mikudagur 25. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 96 - 25. mai 2005
JPO-Bygging hevur
úr at gera, og eru
beint nú í ferð við at
byggja eini sethús
ovarlaga í Syðrugøtu.
Arbeiðið gongur væl,
og skal verða liðugt
um eina viku
HÚSASMÍÐ
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Bárður
Syðrugøta: Hamarsløgini
duna hørð og tøtt í einum
nýggjum sethúsum ovar-
laga í Syðrugøtu.
Uttanfyri húsini standa
tveir bilar við amboðum í,
og við annan teirra liggur
ein svartur hundur og durv-
ar.
Av takinum hoyrast hesi
taktføstu hamarsløgini, og
aftanfyri
nakrar
plátur
síggjast tveir mans smíða
av øllum alvi.
Hesir báðir eru Jóan
Petur Olsen og Hildibjartur
Joensen, báðir úr Norðra-
gøtu, sum beint nú eru í
ferð við at tekja hesi húsini.
Teir síggja tvey umboð
fyri
tíðindatænastuna
koma, men teir hava sítt
arbeiði at útføra. Teir smíða
framvegis.
Vit rópa teir niður av
takinum, og løtu seinni eru
teir niðurkomnir, og prátið
kann byrja.
– Vit hava úr at gera beint
nú. Vit skulu verða lidnir
við húsini áðrenn hesin
mánaðurin er úti, sigur
Jóan Petur, sum er maðurin
aftanfyri JPO-Bygging í
Norðragøtu.
Saman og hvør sær
JPO-Bygging hevur 4 ár á
baki. Frammanundan hevði
Jóan Petur lært til snikkara
á einum virki á Kambsdali,
og hevur eisini arbeitt á
einum snikkaravirki á Ritu-
víkshálsi
Hetta er ein fyritøka, ið
spennir rættiliga víða – frá
stórum arbeiðum til tey
smærru arbeiðini.
Nú, teir báðir Jóan Petur
og Hildibjartur eru í ferð
við at smíða hesi húsini í
Syðrugøtu, er talan um
fyrstu sethúsini, sum teir
sjálvir hava gjørt.
- Men vit hava tó gjørt
fleiri aðrar bygningar, men
tá hava vit altíð verið sam-
an við øðrum, sigur Jóan
Petur.
Teir hava m.a. verið við
til at bygt eina høll á Hell-
unum, Sambýlið í Norðra-
gøtu og ein størri handils-
bygning úti í Runavík.
Sethús í gerð
Eitt slíkt virksemi innan
byggivinnuna er altíð merkt
av, hvussu nógv arbeiði tað
eydnast teimum at útvega.
Hetta ávirkar sjálvandi
eisini talið av arbeiðsfólk-
um. Teir eru í løtuni seks
mans til arbeiðis, har tveir
teirra vóru í ferð við at
tekja hesi sethúsini í Syðru-
gøtu, meðan hinir vóru í
øðrum uppgávum.
Tveir aðrir mans ar-
beiddu við at gera eini
onnur sethús í grannalag-
num hjá hesum fyrra hús-
inum, meðan hinir báðir
arbeiddu við somu upp-
gávu í einum sethúsum í
Fuglafirði.
Halda tíðarfreistina
Omanfyri bygdina í Syðru-
gøtu
hevur
kommunan
framt eina útstykking, har
fleiri sethús longu eru
bygd.
Longur uppi eru onnur
øki útstykkjað, og fólk eru
farin til arbeiðis við at
byggja sethúsini.
Við hetta sethúsið, har
Jóan Petur og Hildibjartur
nú arbeiða, byrjaðu teir ar-
beiðið um 1. mars, og skulu
verða lidnir við sín part, tá
hesin mánaðurin er úti.
– Vit hava ikki so nógv
eftir, so tað fer nokk at
ganga, sigur Jóan Petur.
Eftir at hetta arbeiðið er
lokið, skulu teir í holt við
ymisk smærri arbeiði: Teir
skulu gera ein dur í einum
húsum, og skulu eisini
klæða eini onnur hús. Og
so eru onkur onnur arbeiði,
sum liggja og bíða eftir
góðum handverkarum.
– So vit hava nokk at
gera. Tað bilar einki við tí,
sigur Jóan Petur.
Soleiðis sum tað sær út í
løtuni, so hava teir arbeiðið
hetta árið út. Og vanliga
koma eisini nýggj arbeiðir
inn alla tíðina.
Tróðrið á
Hesi sethúsini í Syðrugøtu
standa ovarlaga í bygdini í
ovaru síðu av vegnum.
Teir hava, síðani teir byrj-
aðu arbeiðið fyri tveimum
mánaðum
síðani,
reist
húsini og eru nú í ferð við
at tróðra – t.v.s. leggja
tróðrið á.
Eftir tað, skulu teir sveisa
papp oman á aftur. Spurn-
ingurin er so, nær tað verð-
ur.
– Vit ætla at gera tað so
skjótt sum gjørligt. Men tað
krevst gott veður til tað.
– Tað krevur turrveður,
so tað bíða vit eftir, sigur
Jóan Petur.
Fríggjadagin var so ikki
nakar hugsingur um at
pappa, tí tað var bæði kalt,
vátt og væl at vindi.
Vónandi eydnast tað hesa
vikuna.
– Krevur turrveður at pappa
Teir báðir - eru Jóan Petur
Olsen (vm.) og Hildibjartur
Joensen, báðir úr Norðragøtu
- eru í ferð við at tekja hesi
húsini í Syðrugøtu. Teir
skulu verða lidnir við sítt
arbeiði um eina viku
– Vit hava gjørt fleiri bygningar, men tá hava vit altíð verið
saman við øðrum, sigur Jóan Petur