Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í Havnar Timbur- handli siga tey seg ikki trúgva uppá, at ein fótbóltshøll kann byggjast fyri einar 20 mió kr. Sambært tí, sum vit hava roknað okkum fram til, so verður kostnaðurin nærri tí tvífalda, um talan skal verða um ein høll, sum skal standa mát við nýtslu og veðurlag FÓTBÓLTSHØLL Jákup Mørk Tað vóru helst mong, sum hugdu eina eyka ferð, tá tað í gjár stóð greitt, at Havnar Timburhandil taldist mill- um teirra, sum høvdu latið eina verkætlan um fótbólts- høll inn til Fótbóltssam- bandið. Ikki tí, tað stóð øllum frítt at koma við sínum hugskotum um, hvussu ein slík høll kann gerast, men Timburhandilin var ikki akkurát tann parturin, sum tey flestu høvdu roknað við at sæð í hesum. Eingin jólamaður Men hóast hetta óvæntaða stigið, so skulu fótbólts- hugaðir føroyingar ikki rokna við, at tey soleiðis uttan víðari hava sæð jóla- mannin við tí stóra penga- kassanum trína inn á fót- bóltspallin. Í øllum førum sigur Heine Fossaa, stjóri, at hetta hvørki er eitt pr- nummar, ella ein sponsor- avtala av risa-dimensjón- um. - Tað er sjálvandi for- rætning í hesum. Tað er jú ikki hvønn dag, at ein verk- ætlan í hesari støddini gerst aktuell í Føroyum. Vit tosa jú um ein bygning, sum er omanfyri 10.000 fermetrar, sigur hann. - Tað er bara so ofta, at tú sært slíkar verkætlanir blíva við tosið, og so ikki meira. Ella verða tær bara gjørdar hálvt. Vit eru sjálv- andi ikki byggiharrar sjálv- ir, men vit hava eitt stórt kontakt-net, sum hevur gjørt tað gjørligt hjá okkum at gera nakað ítøkiligt við ætlanina. Aðra staðni hava tey jú bygt fleiri slíkar høll- ir, og vit settu okkum í sam- band við ein arkitekt, sum hevur verið við til líknandi arbeiði. Á tann hátt sleppa vit undan at uppfinna tann djúpa tallerking umaftur, tí tað halda vit tað ikki vera nakra orsøk til, sigur Heini. Ikki byggiharri Og talan er um eina stóra verkætlan. Høllin verður í serflokki størsti einstaki bygningurin, sum er reistur í Føroyum. Gólvvíddin er beint omanfyri 10.000 fer- metrar, innandura fríhædd- in er 20 metrar. Bogarnir, sum skulu halda konstruk- tiónini spenna 90 metrar, og hundrað tals tons og stáli og betongi skulu til, fyri at halda øllum hesum. Tí er einki at ivast í, at hetta er ein bygningur, sum verður eitt áhugavert pro- jekt hjá einum veitara sum Timburhandlinum at gerast partur av. Men Heini leggur tó dent á, at hetta ikki verð- ur sum byggiharri. - Tað hava vit ongar ætl- anir um. Vit hava sum so givið okkara boð uppá, hvussu ein slík høll kann byggjast. Oftani sært tú jú, at tá talan er um ætlanir av slíkari stødd, so eru tað útlendsk feløg, sum fara avstað við øllum. Tað, sum vit so ofta hava mangla í slíkum, er vitan og serfrøði, og her halda vit so okkum sjálvar hava nakað at trekkja uppá. - Verður talan um hesa høllina, so verða tað kortini onnur, sum koma at standa fyri arbeiðinum. Vit ætla okkum hvørki at standa fyri bygging ella rakstri av slíkari høll. Tað eru tað onnur, sum hava betri skil fyri, og tí vilja vit helst lata tann partin til hesi, stað- festir hann. 40.000.000 Føroyski parturin av Hat- trick grunninum hjá FIFA, sum letur stuðul til slíkar verkætlanir, er á leið 12 mió kr., men hesar eru tó langt ífrá nóg mikið til at fíggja byggingina av eini fótbóltshøll av hesum slagnum, Spurdur, hvørja meting teir hava av kostnaðinum av slíkari høll, sigur Heini, at hon helst kemur at liggja um einar 35-40 mió kr. Tá eru atknýttir hentleikar sum asfaltsarbeiði, parkerings- øki við meira ikki íroknað. - Tú tosar jú eina velduga konstruktión. Eitt er, at bygningurin skal bera allari vektini av takinum í einum spenni. Annað er so sanni- liga eisini, at takið helst skal verða verandi, hóast vindferðin kann koma upp um 60 sekundmetrar. Tað hevur kanska verið størsta avbjóðingin hjá teimum, sum hava gjørt uppskotið. Tað setur stór krøv til jørð og beton-arbeiðið, sum skal gerast, tí tað verður jú hetta, sum skal standa ímóti trýstinum, um ein hørð hvirla kemur. Hesin kostnaðurin er nakað væl hægri enn tað, sum áður hevur verið frammi. Eitt nú hevur onk- ur verkætlan tosað um eina íløgu upp á 18-20 mió kr., men í Timburhandlinum eru tey sannførd um, at hetta ikki fer at halda. - Sjálvandi kanst tú fáa eina stálhøll upp fyri nakrar fáar milliónir, sum tú so kanst innrætta. Men tú skalt eisini hugsa um, hvat hend- an skal tola. Vónandi verð- ur talan um eina høll, sum støðugt verður í nýtslu, og bæði innan- og uttandura verður talan um stóra slit- asju. Tí meta vit, at tað er altavgerandi, at arbeiðið verður gjørt væl og virði- liga, og hetta er sum sagt okkara boð um, hvussu ein slík kann byggjast. Og at enda kann við- merkjast, at Timburhand- ilin sjálvur ikki hevur gjørt sær nakra ætlan um, hvar høllin skal liggja. Eisini tann partin lata tey upp til onnur at avgera. Nr. 97 • hósdagur • 26. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Hetta er okkara boð Soleiðis sær nýggja fótbóltshøllin út sambært uppskotinum hjá Havnar Timburhandli. Takið er ein sjálvberandi konstruktión, sum spennir 90 metrar. Hartil er bogin ætlaður til at fáa stóru høllina at fella betri inn í landslagið Gólvvídd 10.000 ferm. Fríhædd, miðja 20 m Fríhædd, síðulinjur 10 m Vøllur 68X105 metrar Sitipláss 1.000 Standipláss 3.000 Kostnaður 35-40 mió kr. FAKTA