fríggjadagur 27. mai 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 27. mai 2005
3
Passiv ella óvirkin
royking er eisini ein
vandi fyri fólkaheils-
una, sigur Fyribyrg-
ingarráðið, sum skip-
ar fyri tiltaki í SMS
um vandan við
royking
ROYKFRÍUR DAGUR
31. mai er altjóða tubbaks-
fríi dagurin, hesin er ásettur
fyri at vísa á vandarnar, ið
standast av royking.
– Í Føroyum hava vit í ár
valt at vísa á passiva ella
óvirknaða royking í tiltøk-
unum í samband við royk-
fría dagin, sigur Fyribyrg-
ingarráðið.
Tiltøk verða á torginum í
SMS fríggjadagin 27. og
leygardagin hin 28. mai.
Nýggja lógin um tiløk at
minka um tubbaksnýtsluna
varð kunngjørd hin 17. mai,
henda lóg skal millum
annað tryggja øllum rættin
til eitt roykfrítt umhvørvi.
Tann, ið roykir, er í fyrstu
syftu til vanda fyri seg
sjálvan, men dálkar luftina
rundan um seg, og er tí til
ampa fyri hini ið inni eru.
Harafturat hongur tubbaks-
roykurin í klæðunum, so,
um hann/hon fer útum at
roykja, so dregur hann/hon
nakað av tubaksluftini inn
aftur við sær.
– Passiv ella óvirkin
royking rakar okkum øll,
um vit eru saman við
roykjarum, serliga verða
børn og fólk, ið hava astma
ella aðrar lungnasjúkur um-
framt sjúkur í hjarta og
æðralagnum útsett. Í Dan-
mark verður mett, at óvirk-
in royking er orsøkin til at
20.000 børn verða innløgd
á sjúkrahús, og at eini 150
fólk árliga doyggja av
óvirknari royking.
Ávíst er, at har mamman
roykir meðan hon gongur
við barni, er burðarvektin í
meðal lægri enn hjá øðrum
børnum, eisini er óvirkin at
telja millum orsøkirnar til
vøggudeyðan. Harumframt
verða børn, sum í um-
hvørvinum verða ávirkað
av tubbaksroyki í dupult so
stórum vanda fyri at fáa
astmatiskt bronkitis, sam-
anborið við tey børnini ið
ikki anda tubbaksroyk.
Passiv royking
drepur
Roykfrítt tiltak í SMS
Tiltakið á torginum í SMS byrjar í dag, fríggjadagin
hin 27. mai kl. 13, og heldur fram til umleið kl. 18.
Leygardagin hin 28. byrjar tað kl. 10 og heldur
fram inntil umleið kl. 14. Har hava ymisk feløg, so
sum Hjartafelagið, Astma- allergifelagið, Føroya Fe-
lag ímóti Krabbameini, Apotekið og Fyribyrgingar-
ráðið. Har verður útvegað tilfar, samstundis sum
møguleiki verður at taka blóðtrýst og annað.
Ein teknikapping fyri børn hevur verið, og eru
innkomnar umleið 1300 tekningar, hesar verða at
síggja. Eisini hevur ein spurnarkapping fyri vaksin
staðið í bløðunum, og eru nógv svar innkomin. Høvi
verður hjá teimum, ið ikki hava svarað í bøðunum at
gera tað á torginum, har spurnarbløðini eisini verða at
fáa.
Leygardagin 28. mai kl. 13 kemur Hans Pauli
Strøm á torgið, har han handar virðislønirnar til tey,
ið hava vunnið teknikappingina, og dregur vinnarar-
nar til spurnarkappingina.