Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 25. mai 2005 23 Euro-kursurin aftur fyri stórum falli Atkvøður um ES- grundlógina kunnu skapa óstabilitet í heimspartinum BÚSKAPUR OG ES- ATKVØÐUR Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Hendan mánaðan er euro- kursurin fallin til tað hig- artil lægsta í langa tíð. Uppá ein mánað, er kurs- urin fallin úr umleið 1,31 til 1,25, ella við 4,6%. Ein bíligari euro, og harvið eisini króna, skuldi bøtt um útflutningsmøguleikarnar hjá Føroyum til lond uttan fyri euro-samtakið. Tað sum útloysti fallið hesa seinastu niðurgongd, var at tøl um franska bú- skapin vístu, at vøksturin í framleiðslu har gjørdist væl lægri enn væntað var. So nú er stígur komin í bæði í Týsklandi, sum vit hava umtalað fleiri ferðir, í Italia og Frankaríki. Hesi lond umboða teir størstu bú- skapirnar á meginlandin- um, sum hava ávikavist umleið 80, 60 og 60 milli- ónir íbúgvar. Haraftrat er arbeiðsloysið stórt í hesum londum, umleið 10 %. Tað er klárt, at slík negativ tøl ávirka euro’na, og hvørja styrki hon hevur í mun til dollar. Fólkið vísir sína ónøgd í ES-atkvøð- unum Samstundis sum vánaligu tølini komu úr Frankaríki, fekk hetta eygleiðarar og onnur at umhugsa fylgjur- nar av fólkaatkvøðuni, sum skal vera um nýggju ES- grundlógina. Eitt nei í Frankaríki fer at geva ES trupulleikar, og tað fer helst ikki at styrkja europeiska gjaldoyrað. Spania,Týskland, Slovak- ia og fleiri onnur lond hava annars atkvøtt fyri nýggju ES-grundini. Men meiri spennandi verður fólkaat- kvøðan í Frankaríki, sum verður 29. maj. Og longu 1. juni fer at- kvøða fram í Hollandi. Bæði Frankaríki og Holland hava verið við í EF, seinni EU ella ES, líka frá byrjan í 1950-unum. Men nú sær ikki mætari út, enn at bæði lond helst fara at siga nei. Í hvussu so er, kann úrslitið gerast eitt nei, hóast einki kann sigast við vissu. Enn stendur at kalla á jøvnum millum ja- og nei-síðu. Tað óhepna er, at Chirac forseti í Frankaríki millum fólk ikki er so væl lýddur, og tí fara nógv at atkvøða nei, fyri at siga honum ímóti, hóast tað er nakað heilt annað á skránni. Franskmenn trúgva ikki uppá forsetan Chirac Tvey mál fáa franskmenn at hugsa seg um, tá valið skal vera, og tey snúgva seg ikki beinleiðis um ES. Í Frankaríki er arbeiðsloysið stórt, og fólk líta ikki longur á orð politikarana um "betri tíðir." Teir, og ikki minst Chirac, hava mist trúvirði. Harnæst eru nógvir franskmenn ímóti, at Turkaland kemur uppí ES. Tá arbeiðsloysi er so stórt sum 10%, so skapar tað óvissu og ónøgd víða hvar í samfelagnum. Haraftrat heldur til dømis danski eygleiðarin Ralf Pittelkow í Jyllandsposten (180505) at kjarnin í fólksligu ónøgdini skal finnast í "en bredere utilfredshed hos vælgerne med den udvikling, som deres samfund er inde i." Og hann heldur fram "Kernen i dette er oplevel- sen af, at samfundet ikke længere hænger sammen, og frygten for, at opløsn- ingstrendenserne vil fort- sætte." Danmark er stabilt Danmark hevur higartil verið eitt ES-skeptiskt land. Landið hevur m.a. atkvøtt nei til Maastricht-avtaluna, og hetta førdi til at Dan- mark fekk fýra undantøk fra hesi avtalu, millum annað um verjupolitik og gjaldoyra. Tí er Danmark ikki uppi í euro-samstarv- inum, men brúkar enn krónuna, sum eisini er galdandi gjaldoyra í Før- oyum.Tó er danska krónan føst læst at europeiska felags-gjaldoyranum, (100 euro eru 746 Dkr) og hevur verið tað síðan 1. januar 1999. Hini londini, Frankaríki og Holland, hava altíð verið hildin at vera ES-trúgv lond. Men nú er kanska vent í holuni, tí kanningar vísa, at ja-síðan í Danmark kann fáa 56-58%. Men atkvøðan veverur ikki fyrr enn seinast í September. Nevndi