Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 98 - 27. mai 2005 Í samband við Prix Føroyar kappingina, skipaðu Prix Føroya og Sosialurin fyri kappingum, har tú t. d. kundi vinna ferðir til Jellingfestivalin, har føroyskir tón- leikarar eisini spæla. Føroysku vinnararnir fóru við flogfari til Danmarkar hósdagin PRIX VINNINGAR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vanja Mikkelsen í Vági og Eyðbjørg Knudsen í Sal- tangará gjørdust hepnu vinnararnir í samband við kappingarnar, sum vóru í kjalarvørrinum av Prix Før- oyar kappingini. Tær vinna ferðir fyri tvey til Jellingfestivalin og tær eru farnar av landinum við flogfari hósdagin. Vit hava frætt, at Vanja gjørdist ovurfegin, og hóast hon gongur á miðnáms- skúla, har próvtøkurnar nú koma fyri, so gjørdi hon av at fara og bjóða vinkonuni Kristinu Augustinussen við. Føroyskir tónleikarar Ein gularót hjá luttakandi tónleikarum til prixenda- brestin – AME – er, at um- boð fyri festivalar í útlond- um velja sær umboð at spæla á festivalunum. Føroysku umboðini á Jellingfestivalinum 27., 28. og 29. maj eru Teitur Lass- en (fríggjadag), Guðrun Sólja Jacobsen og Eivør Pálsdóttir, báðar leygardag. Onnur nøvn á festival-in- um eru t.d. Zididada, Poul Krebs, Lars Lilholt, Savage Rose, Saybia, Kim Larsen, Scorpions, The Loft og mong onnur. Sum ein partur av til- gongdini at einskilja Føroya Lívstrygging verður skipað fyri einum umboðsráðs- líknandi vali millum tryggingartakarnar, soleiðis at hesir fáa møguleika fyri at velja sær 5 umboð at taka sær av áhuga- málum tryggingar- takaranna undir ein- skiljingartilgongdini TRYGGING Vinnumálaráðið hevur heitt á P/F Føroya Lívstrygging um at skipa fyri einum vali, har 5 persónar, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging, verða valdir at umboða trygging- artakarnar í samband við at P/F Føroya Lívstrygging skal einskiljast. Landsstýrið avgjørdi á landsstýrisfundi tann 17. november 2004 at einskilja P/F Føroya Lívstrygging Í samband við fyrireik- ingar í Vinnumálaráðnum at selja Føroya Lívstrygg- ing, samtykti Løgtingið í mars 2002 at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið, so- leiðis at P/F Føroya Lívs- trygging varð skipað sum sjálveigandi stovnur ella á annan hátt, ið kann tryggja áhugamálini hjá øllum tryggingartakarunum um ávirkan og innlit. Við atliti at løgtingssam- tyktini hevur landsstýrið tí avgjørt at lata helvtina av partabrøvunum til felag, har allir tryggingartakarnir í Føroya Lívstrygging eru limir, og selja hina helvt- ina. Sum ein partur av ein- skiljingartilgongdini verð- ur tí skipað fyri einum um- boðsráðslíknandi vali mill- um tryggingartakarnar, so- leiðis at hesir fáa møgu- leika fyri at velja sær 5 um- boð, at taka sær av áhuga- málum tryggingartakar- anna undir einskiljingar-til- gongdini. Allir tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívs-trygg- ing hava valrætt og kunnu stilla upp sum umboð og vera stillarar. Fyri at kunna stilla upp til valið krevst, at tann, ið ynskir at stilla upp, fær 15 stillarar. Ein persónur kann bert vera stillari hjá einum val- evni og einans eitt valevni kann vera á hvørjum upp- stillingarlista. Fráboðan um uppstilling skal vera P/F Føroya Lívstrygging í hendi, í seinasta lagi 6. juni. Tá ið Føroya Lívstrygg- ing hevur fingið fráboðan frá tryggingartakarum, sum ynskja at stilla upp til val sum umboðsfólk, verður lýst í bløðunum, hvørji val- evnini eru og tíðarfreistir- nar fyri, nær atkvøðuseðil kann umbiðjast og nær hann skal vera skrivstovu felagsins í hendi. …ein kommuna í menning Byggifrøðingur Fimm tryggingartakarar veljast at umboða Lív Vanja og Eyðbjørg vunnu ferðirnar til Jellingfestivalin