Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 27. mai 2005 5 Heldur enn at standa sum Kánus, tá tosað verður um mál í breiðum týdningi. So hava Hannis Egholm og Mikkjal Helmsdal sett sær fyri at gera nakað við hetta. Úr- slitið er spælið, Kán- us, sum væl kann ger- ast tann heilt stóra jólagávan í ár NÝTT SPÆL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Øll vita helst, hvat tað er, tá okkurt er um reppið, men hvat er eitt repp? Hetta er bara ein av teim- um tilsamans 3.000 spurn- ingunum um mál og orð, sum uttan iva fara at verða settir áðrenn, undir og aftan á jóladøgurðan í ár. Hesa seinastu tíðina hava Mikkjal Helmsdal og Hannis Egholm nevnliga arbeitt við at tilevna eitt nýtt føroyskt spurnarspæl. Øll kenna vit jú Trivial Pursuit, sum fyri hálvum triðja ári síðani varð avloyst av Landastrok. Hetta eru brett-spøl, har spælararnir skulu svara spurningum av alskyns slag, soleiðis at teir kunnu vinna fram á mál. Kánus, sum nýggja spæl- ið eitur, er ikki ólíkt í so máta. Men heldur enn at snúgva seg um landalæru, ítrótt og aðra vitan, sum kann bólkast sum meira ella minni almenn, so snúgva spurningarnir seg hesa ferð um orð og mál. Altíð havt áhugan Tað er Hannis Egholm, sum eigur og rekur lýsingafyri- tøkuna, Sisero, sum eigur hugskotið aftan fyri spælið. Og hóast hann ikki vil tosa um nakran gamlan dreym, so viðgongur hann, at hug- skotið onkursvegna hevur livað í tonkunum hampu- liga leingi. - Fyrst og fremst, so havi eg í nógvar mátar verið rættiliga hugtikin av før- oyska málinum. Bæði hvat viðvíkur rættskriving, men eisini málið sum heild. Tað at málbera seg rætt, er eitt, men eisini málsøguna hev- ur mær altíð dámt. Hvaðani stava øll hesi løgnu orðini, sum vit nýta í talu okkara? Mikkjal gav hugskotinum skap Sum so var hetta bara ein áhugi, sum Hannis hevði meira ella minni fyri seg sjálvan. Tankin um at gera eitt spæl burtur úr hesum var í øllum førum ikki serliga ítøkiligur. Men hetta broyttist tó fyri tveimum árum síðani. - Eg var við til at gera grafiska partin av Landa- stroki, sum jú eisini er eitt spurnarspæl, og tá fór eg spakuliga at hugsa, um hetta ikki kundi v e r i ð e i t t h u g s ko t . Ein dagin sat eg so og prátaði við Mikkjal, og tá kom hetta millum annað inn í prátið. Eg hevði sjálvandi onkur hugskot, og síðani hevur Mikkjal so arbeitt víðari við hesum. Hugskotini fingu nú ítøkiligar ætlanir, og nú er alt fyrireikingarar- beiðið at kalla liðugt. Grundarlagið í hugskot- inum siga teir vera, at hetta skal vera eitt spæl fyri øll. Talan er ikki um mállæru- spurningar á tann hátt, at spurt verður hvar ð’ini skulu standa, ella hvussu orð verða bend. - Vit hava roynt at skapa ein positiva tilgongd til eina málfatan. Endamálið er, at hetta skal verða eitt spæl, sum øll kunnu stuttleika sær við, og sum samstundis er læruríkt, sigur Mikkjal. Og spælið hevur so eisini fingið eitt navn. Spurdur um heitið, sigur Hannis, at hetta er júst eitt av orðun- um, sum onkursvegna ímynda spælið. - Vit vita jú øll hvat tað er, tá tú stendur sum Kánus, men hvaðani stavar hetta orðið? Tað eru jú slíkir spurningar, sum spælið millum annað snýr seg um. Stóra jólagávan Í løtuni er tað so arbeiðið at gera sjálvar spurningarnar, sum enn ikki er liðugt. Hes- um arbeiðnum hevur Mikkjal staðið fyri, og hig- artil eru á leið 1.200 spurn- ingar og svør sett saman. Saman við nøkrum roynd- arpersónum, sum hava verið bæði leik og lærd, hava teir roynt spælið, og sum skilst, so hevur hetta riggað sera væl. Einstakar, smærri tillagingar eru síð- ani gjørdar, soleiðis at stuttleikin og spenningurin verður sum mest. Enn resta tó nógvir spurningar afturat. Ætlandi skal talan verða um 500 spurnarkort við seks spurn- ingum á hvørjum, og tað er so ikki nakað, sum bara verður gjørt uttan víðari. Enn er tó nakað av tíð eftir til jóla, tá spælið ætl- andi skal verða liðugt. Teir báðir menninir handan spælið vilja sjálvandi ikki sjálvir doypa spælið til ein »bestseljara«, men vónin er sjálvandi, hetta verður væl móttikið. Og hetta seinasta man helst lítil ivi vera um. Tað er ikki hvønn dag, at eitt nýtt føroyskt spæl kemur í sølubúðirnar. Og kann hetta samstundis vera viðvirk- andi til bæði gaman og lær- dóm, so er neyvan nakar sum helst ivi um, pakkin við Kánus verður ein av teimum, sum verður at finna undir heilt nógvum jólatrøum um góðar sjey mánaðir. Føroyska málið undir jólatræið FAKTA Mikkjal Helmsdal - hugskotsmenning og spurningar Føddur:14. juni 1964 Útbúgving: Cand.mag í leiklista- frøði og føroyskum Hannis Egholm - hug- skot og grafikkur Føddur:28. juli 1960 Útbúgving: Arkitektur Spurningarnir eru býttir í seks bólkar. Niðanfyri er eitt dømi úr hvørjum bólki. Teir báðir, Hann- is og Mikkjal siga annars, at eru lesarar, sum sita við hugskotum til spurningar, eru hesi væl komin at senda teldubræv á mentir@post.olivant.fo Reytt - Søga og uppruni Navnið á kortspælinum sjavsur stavar frá týska orðinum Schafskopf. Hvat merkir tað? Svart - Talumál Í orðabókini merkir slanka at ganga og mala, strúka millum hús. Ella kann verða sagt um hund, sum fylgist við manninum. Hvat merkir slanka oftast í talu? Gult - Fakorð Hvussu verður oftast sagt um ein sjómann, sum er uppsagdur Hvítt - Ymiskt Hvat orðasamband, ið hevur við stødd ella nøgd at gera, brúka vit ofta, tá vit vilja siga, at eitthvørt als ikki hevur stóran týdning Grønt - Orðatøk Tað bleiv bara ein duradansur, kann verða tikið til, t.d. um eitthvørt arbeiði ella tiltak, har nógv fólk kemur ella arbeiðir saman. Hvat merkir tað? Blátt - Rætt skal vera rætt Er tað málsliga rætt at siga, at veingirnar á fuglinum vóru stórar?