Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 175 - 13. september 2000 Nr. 175 - 13. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Minningarorð um Marthu Didriksen Martha Didriksen varð fødd í Nólsoy tann 26. juni 1927 og hon andaðist í Tórshavn tann 21. august 2000 aftan á eina langa sjúkralegu. Nú er hon farin heim til Jesusar. Sloppin undan sjúku og pínu. Mínir tankar leita til Ovild og børnini: Birgit, Kirstin, Eyðfinn, Lydiu, Øssur og Junn. Harrin hjálpi tykkum og familjum tykkara í sorgini. Eg havi ikki verið í einum betri heimi enn hjá Marthu og Ovildi. Martha var tann náttúruligi mið- depilin í familjuni. Hon og Ovild bygdu upp eitt heim har kærleiki til børnini, nærtakærleiki og fostur- landsalskur vóru ein sjálvsagdur lutur. Martha var ein stillfør og jarðbundin kvinna. Hon hvíldi í sær sjálvari og í síni trúgv, og hon hevði – eins og Ovild hevur – eina stóra virðing fyir tí ein- staka menniskjanum. Hetta sermerkir eisini børn teirra, sum fingu gott í beinið. Míni barna- og ungdómsár var eg dagligur gestur í heiminum hjá Marthu og Ovildi. Størri gestablídni havi eg ikki upplivað enn hjá teimum. Tey bæði dugdu sera væl at fáa tann vitjandi at føla seg væl tilpassar. So líkatil og ósnobbut. Tað kunnu onnur enn eg tosa um, tí tað vóru fáir dagar, at ikki onkur kom á gátt hjá teimum. Flestu nólsoyingarnar, eg kenni, eri eg komin at kenna hjá Marthu og Ovildi. Farin er ein góður vinur, sum eg síggi fram til at hitta aftur heima hjá Harranum. Ærað veri minnið um Marthu Didriksen. Vinarliga Ingemar Djurhuus, Århus Á hjartadeildini á Ríkis- sjúkrahúsinum í Keyp- mannahavn sótu 7 føroy- ingar. Tveir høvdu fingið víðkað æðrar í hjartanum við ballón og fingið bysning ísettan. Tríggir skuldu fáa hesa viðgerð dagin eftir. Tveir skuldu fáa bypass tvs. skifta æðrar um nakrar dag- ar, og tveir vóru júst heim- farnir frískir eftir bypass. Hetta er føroyskur gerand- isdagur á Ríkissjúkrahús- inum — enn. Ikki uttan gálgahumor vóru hesi 7 samd um, at tey vóru heppin at hava fingið hjartatrupul- leikar aðrenn fullveldið. Enn kundi livsneyðug hjálp fáast í Keypmannahavn. Ein banal søga heldur onkur, men deyðans ella lív- sins álvari fyri tey, ið sjúkan rakar. Prátið gekk. Onkur hevði vitjað føroyingar á øðrum deildum, og nógvir føroy- ingar liggja á Ríkissjúkra- húsinum. Fleiri høvdu búð á Hotell Tórshavn, hesum føroyska baklandinum áðrenn innlegging, og har búðu eisini avvarðandi. Á sjúkrahúsinum hava eisini tann føroyski prest- urin og trúboðarin í Kristna- stovu sína gongd. Samanumtikið eitt før- oyskt umhvørvi, har okkara landsmenn fáa lívsneyðuga viðgerð á jøvnum føti við danir, har læknar og starvs- fólk tosa eitt mál, føroy- Áðrenn og aftaná ingar duga. Eitt stað har før- oyingar kenna seg tryggar. Hetta omanfyri fær meg at minnast ein Fimmara í Útvarpinum, har Helena D. á Neystabø tosaði um heilsurøkt eftir loysingina. Fyri hana og loysingarfólk, ið ringdu inn, var onki pro- blem, um vit mistu Ríkis- sjúkrahúsið og tað danska heilsuverkið annars. Sjúk- lingar kundu sendast verð- ina runt. Til Ísland sjálv- andi, til Svøríki, Týskland, USA og aðrastaðni. Tað er bara so, at eitthvørt land ella ríki hugsar fyrst um sínar egnu borgarar, meðan útlendingar koma í aðru røð. Sama hvussu dugnaligir læknarnir eru aðrastaðni, so eiga landsins borgarar fyrsta