hósdagur 26. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 97 - 26. mai 2005
Heldur ikki hetta
vikuskiftið læt B68
mál fara ígjøgnum.
Og bæði sandoyingar
og vágamenn royna at
halda stutt tjóður í
oddafiskinum
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað tykist ikki vera nakar,
sum skalar toftamenn í
stríðnum um at vinna upp-
flyting til bestu deildina.
Fjórða umfarið á rað vunnu
toftamenn, og fjórða um-
farið á rað var sigurin so-
mikið sannførandi, at mót-
støðuliðið ikki megnaði at
skora.
Hesaferð settu vertirnir
ferð á alt fyri eitt, og longu
eftir 20 minuttum stóð 3-0
á máltalvuni, og síðani varð
bara ein vegur.
Toftamenn hava nú 12
stig fyri fýra dystir, og mál-
munurin er ikki minni enn
19-0. Av sonnum tøl, sum
kunnu ræða mótstøðuliðini,
ið nú standa fyri framman.
B71 og FSV elta oddin
Sandoyingar og vágamenn
tykjast í løtuni vera teir,
sum kunnu bjóða B68.
B71 hevði vitjan av HB
hetta vikuskiftið, og hóast
tað leingi leikaði javnt á, so
endaði alt við tryggum
heimasigri. B71 hevði eftir
steðgin - tá vindurin var
undan - nógv spæl og hópin
av møguleikum, men teir
máttu bíða til seinastu 10
minuttirnar, áðrenn gongd
kom á málskjótingina. Tá
fekk Tummas Pauli Olsen
(kanska heppið) sneitt bólt-
inum í málið, tá Tróndur
Vatnhamar í HB-málinum
roknaði við innleggi. HB
hevði rimmar møguleika at
javna stutt eftir, og iðranin
um hetta gjørdist ikki
minin, tá Clayton Soares í
næsta álopinum økti um
leiðsluna. So var liðugt hjá
HB, og við einum máli frá
Eli Hentze og eini sannari
perlu frá Magnus Olsen
slerdu sandoyingarnir sig-
urin rimmarfastan.
Í Sandavági vitjaði GÍ, og
heldur ikki hesaferð fingu
gøtumenn nakað stig. Mun-
urin á liðnum var snøgt sagt
alt ov stórur til, at nakar
sum
helst
spenningur
skuldi verða um útfallið, og
við tveimum hat-trickum
frá Birgir Joensen og Sonna
Johansen vunnu vertirnir
ein tryggan sigur.
AB hongur í
Á Argjum hava tey aftur í ár
vónir um at verða partur av
oddastríðnum í deildini.
Teir høvdu um vikuskiftið
truplan dyst móti Royn í
Hvalba, og tað mundi lætta
um heimferðina, at teir
fingu trý stig í skjáttuna.
Tað stóð tó nógv á, og
fyrra partin av dystinum
var Royn eins væl við í
dystinum, sum gestirnir
vóru tað. AB fekk tó hol á,
tá Hans Jørgen Djurhuus
skoraði, og so kundi Súni
Fríði Barbá enn einaferð
prógva, at hann framvegis
dugir kynstrið at standa á
rætta stað til røttu tíðina.
Seinasti dysturin var í
Havn, har LÍF vitjaði. B36
hevur í ár havt tað sera
tungt, og heldur ikki hesa-
ferð fingu teir nakað burt-
urúr dystinum. 0-4 var úr-
slitið av dystinum, sum
sendi LÍF upp á miðjuna á
talvuni.
Komandi vikuskiftið skal
B36 á vitjan í Gøtu, og tann
uppgerðin líkist einum
slagi um, hvørt tað verða
B36 ella GÍ, sum skal
hanga fast í botninum.
Eisini tykist talan gerast
um áhugaverdar uppgerðir,
tá B68 vitjar hjá AB og tá
FSV04 kemur í Gundadal
at spæla móti HB.
Úrslit:
B68-Sumba 7-0 (5-0)
1-0: Jóhan Petur Poulsen
2-0: Arnbjørn Danielsen
3-0: Jóhan Petur Poulsen
4-0: Jóhan Petur Poulsen
5-0: Øssur Jacobsen
6-0: Julian Johnsson
7-0: Ovi Magnussen
B71-HB 4-0 (0-0)
1-0: Tummas Pauli Olsen
2-0: Clayton Soares
3-0: Eli Hentze
4-0: Magnus Olsen
FSV04-GÍ 6-0 (4-0:
1-0: Sonni Johansen
2-0: Sonni Johansen
3-0: Birgir Joensen
4-0: Sonni Johansen
5-0: Birgir Joensen
6-0: Birgir Joensen
Royn-AB 0-2 (0-0)
0-1: Hans Jørgen Djurhjuus
0-2: Súni Fríði Barbá
B36-LÍF 0-4
Eingin dómaraseðil komin
til FSF
Toftamenn halda stílinum
HB helt javnleikinum í nær-
um 80 minuttir, men sein-
astu løtuna skrædnaði, tá
B71 skoraði ikki færri enn
fýra ferðir
Ike er í
Hollandi
Tað vóru fleiri, sum bitu
merki í, at nigerianski
áleyparin hjá NSÍ, Ike-
chukwu Onyema, ikki
var á liðnum, sum
mánadagin tapti 3-1 fyri
HB í Gundadali.
