvdingar hittast. Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri saman við føroyska Statoilstjórnum Rúna M Hansen uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá Statoil í London Gareth Allinson, leitistjóri hjá Statoil sær stórar møguleikar báðumegin føroysk-bretska markið