tørn, og føroyskir sjúklingar fara at standa ella liggja við húgv- uni í hondini og bíða eftir avlopstíð í fremmandum umhvørvi uttan at skilja við- komandi mál, kanska við eini sjúku har sjálvt minuttirnir telja, um við- gerðin eydnast ella ikki. Ein ræðumynd siga tjóð- veldisfólk. Lívsins álvari sigur javnaðarflokkurin. Tað er ábyrgdarleyst at fyrigykla fólki, at alt verður sum tað er eftir loysingina. Men hvat? vit hava jú eitt ábyrgdarleyst landsstýri. Dan R. Petersen javnaðarmaður Í Útvarpi Føroya segði løg- maður seg vera bilsnan yvir brævið frá Niels Helveg Petersen, uttanríkismálaráð- harra. Løgmaður helt tað vera løgi, at uttanríkismála- ráðharrin segði tað vera neyðugt at hava ein her (egne væbnede styrker), fyri at gerast limur í NATO. Hann undirbygdi hesa stað- festing við at vísa á Ísland, sum ikki hevur nakran her, men kortini er limur í NATO. Ísland er ikki limur í PfP Í brævinum frá Niels Hel- Orðaskifti: Løgmaður, NATO og Partnership for Peace veg Petersen stendur als einki um slíka treyt fyri limaskapi í NATO!!! Men skulu vit hinvegin gerast limir í ”Partnership for Peace”, er neyðugt av hava egnan her. Ísland er ikki limur í ”Partnership for Peace” og tískil er ávísingin hjá løgmanni so heilt burt- urvið Tá tú nærlesur umrødda bræv hjá N. H. Petersen, sum er dagfest 30. august í ár, og kannar nærri hvussu felagsskapirnir NATO og PfP eru skipaðir, undrast tú stórliga yvir alt sum løg- maður segði um brævið og um ætlan landsstýrisins. Hví ikki ríkisfelags- skap og NATO? Men hvat er tað nú fyri ein felagsskapur, sum er so áhugaverdur, og sum vit kanska skulu gerast limir í, aftaná at samgongan hevur limað okkum úr verandi ríkisfelagsskapi? Limalondini eru millum annað hesi: Albania, Arme- nia, Azerbaijan, Belarus, Bulgaria, Croatia, Georgia, Kazakhstan, Romania, Tadjikistan, Turkmenistan, Ukraine, Uzbekistan og onnur fjarskotin lond. Hvat er endamálið við at gera okkara verjupolitikk so ótryggan og ræðandi? Hvat er endamálið við áhaldandi at íbirta nýggjar og heilt óneyðugar trupul- leikar? Hví ikki heldur lima okk- um í NATO í verandi ríkis- felagsskapi? Tórshavn 12.09.2000 Trygvi F. Guttesen Minningarorð um Bjørg Matras Nú Bjørg er far- in, minnist eg aftur á allar tær góðu løtur vit høvdu saman í nógv ár. Eg var í húsi hjá Bjørg og Hera, bæði tá Marna og Erla vóru lítlar og har var ógvuliga gott at vera. So minnist eg aftur á allar jóla- dagarnar, Sig- urd, eg og børn- ini høvdu saman við Bjørg, Hera og gentunum, heima hjá teimum, og nýggjársdagarnar heima hjá okkum, tað er hugnaligt at minnast aftur á. Tá eg so búði í Ballerup og Bjørg var niðri, so hittust vit har, tá eg var heima í feriu, var eg altíð og vitjaði hana, eg sakni hana nógv. Bjørg gekk eisini høgt upp í sítt arbeiði, bæði sum lærari, á Skúlabókagrunninum og á Landsskúlafyri- sitingini. Góða Martha mostir, Kára, Marna og Erla og fam- iljur tykkara, saknurin er størst hjá tykkum, hon var jú so góð við tykkum, eisini tú Jórun og tín familja. Góða Bjørg, hvíl í friði. Heilsan Elin Roykipolitikkurin er átt- andi partur av almenna starvsfólkapolitikkinum, og tá roykipolitikkurin verður settur í verk, verður rundskriv landsstýrisins um royking frá 27. apríl 1989 sett úr gildi, sigur Nýskipanardeildin á Løg- mans-skrivstovuni í tíð- indaskrivi. Uppskotið er soljóð- andi: Uppskot um