Hetta setti eisini bein-
an vegin ferð á søgurnar
um, at spælarin skuldi
verið rýmdur frá NSÍ,
ella at felagið skuldi
hava uppsagt sáttmálan,
men hesum tíðindum er
so einki hald í, verður
sagt úr Runavík.
- Tað er soleiðis, at
nigerianska U-21 lands-
liðið tekur lut í eini
kapping í Hollandi í
næstum. Tí eru vit biðin
um at frígeva Ike til hes-
ar uppgávur, og tí kunnu
vit ikki nokta fyri.
Soleiðis sigur Trygvi
Mortensen, venjari hjá
NSÍ, og hóast tað sjálv-
andi er ein missur, tá ein
vanliga fastur spælari
verður burturfrá, so er
ikki so nógv at gera við
hetta, staðfestir venj-
arin.
Hvussu leinki NSÍ má
vera spælarin fyriuttan,
er ikki greitt, men tað
verður í øllum førum
fram til 18. juni.
- Nú veldst sjálvandi
um, hvussu liðið stendur
seg. Verða teir slignir út
í bólkaspælinum, verður
Ike væntandi aftur tann
18. juni. Koma teir
hinvegin allan vegin til
finaluna, so er hann
burtur
til
2.
juli,
upplýsir NSÍ-venjarin.
-jm
Støðan, 2. deild menn
vu.
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 B68
4
4 - 0 - 0
19
0
19
12
2 B71
4
3 - 0 - 1
13
4
9
9
3 FSV04
4
3 - 0 - 1
10
1
9
9
4 AB
4
2 - 1 - 1
7
5
2
7
5 HB
4
2 - 0 - 2
12
10
2
6
6 LÍF
4
2 - 0 - 2
12
11
1
6
7 Royn
4
2 - 0 - 2
3
11
-8
6
8 Sumba
4
1 - 0 - 3
13
22
-9
3
9 B36
4
0 - 1 - 3
4
10
-6
1
10 GÍ
4
0 - 0 - 4
5
24
-19
0
Máltindurin
Clayton Soares
B71
6
Sonni Johansen
FSV04
6
Jóhan Petur Poulsen
B68
5
Súni Frí_i Barbá
AB
4
Tummas Hans Rubeksen
B36
4
Ovi Magnussen
B68
4
Uni Arge
HB
4
Jóan Pauli Olsen
Sumba
4
Rene Thomsen
Sumba
4
Øssur Jacobsen
B68
3
Eli Hentze
B71
3
Birgir Joensen
FSV04
3
Dánjal Pauli Dalbø
GÍ
3
Hendrik Rubeksen
HB
3
Írski
landsliðsvenjarin,
Brian Kerr, hevur tikið út
hópin til HM-undandystin
móti Føroyum.
Og líkt er ikki til, at
avboð nøkrum slag hótta
írska hópin, sum soleiðis
verður
tann
sterkasti
hugsandi á føroyaferðini.
Nøvn sum Roy Keana úr
Manchester United, Dami-
en Duff úr Chelsea, Robbie
Keane úr Tottenham og
Shay Given úr Newcastle
teljast millum kendastu
nøvndini í hópinum. Saml-
aði hópurin er annars hesin:
Given (Newcastle United
FC),
Kenny
(Sheffield
United FC), Murphy (West
Bromwich Albion FC),
Carr (Newcastle United
FC), Breen (Sunderland
AFC), Harte (Levante UD),
Finnan (Liverpool FC),
O´Brien (Newcastle United
FC), Cunningham (Birm-
ingham City FC), O´Shea
(Manchester United FC),
Maybury (Leicester City
FC), Miller (Manchester
United FC), Roy Keane
(Manchester United FC),
Holland (Charlton Athletic
FC), A Reid (Tottenham
Hotspur
FC),
S
Reid
(Blackburn Rovers FC),
Quinn (Sheffield United
FC), Kilbane (Everton FC),
Kavanagh (Wigan Athletic
FC), Duff (Chelsea FC),
Robbie Keane (Tottenham
Hotspur FC), Elliott (Sund-
erland
AFC),
Doherty
(Norwich City FC), Morri-
son (Birmingham City FC).
-jm
Írski hópurin
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo