Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 175 - 13. september 2000 Nr. 175 - 13. september 2000 Nú tvey umfør eru eftir, bendir alt á, at tað verður Skáli, sum fer at flyta bein- leiðis upp í næstbestu deild- ina. Skálamenn eru trý stig undan næstu kappingar- neytunum. Næsti kapping- arneytin er AB. Um tað eftir átjan umfør fer at standa á jøvnum í stigum, so verður avgerandi, hvussu tað hevur hilnast í innanhýsis upp- gerðunum. Har er Skáli bet- ri fyri. Tá teir vóru á Ar- gjum, vunnu teir 5–3. Tá AB var á Skála, vunnu teir 2–1. Tað vil við øðrum orð- um siga, at í innanhýsis uppgerðunum er Skáli eitt mál betri enn AB, og tað er nóg mikið sum kvalifikatión til beinleiðis uppflyting – um tað fer at standa á jøvn- um í stigum. Spurningurin er so, hvussu vánirnar kunnu met- ast at vera hjá fremstu lið- unum. Skáli skal sunnudag- in í Gundadal at spæla ímóti B36, sum avgjørt er við í kappingini um gullkrónur- nar (B36 kann ikki flyta upp, tí teir hava longu lið í næstbestu deildini). B36 er trý stig aftanfyri Skála, sum vann heimadystin ímóti B36 1–0. Tað vil við øðrum orðum siga, at um B36 sunnudagin skal taka odda- sessin, so skulu teir vinna við meiri enn einum máli (Skáli hevur betri málúrtøku enn B36). Tað er møguleiki fyri, at AB sunnudagin fer at styrk- ja um sína støðu, men teirra uppgáva verður ikki løtt á Svangaskarði. Ikki minst tá hugsað verður um, at teir í 16. umfarinum ikki megn- aðu meiri enn javnleik ímóti ÍF, sum næstsíðst fekk javn- leik á Toftum. Tungi endin Í síðsta umfarinum fær AB vitjan av B36, meðan Skáli eigur lættan heimadyst í- móti TB. Spurningurin er so, um TB fer at møta upp. Sunnudagin møttu teir ikki á Sandi. Sandoyingar fingu stutt undan dystinum at vita av Tvøroyri, at teir vóru ikki førir fyri at manna lið. Hetta er onnur ferðin í ár, at TB ikki møtir upp á útivølli. 13. august skuldu teir havt spælt á Toftum, men tá vann B68 tey trý stigini við mál- muninum 0–0. Í grein 37 í kappingar- reglunum fyri fótbólt verður sagt, at um lið uttan hald- góða orsøk ikki møtir til dyst, kann liðið verða koyrt úr kappingini. Higartil hev- ur kappingarnevndin gjørt lítla (ella onga) nýtslu av hesari greinini. Spurning- urin er, hvat teir gera, nú eitt lið ikki er møtt til fleiri útidystir. Um tað verður, sum tað plagar at vera – at liðið sum bíðar eftir einum liði, ið ikki møtir, fær trý stig við mál- muninum 0–0 – so verður stríðið um beinleiðis niður- flyting ein uppgerð ímillum KÍ og ÍF, sum av álvara er farið undir bjargingarroynd- ina. Leikluturin hjá KÍ í 3. deild komandi ár er eisini treytaður av, hvussu tað fer at gangast í finaluni í 4. deild. Har skulu klaksvík- ingar leygardagin spæla fi- nalu ímóti gøtumonnum. GÍ flutti í fjør niður úr 3. deild. VB–FS Vágar Í 1. deild vóru vágamenn sendir úr Vági við 6–0 í við- førinum. Byrðin hjá 3. deildarliðnum var lítið minni. VB vann 5–0. Tað vil siga, at ellivu mál vórðu skorað ímóti FS Vágar, og at vágamenn einki málið