roykipolitikk Roykipolitikkur Ásannandi, at royking er heilsuskaðilig, skal royki- politikkurin tryggja royk- frítt umhvørvi á øllum al- mennum arbeiðsplássum. Endamál Endamálið er at seta upp fyriskipanir á arbeiðs- plássinum á ein slíkan hátt, at ynski hins einstaka í mest møguligan mun kunnu verða gingin á møti. Roykfrí øki • Arbeiðshøli, har fleiri enn eitt starvsfólk ar- beiða • Høli, har viðskiftafólk verða avgreidd • Matstovur • Fundarrúm • Felagshøli Hesi eru: • gongir • kopirúm • setstovur • lyftur • nátthús • osfr. Undantøk Arbeiðshøli, har bert 1 fólk arbeiðir, eftir avtalu við leiðsluna. Hurðin skal skal vera aftur, og hósk- andi útlufting vera, um roykt verður. Skelting Stovnurin kann gera ser- lig roykihøli. Verða slík høli gjørd, skulu hesi hava sjálvstøðuga luft- reinskingarskipan og liggja á so lítið árendum staði sum gjørligt. Upplýsing, ráðgeving v.m. Arbeiðsplássið skal við uppsløgum, skeltum og á annan hátt vísa á møgulig roykihøli og lýsa royki- forboð. Upplýsing á arbeiðs- plássinum um vandan av royking kann umfata fundir, møguliga við luttøku av ráðgevum uttanífrá, skrivligt tilfar, innanhýsis og/ella uttan- hýsis skeið v.m. Harafturat kann ar- beiðsplássið hava ein leiklut í sambandi við sjálvbodna avvenjing hjá starvsfólki. Uppskot um roykipolitikk Niðanfyri er uppskot um roykipolit- ikk, sum Nýskipanardeildin á Løg- mansdeildini hevur sent almennum stovnum og yrkisfeløgum til hoyr- ingar. Freistin at lata inn viðmerk- ingar er sett til mánadagin 9. oktober. JOHN JOHANNESSEN EYÐUN KLAKSTEIN Fullveldis Føroyar uppfylla politisku karmarmarnar, ið krevjast fyri at gerast limur í verjusamgonguni í NATO, Partnership for Peace. Hetta staðfestir eitt skjal, sum ein kelda, ið stendur NATO nær, hevur skrivað og sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Keldan staðfestir, at Part- nership for Peace ætlanin er væl egnað til lond í slíkari støðu, sum Føroyar, og gev- ur møguleikar fyri hernað- Helveg gav skeivar upplýsingar um NATO Føroyar kunnu væl gerast limir í Partnership for Peace uttan at hava her, staðfestir kelda, sum stendur NATO nær arligum og politiskum sam- starvi innan eina flexibla rammu. – Føroyar sum fullveldi høvdu uttan iva uppfylt pol- itisku krøvini fyri limaskap, og limaskapurin kundi verið aktuellur innan nakrar fáar mánaðir, staðfestir skjalið. Víst verður á, at Føroyar kundu verið aktivir limir í felagsskapinum innan tvey ár. Limaskapurin hevði síð- ani merkt, at Føroyar gjørd- ust limir í the Euro-Atlantic Partnership, ið fevnir um samstarv innan tilbúgving Fólkaflokkurin helt tíðinda- fund í gjár, har hann kom við uppskoti um hvussu skatturin kann lækkast tey næstu árini. Skattalættin verður hin sami í krónum fyri láginn og meðalinntøkur og økist við umleið 2000 krónum hvørt ár fram til 2005, síðan nakað minni. Eftir verandi skipan kann Fólkaflokkurin lovar skattalækka Hevur gjørt uppskot, sum vísir á leiðir at minka um skattatrýstið næstu 10 árini ein tjena 17.000 krónur um árið, áðrenn ein byrjar at rinda skatt. Eftir uppskot- inum hækkar hetta botn- mark komandi trý árini upp í 30.000 krónur, áðrenn ein byrjar at rinda kommunu- skatt og 60.000 krónur í ár 2010, áðrenn ein byrjar at rinda landsskatt. Lutfallsliga fáa tær lagu og meðalinntøkurnar mesta lættan, 5-6 ferðir meir enn tær største meðalinntøk- urnar. Við