Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 175 - 13. september 2000 Nr. 175 - 13. september 2000 HEINI Í SKORINI Útsetti toppdysturin millum VB og KÍ varð spældur í stormi suðuri í Vági, og klaksvíkskvinnur halda, at dysturin ongantíð átti at ver- ið bríkslaður í gongd. Væntað varð framman- undan dystinum, at hetta fór at vera ein sera javnur og spennandi dystur, men tað gjørdist ongantíð spennandi suðuri í Vági, tí sera óvænt- að var VB nógv tað betra liðið. VB legði sera hart út, og KÍ var snøgt sagt ikki tað liðið, sum vit hava sæð fyrr í ár. Í fyrra hálvleiki fekk VB heili fimm mál, og kom tað sera óvæntað á bæði KÍ og VB kvinnurnar. 5-0 var hálvleiksstøðan, og sostatt var dysturin longu avgjørd- ur. Í seinna hálvleiki fekk VB enn eitt mál, meðan KÍ ikki hevði nakað at bjóða uppá. Laila Jespersen skeyt tvey mál, meðan Guðrið Mortensen, Rannvá August- inussen, Sólbjørg Kjærbæk og Halltóra Joensen allar fingu hvør sítt. Toppdysturin millum VB og KÍ endaði sostatt heili 6-0 til VB, og tóku tær seg við sigrinunum upp á ovastu rók í bestu kvinnudeildini, og hetta høvdu fá roknað við frammanundan. KÍ endurreisn, B36 úti Av tí at KÍ tapti í Vági fríggjakvøldið, var tað av alstórum týdningi, at tær vunnu í Havn sunnudagin á B36, sum harafturímóti eis- ini skuldi hava stig, um tær skuldu varðveita møguleik- an at ogna sær heiðursmerk- ir í ár. Toppskjúttin í føroysku kvinnudeildini, Malena Jo- sephsen, legði KÍ á odda eftir bert tólv minuttir, og seint í fyrra hálvleiki økti hon um leiðsluna til 2-0. Hetta var eisini hálvleiks- støðan, og nú var greitt, at tað fór at vera sera tungt hjá B36 kvinnunum at koma inn aftur í dystin. Í 64. min- utti økti Rannvá Andreassen um leiðsluna hjá KÍ til 3-0, og sostatt brustu vónirnar hjá B36 um at fáa stig burtur úr hesum dysti. Men KÍ kvinnurnar vóru ikki lidnar enn. Tveir minuttir seinni skoraði Rannvá Andreassen enn einaferð til 4-0, og Ma- lena Josephsen kom aftur á máltalvuna í 72. minutti. Beint áðrenn dysturin var liðugur, staðfesti Rannvá Andreassen sigurin fyri KÍ. Sostatt fingu Malena Jo- sephsen og Rannvá Andre- assen eitt hat-trick í part, og KÍ vann uppibornan stór- sigur móti B36 í Havn. KÍ er eitt stig aftanfyri VB, men tær hava ein dyst móti VB eftir í Klaksvík, sum eftir ætlan skal spælast næsta vikuskiftið, og har kunnu tær koma uppá fyrsta pláss aftur við at vinna dyst- in. B36 er nú dragnað so nógv, at tær ikki hava møgu- leikan at ogna sær heiðurs- merkir í ár, og er tað sera skuffandi fyri stórfelagið úr Havn. Átta stig eru ímillum B36 á fjórða plássi og HB á trið- ja, og tá bert tveir dystir eru eftir, hava tær ikki møgu- leikan at koma millum trý tey fremstu. Tær hava tó ær- una at spæla fyri, og ikki minst hava tær nakað at spæla fyri næsta vikuskiftið, tá tær møta grannunum úr HB í Gundadali. Ársins mál í Runavík HB var í Runavík og vitjaði sunnudagin, og var hetta frammanundan ein spenn- andi dystur, við tað at NSÍ jú hevur vunnið á KÍ inni í Runavík fyri stuttum. Men HB endurtók ikki brølarin hjá KÍ, men spældu góðan fótbólt og vunnu ein sann- førandi sigur. Miðskeiðis í fyrra hálv- leiki legði Fríða Petersen HB á odda 1-0, og bert fimm minuttir seinni kom eitt mál, sum kanska er vak- rasta mál higartil í kvinnudeildini í ár. Sum ikki einaferð