fingu burturúr Suðuroyar ferðini. Tað man kennast lít- ið hugaligt. Stóri málskjúttin hjá vág- bingum var hesa ferð. Hans Jákup Hjelm, sum hesa ferð var í álopinum saman við Marner Richard. At hann skoraði trý mál vísir, at hann ikki bara er kringur at syng- ja um heimbygdina Vágur, er viðmerkingin úr Vági. Skáli–B68 Tað sást ikki á spælbýtinum, at talan var um oddaliðið og eitt av teimum í niðara end- anum. Heimaliðið legði sera bragdliga fyri, og longu í 8. minutti fingu teir hol á. Bæði í hesum førinum, og tá Skáli økti í 63. minutti, var málskjúttin Sveinur Justinussen. Blaðungi mið- vallarin í vinstru hevur fín fótbóltsevni. Í báðum førunum hevði spælandi venjarin, Kaysten Rasmussen, næstsíðsta fótin á. Í fyrra førinum varð bólt- urin lyftur inn um verjuna, og í seinna umførinum kom innleggið úr vinstru, og Sveinur Justinussen fluktaði við handara stólpan aftan- fyri Jóhan Dávur Højgaard, sum hesa ferð loysti Kjartan Nesá av í málinum. B68 hevði nógv spæl, og teir høvdu eisini fleiri mál- møguleikar. Men tað var ikki fyrrenn í síðsta min- uttinum, at teir pyntaðu um. Aftasti maður, Odmar An- dreassen, var tryggur úr ell- ivu metrum. KÍ–B36 Klaksvíkingar høvdu mann- að seg væl fyri at fáa so mikið burturúr, at teir skul- du fara av aftasta plássinum. Tað var eingin munur á toppliðnum og botnliðnum. Men hóast KÍ var framman- fyri tvær ferðir, so vóru tað gestirnir úr B36, sum fóru við øllum. Rúni Elttør setti hol á við stútara eftir horna, men B36 hevði ikki meiri enn givið bóltin uppaftur, so lá hann í KÍ málinum. Ólavur Kjøl- bro legði KÍ framum aftur við langskoti. Í 2. hálvleiki leikaði tætt á. Hans Jákup Heinesen javnaði beinanvegin, og tá tað restaðu fjúrtan minuttir, skoraði Ólavur Debes sig- ursmálið. Hann hevði verið á vøllinum í ellivu minuttir, tá hann gjørdist dagsins maður hjá B36. AB–ÍF Talan var um stórt vónbrot hjá argjamonnum. Teir vóru favorittar, og tá teir í 74. minutti øktu til 3–1 (Svend Poulsen skoraði, eftir at Magnus Hentze hevði lagt út frá úr vinstru), bendi alt á, at AB skuldi senda fugl- firðingar tómhentar til hús aftur. Men ÍF vildi ikki geva seg. Teir megnaðu 3–3 javn- leik, og at enda var um repp- ið, at teir fóru við øllum. Ken Bærentsen minkaði um munin við einum av sínum hegnisligu fl-tu skotum úr horninum á brotsteiginum, og hann javnaði til 3–3 upp á brotsspark. Ellivu metur dómurin stóðst av, at AB verjan tók beinini undan Martini Hansen. Í síðstu løt- u hildu bæði argjamenn og fuglfirðingar, at beinini enn eina ferð vórðu tikin undan Martini Hansen, men tað helt dómarin ikki. Og so varðveitti AB eina stigið. ÍF kom á odda beinan- vegin, tá Jógvan Arnfinn Ja- cobsen stútaði horna úr høg- ru í kassan. Eftir ein stívan hálvan tíma javnaði Magnus Hentze eftir uppspæl í høg- ru. Fram ímóti steðginum legði Sigurd Justinussen innfyri úr vinstru, og eftir tvær royndir eydnaðist tað Svend Poulsen, toppskjútt- anum í deildini, at fáa bóltin inn um Allan Joensen. So var tað, at AB økti, og at ÍF kom afturíaftur. AB vónar framvegis, at teir skulu gera skjótt av í deildini, og ÍF, sum hevur fingið nakrar ve- teranar at hjálpa til, vónar, at teir aftur komandi ár skul- u eiga rættin at spæla í 3. deild. JH Úrslit 15. umfar (allir málskjúttarnir vóru ikki upplýstir í síðstu viku) B71–Skáli 3–5 (1–2) 0–1: Kaysten Rasmussen br 2. 