hósdagur 26. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 97 - 26. mai 2005
Fríggjakvøldið verður
seinastu ferð, at
hyggjarar fáa høvi at
síggja Rudolf Joensen
í leiklutinum sum
Gekkavertur. Rudolf
hevur nevnliga sagt
starvið frá sær eftir
fleiri enn 320
sendingar á baki
SJÓNVARPSVERTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið
verður
Gekkur nummar 415 á
skránni, og sendingin verð-
ur serlig á tann hátt, at talan
verður um seinastu send-
ingina, har Rudolf Joensen
er vertur. Rudolf hevur
verið við, síðani Gekkurin
byrjaði í februar mánað
1997, men nú fer dámligi
klaksvíkingurin burturav at
virka sum lærari í Kaldbaks
skúla, har hann hevur starv-
ast seinnu árini.
Nógv góð minnir
Sjálvur hevur Rudolf ikki
heilt neyvt tal á, hvussu
nógvum gekkasendingum,
ið hann hevur verið við í,
men talið er oman fyri 320,
sigur hann.
Fyrstu tíðina vóru tey
tvey, sum vóru vertir, men
seinnu mongu árini hevur
tað bert verið tann eini
verturin, og í flestu førum
hevur tað verið Rudolf, ið
hevur røkt henda leiklut.
Spurdur um tað eru
nakrar serligar hendingar
frá hesum mongu sending-
um, ið Rudolf minnist aftur
fram um aðrar, sigur hann.
– Tað eru altíð okkurt, ið
ein minnist serliga væl. Eg
minnist einaferð, at ein
maður úr Vági var komin í
sjónvarpsstovuna at snara
gekkahjólinum.
Fyrstu
ferð, ið hann snaraði hjólið,
kom hann á krússapottin.
Nógv høvdu óivað steðgað
har, men vágbingurin valdi
at snara enn einaferð. Hann
gjørdi ikki mætari enn at
koma á annan gekk, sum
var okkurt um 100.000
krónur. Eg fór yvir og
ynskti honum tillukku, men
hann svaraði stutt og greitt:
– hevur tú ikki hoyrt um
»alle gode gange tre«. Eg
bleiv kløkkur, men hann
vildi snara enn einaferð, og
mín sann um hann ikki
rakti hin gekkin, ið var á
umleið 300.000 krónur. Tað
var ein ordans gamblari!
Tann maðurin blívur ong-
antíð gloydmur, og aftaná
hesa hending vóru tað nógv
fleiri, ið satsaðu, tá ið tey
skuldu snara gekkahjólin-
um, greiðir Rudolf Joensen
frá.
Eisini minnist Rudolf
serliga væl, tá ið onkur
børn hava vunnið gekkin, tí
tað hevur altíð verið serliga
hugaligt. Millum annað
vann ein smádrongur eina-
ferð okkurt um 200.000
krónur.
Tær fyrstu okkurt um 80
sendingarnar var Gekkurin
soleiðis skipaður, at tann,
ið vann fulla plátu, kom í
Gekkastovuna
fríggja-
kvøldið eftir at snara
gekkahjólinum.
Rudolf
minnist aftur á, at hetta var
nakað, sum fólk tóku í
størsta álvara.
– Tey ringdu mangan til
mín fleiri dagar framman-
undan og greiddu frá,
hvussu nervøs tey vóru. Eg
veit eisini, at nógv av teim-
um fóru til frisør og keyptu
sær nýtt stás, áðrenn tey
komu í sjónvarpsstovuna,
sigur Rudolf Joensen.
Sjálvur heldur Rudolf
eisini, at tað var nógv stutt-
ligari, tá ið fólk vóru í sjón-
varpsstovuni, tí tað gjørdi
tað heila eitt sindur meiri
livandi.
Gjørdist eitt kent
andlit
Tá ið Rudolf og Gekkurin
vóru komin á skíggjan,
gekk ikki long tíð, áðrenn
Rudolf Joensen var vorðin
fólkaogn, og tað var hann
ikki heilt fyrireikaður uppá.
