Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • hósdagur • 27. mai 2005 • 79. árg. Alkotest til Saab Saab eru í løtuni í ferð við at seta alkolás í nakrar hundrað bilar fyri at testa sín egna teknikk. Um tvey ár skal alkolás, har bilur- in ikki startar, um bil- førarin hevur drukkið alkohol, fáast sum eykaútgerð í øllum Saab bilum Kelda: www.blocket.se Ka student Undir slagorunum "Álop er besta vápnið" eru Ford nú farnir í kapping við hinar evropeisku bilverk- smiðjurnar við Ford Ka Student, ið verða seldir fyri sera kapp- ingarførar prísir Kelda: Motor Magasinet Hyundai Grandeur Stóri luksusbilurin Hy- undai XG350 verður nú avloystur av nýggja Grandeur, sum í USA fær navnið Azera. Bilurin er bæði størri og rúmligari og hevur alla hugsandi útgerð. Bensinmotorar nir byrja við 3,3 litur V6 við 233 hk Kelda: Motor Magasinet 24. mai 2005 koyrdi ein silvurgráur VW Touran út av VW- verksmiðjuni í Wolfs- burg. Tað serliga við hesum bili var, at hann var bilur nr. 100.000.000 hjá VW, síðan fyrsta VW- Boblan kom á markn- aðin fyri 60 árum síðan í 1945 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Volkswagen kunnu í ár há- tíðarhalda, at liðin eru 60 ár síðan fyrsta VW-Boblan (Type 1) kom á marknaðin. Samstundis eru 70 ár liðin síðan tann fyrsta prototyp- an av bilinum sum Perdi- nand Porsche konstrueraði varð gjørd. Í dag er Volks- wagen ein av heimsins størstu bilframleiðarum. Fyrstu VW-bilarnir vóru Boblan og Transporter (rugbreyðið). Av teimum mest kendu og mest framleiddu Fólka- vognunum kunnu vit nevna, at Boblan varð gjørd í 21,5 mill. eindum, Golf er higartil framleiddur í 23 mill. eindum, Passat í 9 mill, og Polo í næstan 9. mill. eindum. Í 2002 fór framleiðslutalið á Golfin- um fram um Bobluna. Volkswagen verða annars framleiddir í nógvum ym- iskum londum sum t.d. Brasilia, Mexico, Argen- tina, Polen, Spania og Kina. Volkswagen: 100 milliónir bilar í 60 ár Hátíðarhald á verksmiðjuni í Wolfsburg 24. mai 2005 tá VW bilur nr. 100.000.000 fór av verksmiðjuni Fyrsta VW-Boblan kom á marknaðin í 1945. Bilurin varð framleiddur í 21,5 mill. eindum