1–1: Ib Mohr Olsen 16. 1–2: Kaysten Rasmussen 44. 2–2: Páll á Reynatúgvu br 49. 2–4: Arnhold Berg 65. 2–3: Jørmund Joensen 77. 2–5: Marius Joensen 80. 3–5: Alex Nielsen 83. 16. umfar VB–FS Vágar 5–0 (2–0) 1–0: Marner Richard 31. 2–0: Hans Jákup Hjelm 37. 4–0: Alfred Wøldike 59. 3–0: Hans Jákup Hjelm 74. 5–0: Hans Jákup Hjelm 77. Skáli–B68 2–1 (1–0) 1–0: Sveinur Justinussen 8. 2–0: Sveinur Justinussen 63. 2–1: Odmar Andreasen 90. br KÍ–B36 2–3 (2–1) 1–0: Rúni Elttør 11. 1–1: Allan Manai 12. 2–1: Ólavur Kjølbro 31. 2–2: Hans Jákup Heinesen 47. 2–3: Ólavur Debes 76. B71–TB B71 uttan dyst AB–ÍF 3–3 (2–1) 0–1: Jógvan Arnfinn Jacob- sen 2. 1–1: Magnus Hentze 33. 2–1: Svend Poulsen 44. 3–1: Svend Poulsen 74. 3–2: Ken Bærentsen 75. 3–3: Ken Bærentsen 81. br 17. umfar verður 17. september FS Vágar–B71 B68–AB B36–Skáli TB–KÍ ÍF–VB AB snávaði ímóti botnliði 3. deild: Alt bendir á, at tað verður Skáli, sum fer at flyta beinleiðis upp, meðan argjamenn skulu spenna seg út, um teir skulu verða fullvísir í at fáa rættin at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Skála 16 11 - 1 - 4 61 34 27 34 2 B36 16 10 - 1 - 5 46 23 23 31 3 AB 16 10 - 1 - 5 73 38 35 31 4 VB 16 9 - 1 - 6 48 42 6 28 5 B71 16 9 - 0 - 7 52 44 8 27 6 TB 16 6 - 2 - 8 44 44 0 20 7 B68 16 4 - 5 - 7 38 39 -1 17 8 FS Vágar 16 5 - 2 - 9 45 59 -14 17 9 ÍF 16 4 - 2 - 10 39 54 -15 14 10 KÍ 16 4 - 1 - 11 38 107 -69 13 Støðan, 3. deild menn Máltindurin Svend Poulsen AB 21 Kristoffur Vidtfeldt B71 15 Petur Niclasen FS Vágar 14 Aksel Højgaard B68 13 Pauli Hansen Skála 12 Signar Johannesen AB 11 Magnus Simonsen FS Vágar 11 Egill Steintórsson VB 10 Oddbjørn Joensen AB 9 Per Joensen VB 9 Regin Arge B36 8 Kaysten Rasmussen Skála 8 Kaj Roest TB 8 Hans Christian Djurhuus Skála 7 Marius Joensen Skála 7 Hallur Christiansen TB 7 Jákup Olsen B68 6 Páll á Reynatúgvu B71 6 Jákup Baldvinsson ÍF 6 Jógvan Arnfinn Jacobsen ÍF 6 Ken Bærendsen ÍF 6 Kári í Lágabø VB 6 Tumas Eli Hansen B36 5 Aksel Johannesen KÍ 5 Eyðun Svalbard TB 5 Jóhannes Johannesen TB 5 Fróði Stenberg AB 4 Magnus Hentze AB 4 Dánial Petur Johansen B36 4 Vinjard Guttesen B36 4 Eirikur Poulsen B71 4 Jónsvein Thomsen B71 4 Sjálvmál B71 4 Bárður Andreasen KÍ 4 Leon Bjartalíð KÍ 4 Jón Rasmussen Skála 4 Jørmund Joensen Skála 4 Just Johannesen TB 4 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Teinurin, sum súkklaður vaðr, var hin sami sum und- anfarin ár. T.v.s at súkkla varð frá Eystara Ringvegi, inn til Kaldbak, og so allan teinin aftur til Havnar, har startur og mál var árakað bygningin hjá Elektron. Rógvi Johansen hevur føroyska metið á hesum