var tað Eyðfríð Christiansen, sum stóð aftanfyri vakra málið. Hon jongleraði bóltin upp um ein NSÍ leikara, og síðani heilfluktaði hon bóltin í netið til 2-0, uttan at mál- verjin hevði nakran møgu- leika at verja fyri harða skotinum hjá Eyðfríð. Ein perla av einum máli, og er tað eftir hondini ikki vorðið heilt óvanligt, at síggja Eyð- fríð Christiansen skjóta sera flott mál. Beint fyri hálvleik økti sama Eyðfríð Christiansen um leiðsluna, og var hetta eftir eitt innlegg úr høgru síðu frá Viviann Thorleifs- son, har hon setti fótin á bóltin til 3-0. Hálvleiksstøð- an var sostatt 3-0 til HB. Leingi sá út til, at tað fór at vera ein málleysur seinni hálvleikur, men stutt áðrenn dysturin var liðugur, stað- festi Gunn Müller sigurin fyri HB, og var hetta eftir eitt hornaspark. HB kundi sostatt fara til Havnar við trimum kærkomnum stigum í viðførinum, og tær eru enn við í stríðnum um FM heitið. Næsta vikuskiftið skulu tær spæla móti grannunum úr B36, og tá tað verður næstseinasta umfar í ár, er kravið ein sigur til HB, um tær skulu endurtaka bragdið frá í fjør og gerast føroya- meistar. VB heldur fast um oddasessin Eftir at VB legði seg á odda fríggjakvøldið í áðurnevnda dystinum móti KÍ, fóru tær til Skála sunnudagin við sera stórum sjálvsáliti, og hetta sást aftur í spælinum og úrslitinum hjá vágs- kvinnum. Eins og fríggjakvøldið móti KÍ høvdu VB kvinn- urnar longu avgjørt dystin í hálvleikinum, tí tá var støð- an nevniliga 6-0. Í seinna hálvleiki fingu VB kvinn- urnar seks mál afturat, með- an Skála fekk eitt, og sostatt var endaliga úrslitið 12-1 til VB móti Skála. Guðrun í Lágabø skeyt heili fimm mál, og er hon sostatt vorðin ein verulig hóttan hjá Malenu Joseph- sen úr KÍ á máltindinum. Guðrið Mortensen og Rann- vá Augustinussen skutu trý mál í part, meðan Annika Poulsen skeyt eitt mál fyri VB. Málið hjá Skála skeyt Ingun Johansen, og var hetta fyrsta málið hjá Skála í endaumfarinum. VB er á einum aldukambi í løtuni, og um tær halda á, vera tær ringar at syfta hjá KÍ og HB. Tær skulu til Klaksvíkar næsta vikuskift- ið, áðrenn tær eftir ætlan skulu spæla í Havn móti HB, og er hetta tveir sera torførir dystir hjá VB. Tvey umfør eftir í kvinnudeildini Nú eru bert tvey umfør eftir í kvinnudeildini, og spenn- ingurin er sera stórur. VB er á fyrsta plássi við 19 stig- um, meðan KÍ og HB hava 18 stig, tó hevur KÍ betri málmun. B36 hevur tíggju stig, og eru tær úti av kapp- ingini um at enda millum trý tey bestu. NSÍ hevur trý stig, meðan Skála hevur tapt allar dystirnar í endaumfar- inum. Umførini, sum eftir eru, síggja soleiðis út, um ongar broytingar verða gjør- dar: KÍ-VB, HB-B36, NSÍ- Skála og B36-NSÍ, Skála- KÍ, HB-VB. Ivamál er um, hvar síðstnevndi dysturin millum HB og VB skal spælast, tí hóast HB hevur verið í Vági og spælt í enda- umfarinum, vórðu tær frá fyrru helvt dømdar at missa sín heimavøll móti VB, tí tær ikki møttu upp til ein dyst. HB hevur roynt at fin- gið heimavøllin aftur, og hetta fer dómsnevndin í næstum at taka støðu til. VB hevur kanska torfør- astu dystirnar. Í Klaksvík móti KÍ og í Havn móti HB. VB er nýtt oddalið Fyri fyrstu ferð í ár er VB oddalið í endaumfarinum í bestu føroysku kvinnudeildini, eftir at tær fríggjakvøldið vunnu heili 6-0 á KÍ í útsetta dystinum teirra millum. Sunnudagin spældu øll liðini, og KÍ, VB og HB fingu fulla úrtøku, meðan B36, saman við NSÍ og Skála, ikki hevur møguleika at ogna sær heiðursmerki í ár Um tær tapa í einum av hes- um báðum dystum, kunnu tær missa oddasessin. HB hevur B36 og VB eftir, og er hetta heldur ikki serliga lættir dystir hjá føroya- meistarunum frá í fjør. KÍ hevur VB í Klaksvík, sum kanska fer at avgera hvønn veg tað koppar, og síðani hava tær Skála á útivølli, sum skuldi tryggja KÍ trý stig. Hyggja vit at leikskránni hjá hesum trimum liðum, kunnu vit staðfesta, at hóast KÍ er á øðrum plássi í løt- uni, hava tær besta møgu- leikan at vinna FM heitið, við tað at tað verður torført hjá VB og HB at vinna báð- ar sínar dystir. Men alt er opið, tað kundi í grundini ikki verið meiri opið enn tað er, og næstu tvey vikuskftini fara at avgera, hvør kemur at lyfta føroyameistara- steypin ár 2000. Dystirnir hetta vikuskiftið vóru hesir: VB-KÍ 6-0 VB: Laila Jespersen 2, Hall- tóra Joensen 1, Sólbjørg Kjærbæk 1, Guðrið Mort- ensen 1, Rannvá Augustin- ussen 1. B36-KÍ 0-6 KÍ: Rannvá Andreassen 3, Malena Josephsen 3. NSÍ-HB 0-4 HB: Eyðfríð Christiansen 2, Fríða Petersen 1, Gunn Müller 1. Skála-VB 1-12 VB: Guðrun í Lágabø 5, Gurið Mortensen 3, Rannvá Augustinussen 3, Annika Poulsen 1. Skála: Ingun Johansen 1. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 8 6 - 1 - 1 41 10 31 19 2 KÍ 8 6 - 0 - 2 37 9 28 18 3 HB 8 6 - 0 - 2 26 14 12 18 4 B36 8 3 - 1 - 4 13 16 -3 10 5 NSÍ 7 1 - 0 - 6 11 19 -8 3 6 Skála 7 0 - 0 - 7 1 61 -60 0 Støðan, 1. deild kvinnur Máltindurin Malena Josephsen KÍ 14 Guðrun í Lágabø VB 13 Rannvá Andreasen KÍ 8 Annika Godtfred HB 6 Eyðvør úr Dímun HB 6 Rannvá Augustinussen VB 6 Vivian Bjartalíð KÍ 5 Irdi Hansen NSÍ 5 Laila Jespersen VB 5 Eyðfríð Christiansen HB 4 Vivian Thorleifsson HB 4 Maibritt Olsen NSÍ 4 Gurið Mortensen VB 4 Halltóra Joensen VB 4 Elsebeth Jónsson B36 3 Maria Vang B36 3 Sólvá Joensen B36 3 Gunn Müller HB 3 Elsa Maria Simonsen KÍ 3 Margit Joensen KÍ 3 Ragna Andreasen KÍ 3 Annika Poulsen VB 3 Laila Enghamar B36 2 Diana Dahl VB 2 Selma Dahl B36 1 Sólgerð Viderø B36 1 Maria Johnsson HB 1 Fríða Petersen KÍ 1 Marian Joensen KÍ 1 Elinbjørt Hammer NSÍ 1 Elsebeth Olsen NSÍ 1 Ingun Johansen Skála 1 Rini Mørk VB 1 Sólbjørg Kjærbæk VB 1 Sjálvmál 3 Útróðrarbáturin M/B Havfarið til sølu. Tlf. 457735 ella 220086 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 698, Sp/f Bilumvæling, 100 Tórshavn. Vi›tøkur broyttar: 29.06.2000. N‡tt navn: Sp/f Bilumvæling Nevnd: Farin úr nevndini: Eivind Frits Næs Hansen, Tjarnardeild 10, 100 Tórshavn (forma›ur), Anna Elisabeth Fredrikke Hansen, 100 Tórshavn og Hans Jákup Ludvig, J. Paturssonargøta 71a, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Hans Jákup Ludvig, J. Paturssonargøta 71a, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Oystein Petersen, Lykkjuger›i 4, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjóranum. Grannsko›ari: Farin frá sum grannsko›ari: P/F Rasmussen & Weihe, á Gla›sheyggi, 100 Tórshavn. Innkomin sum grannsko›ari: P/F Grannsko›aravirki› Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 11. september 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3073 Navn: Sp/f 7. September 2000 Adressa: 477 Funningsfjør›ur Kommuna: Elduvíkar Kommuna Stovningardato: 07.09.2000 Vi›tøkudato: 07.09.2000 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: P/F Funningslaks, 477 Funningsfjør›ur. Nevnd: Kári Nielsen, Pedda vi› Steinsgøta 7, 100 Tórshavn (forma›ur). Stjórn: Bergur Andreasen, 187 Hvítanes. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift av einum nevndarlimi ella einum stjóra. Grannsko›ari: : P/F Grannsko›aravirki› Inpact, R. C. effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 07.09.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil , framlei›slu, tænastuvinnu, aling, skipavinnu og a›ra vinnu í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 11. september 2000 Kristin Balle _____________________ Umbýti av koyrikortum Nú er seinasti møguleiki at býta gamla koyrikort sítt um við eitt nýtt koyrikort í ES-sniði. Sambært kunngerð nr. 5 frá 21. januar 1998 fara øll gomul koyrikort, ið ikki eru í ES-sniði úr gildi 31. desember 2000. Koyring við gomlum ógildugum koyrikorti aftan á ársskiftið, verður av løgregluni sektað við 300 kr. í bót. Umbýtið fer fram á Bileftirlitinum og uttan fyri Havnina á politistøðun- um. Tað kostar 250 kr. at umbýta koyrikortið. Við umbýti á politistøðunum, skal gjaldið vera goldið frammanundan, antin í banka ella á posthúsi. Hav gamla koyrikortið við, væltrofna portrettmynd (hattleys), kvittan og møguligt navnabræv, um navnabroyting er farin fram. Tórshavn, hin 7. september 2000 Bileftirlit Føroya Hoyvíksvegur 57 • 110 Tórshavn Tlf. 350400/fax 350401 • Teldupostur: bef@bef.fo Skrivari til Útnorðurráðið Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskap- ur av 18 parlamentarikarum úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Skrivstova ráðsins er í Reykjavík. Skrivstovan hevur tætt sam- starv við skrivstovurnar hjá sendinevndun- um í Føroyum og Grønlandi umframt altjóða deild Altingsins. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at veita ráðnum fakligan og umsitingarligan stuðul, fyrireika mál, sum støða skal takast til, og fylgja upp avgerðum ráðsins, leggja ætlanir og fyrireika fundir og ráðstevnur, vera ráðnum til hjálpar í altjóða sambandi og røkja samband og upplýsing til fjølmiðlarnar og almenningin. Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá lærd- um háskúla, skulu kunna arbeiða sjálvstøð- ugt og hava hollan kunnleika til danskt og enskt mál. Ynskjandi er, at umsøkjarar hava royndir innan altjóða samstarv. Starvið verður at seta sum skjótast. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála fyri starvsfólk í Altinginum. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Rådssekre- tariatet, tlf. +354 5630 732 ella til Ernst Ol- sen, skrivara, Løgtingið, tlf. 311000. Umsóknarfreistin er 1. oktober 2000. Um- sókn, sum skal orðast á donskum og merkj- ast »Rådssækretær«, verður saman við prógvum og ummælum at senda skrivstovu Útnorðurráðsins: Vestnordisk Råd Altinget Austurstræti 14 150 Reykjavík Ísland Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Heitlufts-aggregat til flest øll endamál Sosialurin - 311820 • Refleks oljuovnar til bátin, summarhús o.a. • Hoyggjturkarar til turkan av græsið - serframleitt til Føroysk viðurskifti! • Gasovnar • Hitakanónir • Avfugtarir Vit útvega eftir tygara tørvi! www.safari.fo SJî- FRAKT Sosialurin - 311820 Tel. 32 22 22 SAFARI TRANSPORT