– Eg fekk at merkja,
hvussu sterkur miðil sjón-
varpið er. Tað kom óvart á
meg, at fólk steðgaðu mær
á gøtuni og onkur peikaði
eftir mær. Onkur segði
Gekka-Rudolf, og børnini
róptu meg bara Gekkurin,
og tað noyðist tú bara at
góðtaka, tá ið tú hevur ein
slíkan leiklut, sigur hann.
Rudolf Joensen sigur tó, at
hann ongantíð hevur verið
úti fyri nøkrum keðiligum í
hesum sambandi.
Tað er eisini komið fyri,
at Rudolf er tikin á bóli,
meðan sent hevur verið
beinleiðis. Til dømis var
Rudolf á skíggjanum, tá ið
hann fylti 50. Tá ið seinasta
spælið var á skránni, ljóð-
aði tað bráddliga BINGO,
og ein hyggjari var komin
ígjøgnum. Rudolf spurdi
sum vant, hvør hepni vinn-
arin var. Svarið var Mikkjal
Helmsdal, táverandi sjón-
varpsstjóri, og tað kom
ógvuliga óvart á Rudolf.
– Eg helt tað verða ógvu-
liga ósmart, at stjórin sjálv-
ur skuldi verða við og vinna
høvuðsvinningin. Men so
segði hann knappliga til-
lukku við degnum, og ein
dama kom inn við blómum
til mín, meðan vit sendu
beinleiðis. Tá má eg siga, at
eg bleiv tikin á bóli, og eg
var fullkomiliga ørkyml-
aður fyrstu løtuna, greiðir
Rudolf frá.
Fer ikki at spæla
sjálvur
Nú Rudolf gevst sum vert-
ur, er nærliggjandi at spyrja
hann, um hann sjálvur fer
at spæla Gekk.
– Nei, tað ætli eg mær
ikki. Eg plagdi onkuntíð at
hjálpa mammu míni at
spæla, men hon er ikki nóg
birg longur, sigur hann.
Rudolf Joensen veit ikki,
hvat hann í framtíðini fer at
fáa fríggjakvøldini at ganga
við, men hann ivast ikki í,
at tað verður ein løgin
kensla í fyrstuni ikki at
verða vertur.
Hvør ið tekur við eftir
Rudolf sum Gekkavertur,
veit Rudolf ikki at siga.
Ongantíð
bundið
slipsaknútin
sjálvur
Hóast Rudolf Joensen
tær gott og væl 320
gekkasendingarnar, ið
hann hevur verið vert-
ur á, altíð hevur sæð
vælklæddur
út
á
skíggjanum, so hevur
hann ongantíð bundið
slipsaknútin sjálvur.
– Eg dugi ikki at
binda slipsaknút. Her
má eg siga, at eg havi
havt ein góðan stylist í
Johnsigurd Johanne-
sen, sum hevur bundið
mær mangan knútin,
og hann hevur ein heilt
serligan
stíl
innan
slipsaknútar,
sigur
Rudolf
við
einum
brosi og leggur afturat,
at Øssur Wintherheig
somuleiðis hevur verið
dugnaligur at binda
knútar fyri seg.
tn
Fáa kort úr
øllum
heiminum
Tey árini, ið Gekkurin
hevur verið til, hevur
sjónvarpið og sending-
in fingið ein hóp av
postkortum sendandi
úr øllum heiminum.
– Vit hava fingið
eina rúgva av post-
kortum sendandi frá
fólki kring allan knøtt-
in. Hetta eru fólk, ið
hava vunnið í Gekkin-
um, og síðani hava
nýtt vinningin til eina
ferð. Tá ið tey so eru
og ferðast, gloyma tey
ikki
Gekkin,
men
senda eitt postkort og
takka
fyri,
greiðir
Rudolf Joensen frá.
tn
Rudolf takkar fyri seg
Nú fer Rudolf burturav at virka sum lærari í Kaldbaks skúla, og tað eru næmingarnir í 6. og 7. flokki í Kaldbak óivað fegnir um.
Mynd: Bárður Lydersen
Fríggjakvøldið verður Gekkur nummar 415 á skránni. Talan verður um eina søguliga sending, tí tað verður seinasta sendingin við
Rudolfi Joensen sum verti. Hann hevur annars verið við, síðani Gekkurin byrjaði í 1997
Mynd: SVF