Pittelkow meinar, at Europa er um at fara í tvíningar, millum lond, sum eru "i folkelig krise og lande med folkelig tillid og stalilitet, herunder Dan- mark." Men tíðir kunnu broytast, og hann heldur, at Holland er eitt dømi um land, sum fyrr hevur verið stabilt, men sum nú er spjatt og merkt at ekstrem- istiskum flokkum og sjón- armiðum. – Men hvørki BP ella Faroe Petroleum kenna nakað til hetta UPPKEYP Jan Müller jan@sosialurin.fo Eitt av heimsins størstu olju- feløgnum, BP skal sambart skotska blaðnum Scotland on Sunday hava í hyggju at keypa upp tað eina av føroysku oljufeløgunum, Føroya Kolvetni, sum í dag er einasta føroyska fyritøka, sum er skrásett á virðis- brævamarknaðinum í Lond- on. Sambart blaðmanninum Iain Dey vil bretski oljuris-in hava fatur á loyvunum, sum Faroe Petroleum hevur í før- oyskum øki. BP hevur bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat á føroyska landgrunninum, men tað vísir seg, at loyvið, sum felagið hevur at bora hesar brunnar, sær ikki ser- liga lovandi út, nú turrur brunnur longu er boraður har. Scotland on Sunday skrivar, at fær BP ikki hend- ur á nýggjum øki, so fer tað at fáa eina stóra rokning frá Føroya landsstýri ella tað verður tvungið til at bora írestandi brunnar til eitt virði uppá 600 mill. kr. í einum øki, sum frammanundan tyk- ist turt. Blaðið skrivar, at ein høgt- standandi BP-maður frá virkseminum hjá felagnum í Norðsjónumvil vera við, at eitt boð uppá Føroya Kol- vetni er ein av møguleik- unum, sum nú liggur á borðinum. Víst verður á, at Faroe Petroleum skal hava eitt virði uppá 700 mill. kr. á virðisbrævamarknaðinum. Sambart blaðnum stað- festir ein umboðsmaður fyri BP, at felagið er farið undir samráðingar við føroyskar myndugleikar og við Shell, sum er partnari hjá BP í Føroyum, um at flyta teir báðar brunnarnar frá 1. út- bjóðing, sum skulu verða boraðir í seinasta lagi í næsta ár. Hjarnar Djurhuus, um- boðsmaður hjá BP í Før- oyum, sigur seg einki kenna til, at BP ætlar at keypa Faroe Petroleum. Hetta vátta eisini hansara arbeiðsgevarar í London, sum hava ábyrgd- ina av Føroyaøkinum. BP hevur annars í eina tíð verið í samráðingum við Anadarko um at flyta sínar brunnar inn á tess 9 ára loyvi. Sosialurin skilur, at hesar samráðingar ganga væl. Hjarnar Djurhuus heldur tað vera løgið, at slíkar gitingar koma út, tí um so var, at felagið vildi hava onnur øki at bora á, so kundi felagið bara havt søkt um loyvi í 2. útbjóðing. Heldur ikki Niels Søren- sen, stjóri hjá Føroya Kol- vetni veit nakað um, at BP ætlar at keypa teir upp. Aðra viðmering hevur hann ikki. Tað er greitt, at eitt boð uppá føroyska oljufelagið uppá 700 mill. kr. merkir, at felagið hevur fatur á tí rætta endanum, nú tað hevur bygt sær upp eina portefølje við tilsamsamans 11 loyvum á Atlantsmótinum harímillum fýra á føroyska landgrunnin- um. At felag sum BP skal hava áhuga fyri hesum lítla felagnum kann tí merkja, at tað situr á góðum loyvum. Hinvegin er ikki ókent, at slík tíðindi koma út í fjøl- miðlarnar fyri at økja upp- aftur meira um virði á felag á altjóða virðisbrævamarknað- inum. At tíðindi ella gitingar koma út um, at BP bjóðar uppá Faroe Petrolum, kann so hava við sær, at virði á partabrøvunum fara at hækka enn meira. Umboð fyri Føroya Kol- vetni vóru við á samkoma í London í farnu viku. Sosial- urin fer í komandi bløðum at hava samrøðu við m.a. Graham Stewart, stjóra og Joe Darby, nevndarformann í felagnum um tiltakið í Lond- on og um føroysku kolvetn- isframtíðina. Graham Steward, stjóri og Joe Darbynevndarformaður í Faroe Petroleum á samkomu í London í farnu viku Mynd Jan Müller Skotskt blað: BP vil keypa Faroe Petroleum fyri 700 mill.