verandi búskaparván- um økjast samlaðu inntøk- urnar til lands og komm- unukassan nakað sum hig- artil. Við størri búskapar- vøkstri orsakað av fallandi skattatrýsti ber skjótt til at lækka marginalskattin hjá STEFAN Í SKORINI Bæði Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu síðsta uppstillingar- fund mánakvøldið, har sein- asta hond varð løgd á list- arnar. Tjóðveldisflokkurin hevur 17 valevni, meðan Javnaðarflokkurin hevur 14 valevni. Av stórum kanónum á tjóðveldislistanum kunnu nevnast útvarpsmaðurin Jógvan Arge og løgtings- maðurin Finnur Helmsdal. Býráðsformaðurin Leivur Hansen er sjálvandi at finna á listanum. Johan Morten- sen, eisini kendur sum Johan Hot, stillar eisini upp á tjóðveldislistanum. Javnaðar- og Tjóð- veldislistarnir klárir Tjóðveldis- og Javnaðar- listin verða her prentaðir í heilum líki. Hjá hinum trimum flokk- unum hava allir uppstilling- arfundirnir ikki verið enn. Bent Jákup Hansen, for- maður í Suðurstreymoyar Sambandsfelag, sigur, at teirra listi er klárur, men ikki ber til at almannakunn- Nú líður væl at fáa listarnar við valevnum til býráðsvalið klárar, og bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava sett navn á síni valevni gera listan fyrr enn 3. fund- ur hevur verið. Hjá Fólkaflokkinum verður 2. og 3. fundur mánadagin, sigur Aage Arn- oldson, formaður í Havnar Framburðsfelag. Teirra fyrsti fundur var fyri summ- arfrítíðina. Miðflokkurin hevur held- ur ikki fingið alt uppá pláss øllum inntøkubólkum. Miðvísur skattalætti ár um ár skuldi gingið fakfel- øgum á møti í ynski teirra um støðugt hækkandi disponibla eftir skatt. Hvør króna í skattalætta telir móti tveimum krónur í brutto lønarhækkan. Samstundis batnar kappingarførið í bú- skapinum, sigur Fólka- flokkurin. enn, men einaferð í næstu viku er væntandi, at allir listarnir verða klárir. Tjóðveldislistin: Jógvan Arge, Tórshavn Hildur Eyðunsdóttir, Tórs- havn Snorri Fjallsbak, Tórshavn Leivur Hansen, Hoyvík Finnur Helmsdal, Hoyvík Katrin Isfeld, Tórshavn Tórbjørn Jacobsen, Kald- bak Tórhallur Jakobsen, Argir Frits Joensen, Kollafjørður Hanna Joensen, Tórshavn Tommy Kjærbo, Tórshavn Arnbjørn Madsen, Argir Johan Mortensen, Tórshavn Klæmint Olsen, Tórshavn Anna Maria Simonsen, Tórshavn Regin av Steinum, Argir og politiska ráðgeving inn- an øll øki í NATO saman- hangi. Men fyri at fáa hesi rætt- indi er ikki neyðugt at hava her. Harafturímóti skulu Føroyar seta landaøki og møguleikar av til NATO. Víst verður á Ísland sum dømi. Har eru fleiri enn 3.000 NATO starvsfólk, men eingin veruligur íslendskur herur. Í brævinum, har danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Pedersen, sýtir løg- manni at koma á tal við NATO aðalskrivaran um Súsan Vestergaard, Hvíta- nes Javnaðarlistin: Elin Lindenskov, Tórshavn Torfinn Smith, Tórshavn Hans Jákup Simonsen, Kollafjørður Havstein Sigurðsson, Tórs- havn Henning Christensen, Argir Zakaris Hansen, Argir Hans Jákup Hansen, Kolla- fjørður Hans Madsen, Kollafjørður Meta Palle, Tórshavn Vígdis Johannesen, Tórs- havn Ingrid Jakobsen, Tórshavn Rigmor Dam, Tórshavn Hendrik Thomsen, Tórs- havn Magni Dalsgaard, Tórshavn limaskap, vísir hann á, at Føroyar mugu hava her fyri at sleppa upp í Partnership for Peace. Somuleiðis vísir danski uttanríkisráðharrin á, at talan er um eina avtalu um veruligt hernaðarligt samstarv.