teini, og tá sæð verður burt- ur frá kappingini í fjør, hev- ur hann á hvørjum ári meg- nað at skorið eitt gott petti av sínari bestu tíð. Í ár vann hann við tíðini 41 minuttir og 5 sekundir, og aftur hesu ferð varð talan um met. Gamla metið var 42,25. Rógvi hevði annars ikki roknað við, at tað fót at bera honum til at luttaka. Við stuli frá Fa. Ellen Dahl og bygdarfólki annars í Vági, eydnaðist tað honum kortini at koma heim, og var hann sjálvandi fegin um hetta. Rógvi hevur annars áður ført fram, at hann harmast FM-einkutstartur, úrslit 1/2 endalig Menn ml. tíð tíð km/t Rógvi Johansen 20,36 41,05 42,2 Sverri M. Edvinsson 23,39 46,23 37,4 Gunnar D. Olsen 23,32 46,33 37,4 Beinir Rasmussen 24,20 48,13 36,0 Christian Guttesen 24,56 48,43 35,6 Esmar Joensen 25,11 49,22 35,1 Veteranar Eyðun Poulsen 25,36 49,48 34,8 Kári Simonsen 25,50 50,32 34,3 Evald Rasmussen 26,11 51,13 33,9 Kvinnur Rigmor N. Joensen 29,38 58,05 29,9 Unglingar Eirikur Olsen 30,53 1.00,28 28,7 Kristian Niclasen 31,29 1.00,32 28,6 um, at FM-kappingarnar ikki verða avgreiddar um eitt vikuskifti. Nakað sum forðaði honum í at verja heitið á 100 km teininum. Sverri nr. 2 Var tað væntað, at Rógvi vann kappingina, var tað heldur óvæntað Sverri Mohr Edvinsson, sum fekk fatur í silvurplássinum. Tað eydnaðist Sverra at vinna á favorittinum til hetta, Gunn- ar Dahl Olsen, við 10 sek. Sum vera man var Sverri fegin um hetta, men Gunnar Dahl Olsen var hinvegin als ikki nøgdur. Í mun til kapp- ingina í fjør, vóru umstøð- urnar at súkkla nógv betri, men kortini var tíðin hjá Gunnari meira enn ein min- utt verri enn ta ferðina. Einasta kvinnan, sum lut- tók í kappingini, var Rigmor N. Joensen. Hon er annars mest kend fyri renniavrik síni, men hon megnaði tó at súkklað teir 30 km undir tímanum, og verður hetta mett sum eitt sera gott úrslit. Kappingina hjá ungling- um vann Eirikur Olsen, meðan Eyðun Poulsen vann Lagið var einki serligt í Aal- borg mánakvøldið. FCK var á vitjan, og teir 7.163 á- skoðararnir sóu gestirnar vinna 2–1 og harvið fara við øllum stigunum. Harvið er AaB komið so tætt at botn- inum, at talan verður um botndyst, tá AGF og Óli Jo- hannesen komandi sunnu- dag fara at vitja í Aalborg. Men tað píndi áskoðar- arnar uppaftur meiri, at Stål- e Solbakken, sum inntil fyri tveimum vikum síðani var stóra miðvallarstjørnan og mest avhildni spælarin í AaB, hesa ferð umboðaði FCK. Tað gjørdi norðmað- urin so frágera væl, at hann av hyggjarunum hjá TV3+ varð kostin besti maður á vølli, og tað var ikki so und- arligt. AaB kom á odda í 13. minutti eftir hornaspark. FCK var leingi illa kroyst av heimaliðnum, sum ferð eftir ferð spældi seg ígjøg- num í borðunum. Men eftir ein hálvan tíma var ein ann- ar norðmaður hjá FCK, Harald Brattbakk, brádliga púra leysur á AaB hálvuni. Hann megnaði at halda ver- juspælararnar aftanfyri seg, dró ímóti málinum og setti bóltin við síðuna av Jimmy Nielsen og í málið til 1–1. Í 2. hálvleiki hevði FCK betri tak á. Og í 