Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 97 - 26. mai 2005 Hósdagin 19. mai læt bilasølan VR Bilar enn ein nýggjan Volvo millumbygdabuss til Sp/f Gundurs Bussar á Signabø, sum rekur bussrutuna millum Havnina og Kolla- fjørð fyri Tórshavnar Býráð BUSSAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Sp/f Gundurs Bussar á Signabø fingu í síðstu viku ein nýggjan Volvo B12M buss til bussleiðina millum Havnina og Kollafjørð. Bussurin er uppbygdur hjá Carrus verksmiðjuni í Finlandi. Bæði ramman og karossaríið eru úr rustfríum stáli. Talan er um ein "Carrus 8700", men tekniskt er hann ein Volvo B12M við motorinum í miðjuni. Motorurin er ein 12,0 litur 6 syl. turbodiesel við v. commonrail og intercool- ara. Girkassin er heilauto- matiskur við retardara. Bussurin er uppbygdur sum ein millumbygdabuss- ur við 49 sitiplássum og 23 standiplássum til tey ferð- andi. Eins og aðrir nýggir bussar hevur hesin skivu- bremsur bæði framman og aftan og ABS bremsuskip- an við ESP, so hann ikki glíður út í svingum. Nýggjastu bussarnir eru so framkomnir og hava so nógvar trygdarskipanir, ið kemur bæði bussføraranum og teimum ferðandi til góð- ar, sigur Gundur Johanne- sen á Signabø, sum eigur og rekur Sp/f Gundurs Bussar. Hesin bussurin er tann fimti í røðini, hann hevur keypt frá VR Bilum. Gundurs Bussar nýggjan Volvo Stóru lýsingarskelt- ini, har lýsingarnar skifta við jøvnum millumbili, eru nú at síggja nógvastaðni í Havn. Á økinum hjá Reyni Service við Ringvegin er nú eitt sketi sett upp við lýs- ingum hjá fyritøkuni BILFYRITØKA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Reyni Service hevur nú fingið eitt lýsingarskelti við Ringvegin í Havn, á økin- um teir herfyri keyptu frá P/F Meinhardt Arge. Í løtuni koyra tríggjar ymiskar lýsingar, ein um bilútleigan, ein um upp- rætting og lakkering av bilum, og ein um Corolla 25 átakið, ið samband við at 25 ár eru liðin, síðan Reyni Service fekk umboð fyri Toyota. Ætlanin er, at lýsingarnar verða skiftar út fjórðu hvørja viku við ymiskum lýsingum og tilboðum hjá fyritøkuni, sigur stjórin hjá Reyni Service, Eivind av Reyni. Reyni Service lýsingarskelti við Ringvegin Gundur Johannesen frá Sp/f Gundurs Bussum fær her bussin handaðan av Marna Olsen og Torleif Nón frá VR Bilum Mynd: Bárður Reyni Service hevur nú fingið eitt lýsingarskelti við Ringvegin í Havn við ymiskum lýsingum og tilboðum hjá fyritøkuni Mynd: Jens Kristian Vang