fríggjadagur 27. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 98 - 27. mai 2005
Nýggi Smyril:
Eru 14 dagar frammanfyri tíðarætlanina
Arbeiðið upp á nýggja
Smyril hevur gingið
so væl í seinastuni, at
byggingin er nú tvær
vikur frammanfyri
tíðarætlanina
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið
uppá
nýggja
Smyril hevur gingið væl í
seinastuni.Tað hevur gingið
so væl, at nú eru útlit til, at
skipið kann latast føroying-
um nakað fyri tíðarætlan-
ina, sum er ásett.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni, sigur, at
arbeiðið hevur gingið so
mikið væl, at Skipasmiðjan
nú er 14 dagar frammanfyri
tíðarætlanina.
Skipasmiðjan hevur ann-
ars boðað frá, at Smyril
verður liðugur 15. oktober í
ár.
Men hon gjørdi sam-
stundis eisini greitt, at hetta
var avgjørt tað seinasta,
sum báturin verður liðugur.
Og sum tað gongur nú,
bendir sostatt alt á, at nýggi
Smyril eisini kann verða
liðugur nakrar vikur áðrenn
tað.
Ikki minst hevur mann-
ingin á Smyrli lagd dent á
týdningin av at fáa skipið
um summarið, ella so tíð-
liga um heystið sum gjør-
ligt, so at tey fáa vant seg
við skipið, áðrenn vetrar-
stormarnir fara at herja aft-
ur og útlitini fyri tí eru altso
batnað í seinastuni.
Heilt annað lag
Kristian Davidsen sigur eis-
ini, at tað í allar mátar er
komið heilt annað lag á
byggiarbeiðið, síðani ovasti
leiðarin á IZAR-samtakin-
um, sum eigur Skipasmiðj-
una, sum smíðar Smyril,
sjálvur átók sær byggileiðsl-
una.
– Tað arbeiða nógv fólk
umborð, ímillum 400 og
500 fólk og summastaðni
verður arbeitt alt samdøg-
urið.
– Sostatt gongur arbeiðið
so skjótt sum tað kann,
sigur strandferðslustjórin.
Hann sigur, at nú gongur
tað eisini nógv lættari at
rætta brek og mistøk, sum
verða gjørd.
– Tað, vit hava verið von
við, er, at skipasmiðjan
skuldi hava øll kærupunkt
skrivliga, men so var aloft-
ast neyðugt við áminning-
um, áðrenn nakað hendi, so
mannagongdin hevur verið
tung og tvørlig, tá ið brek
og mistøk skulu rættast.
Kristian Davidsen sigur,
at eisini í so máta er heilt
annað lag á, tí nú er mang-
an nóg mikið at gera vart
við brek og mistøk munn-
liga, so verður tað rættað.
Fóru um ein
marknaðstein
Annars fór arbeiðið at
byggja nýggja Smyril um
ein týðandi marknaðstein
týsdagin.
Tað hendi, tá ið høvuðs-
motorur nummar fýra varð
settur ígongd fyrstu ferð.
Ein slík løta verður mett
at hava so stóran týdning í
sambandi við skipasmíð, at
eftirlitisfólkið skrivaði ná-
greiniliga
niður,
hvat
klokkan var, tá ið motor-
urin fór ígongd.
Og tað var akkurat klokk-
an 18.36 føroyska tíð týs-
kvøldið og menn vóru øgi-
liga spentir at vita, hvussu
tað fór at gangast.
Men teir siga, at tað gekk
alt av tí besta og motorurin
gekk sum hann skuldi, sig-
ur Kristian Davidsen.
Annars eru ljósmotorarnir
eisini royndir og eisini har
riggaði alt sum tað skuldi.
Petur Winter.JPG
Petur Vinther, maskinstjóri,
niðri í maskinrúminum á
nýggja Smyrli
Menn standa spentir og bíða týskvøldið, tá ið motorur nummar fýra marð settur ígongd fyrstu
ferð. Men tað riggaði alt, sum tað skuldi
Maskinrúmið á nýggja Smyrli er stórt. Her standa motur nummar try og nummar fýra
Bjargingarbátar eru eisini hongdir upp
Her er so ein mynd innan av matstovuni. Hetta er diskarnir
inni, haðani fólk fáa sær mat. Nógv er innvavt í plast fyri at
verja tað