65. minutti fingu teir sigursmálið. Mál- skjútti var eingin annar enn Ståle Solbakken, sum í 2. hálvleiki var sannur mið- vallargeneralur. Málið var meinlíkt tí, sum Dánial Hansen úr NSÍ sunnudagin stútaði ímóti B68. Todi er á veg Undan vikuskiftinum ljóð- aði í onkrum donskum fjøl- miðlum, at Todi Jónsson skuldi vera í FCK hópinum mánakvøldið. Todi var ikki í Aalborg. Hann sat heima við hús í Keypmannahavn og fylgdi við og frøddi seg um, at hansara lið nú hevur vunnið tríggjar dystir á rað. Sjálvandi vil Todi fegin spæla við hvørja ferð, og tað er neyvan nakrar vandi fyri, at hann ikki sleppur framat, tá hann verður tøkur aftur. Bæði hesa ferð og tá FCK mikukvøldið vann 1–0 á Favoritturin vann Aftur í ár gjørdist Rógvi Johansen skjótastur í einkultstartinum, og hetta er nú sjeyndu ferð, at Rógvi er FM-vinnari í 30 km einkultstarti Leygardagin skipar Roys- nið fyri árligu rennikapp- ingini Runt Agnið. Nógv- ir rennarar hava seinnu árini roynt kreftir við henda strævna 10,5 km langa teinin. Teinurin Byrjað verður við skúlan á Toftum. Runnið verður úteftir gjøgnum Tofta bygd, niðan Heygarnar, út á Nes og niðan á Agnið. Runnið verður so oman móti Runavíkini, út gjøg- num Saltnes og á mál á Tofta kei. Bestu tíð, menn vita um, 35,48 min., rann Niels Jákup Jakobsen í 1990. Í fjør vann A. Marni Joensen við tíðini 36,42 min. Við í Daewoo kappingini Kappingin Runt Agnið er samstundis triðja og næstseinasta umfar av Daewoo Marathon Cup. Favorittar at vinna kapp- ingina leygardagin eru Guttorm Sørensen og Rigmor N. Joensen, ið eisini liggja á odda sam- anlagt. Guttorm Sørensen hevur higartil nýtt 1.32,59 tím. at renna teir fyrstu 26,1 km av Marathon kappingini. Honum á baki er Signar Røsvik, ið bert er 9 sek. aftanfyri, meðan Cecil Weihe er 6,17 min aftanfyri Signar. Bert tvær kvinnur lut- taka í samlaðu kapping- ini. Rigmor N. Joensen hevur undan kappingini tíðina 1.45,10 tím., með- an Bryndis Weihe hevur tíðina 2.30,44 tím. Kappingin leygardagin byrjar kl. 12.05, og til- melding er við skúlan á Toftum hálvan tíma fyri kappingina. kappingina hjá monnum yv- ir 40 ár. Runt Agnið 2000 FCK nærkast toppinum Todi Jónsson er framvegis plágaður av skaðanum, hann fekk í Føroyum fyri smáum tveimum vikum síðani heimavølli ímóti AB, var Thomas Thorninger á mið- vallarplássinum í vinstru. Avrikið hjá honum hesar báðu ferðirnar bendi ikki á, at plássið hjá Toda er hótt. Síðani landsliðsferðina í Føroyum hevur Todi fingið viðgerð í lærinum, og hann hevur vant fyri seg sjálvan. Í gjár var møguleiki fyri, at hann í dag ella í morgin fer at venja saman við hinum. FCK, sum bara er tvey stig frá oddasessinum, skal sunnudagin spæla á heima- vølli ímóti OB, sum hevur Johan B. Hansen í hópinum. Sum nevnt omanfyri so skal AGF við Óla Johannesen í hópinum spæla í Aalborg. Herfølge og Jákup Mikk- elsen skulu sunnudagin spæla á heimavølli ímóti FC Midtjylland. JH Væntandi fer Todi Jónsson aftur undir regluligu venjingina í dag ella í morgin