Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 98 - 27. mai 2005 Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla í Havn: Trupulleikin er nógvar ferðir størri – Tølini eru nógvar ferðir hægri, enn tað, sum higartil er komið fram. 45% av um- sóknunum til SIT á Tekniska skúla í Havn fingu í ár noktandi svar, sigur Egon Øre- gaard MIÐNÁMSSKÚLIN Eydna Skaale eydna@sosialurin Talvan, sum varð víst á s. 8 í Sosialinum i gjár, er ikki heilt eftirfarandi. Í øllum førum ikki hvat í tølunum fyri tekniska skúla í Havn viðvíkur. Tað staðfestir Egon Øre- gaard, stjóri á Tekniska Skúla í Havn, sum í fleiri ár hevur gjørt vart við ein vaksandi trupulleika. 45% fáa nei – Í talvuni, sum er frá Mentamálaráðnum, stend- ur, at vit høvdu 66 umsøkj- arar til SIT fyrsta støðisár. Hetta er eitt ógvuliga mis- vísandi tal, tí veruliga um- sóknartalið var 124, slær Egon Øregaard fast. Hann vísir á, at játtanin til tekniska skúla í Tórs- havn bert røkkur til at taka 68 næmingar inn, og at tað sostatt eru 56 umsøkjarar, sum fáa noktandi svar. – Tað eru 45% av øllum umsøkjarunum, sum ikki verða tiknir upp. So at siga, at vit gera trupulleikan størri enn hann er, er ikki rætt. Hetta er veruliga ein sera stórur trupulleiki, stað- festir Egon Øregaard. Hann vísir á, at talan her er um umsøkjarar, sum al- oftast ikki hava nakrar aðrar møguleikar og sum tí ofta koma at ganga fyri einki í eitt heilt ár. Egon Øregaard heldur, at um mentamálaráðharrin bert hevur hasa skeivu talv- una at meta seg eftir, so er tað ikki løgið, at hann ikki metir trupulleikan vera so stóran. – Men tølini eru ógvu- liga villleiðandi, og eg havi fyrr heitt á mentamálaráðið um at rætta tey. Hví tað framvegis ikki er gjørt, veit eg ikki, sigur Egon Øre- gaard at enda. Samlaða talið av um- sóknum til miðnámsskúlar- nar er sostatt ikki 1212, sum prentað í gjár. Um hini tølini eru røtt, er rættað talið av umsóknum 1272. - Sjúrður Skaale tosar um at politikarar goyma seg aftanfyri løgfrøðingar. Men politikarar skulu læra at brúka sína umsit- ing, sína sunna for- nuft, og taka eina pol- itiska avgerð, sigur Tommy Petersen, løg- frøðingur LØGFRØÐI OG POLITIKKUR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Tommy Petersen sigur, at vit mugu minnast til, at politikarar arbeiða við bæði løgfrøði og politikki. - Við løgfrøði vil tað altíð vera rúm fyri tulking. Tað er onki løgið, at tá politik- arar hava ein løgfrøðiligan trupulleika, at teir so leita sær eftir hjálp. Sjúrður Skaale má minnast til tann tørvin, sum politikarar hava fyri løgfrøði, sigur Tommy Petersen, løgfrøðingur. - Um politikarin kennir seg ótryggan upp á tað fak- liga grundarlagið, so hevur hann sjálvandi loyvi til at fáa eina second opinion, sigur Tommy Petersen. Tommy Petersen sigur, at tað snýr seg ikki so nógv um at skilja politikk og jura frá hvørjum øðrum, men um at skilja politiska ábyrgd frá tí informerandi løgfrøðiliga kjakinum. - Vit skulu minnast til, at tá tað kemur til eina avgerð, so er hon politisk, sum løg- maður eisini hevur sagt. Politikarar eru við til at um- sita eitt samfelag eftir ávís- um reglum og taka ábyrgd. Tað er týdningarmikið, at politikarar ikki styðja seg til løgfrøðingar. Politikarin má fara upp og markera sína politisku støðu, sigur Tommy Petersen, løgfrøð- ingur. - Politikarin má ikki brúka løgfrøðina til at skáka sær undan einari óbe- hagiligari politiskari av- gerð, sigur Tommy Peter- sen, løgfrøðingur. Hava einki merkt Á venjingarskúlan- um í Havn siga tey seg einki hava merkt til herdu krøvini, sum eru til mið- námsskúlaumsøkj- arar. – Eg veit bert um ein av okkara næmingum, sum er komin á bíðilista, sigur Niels Natte- stad, stjóri á venjing- arskúlanum í Havn MIÐNÁMSSKÚLAR Eydna@sosialurin.fo Spurdur, um hvussu stór- an týdning miðaltalið, sum miðnámsskúlarnir seta sum upptøkutreyt, hevur á næmingarnar í fólkaskúlanum, svarar Niels Nattestad, at tað ikki hevur nakran týdning á Venjingarskúlanum. – Miðaltalið er nakað, sum studentaskúlarnir seta á. Vit vita ikki hvussu høgt ella lágt tað er. Vit hava hoyrt í fjølmiðlun- um, at tað er hækkað í ár, men tað er ikki nakáð, sum vit frætta um, sigur Niels Nattestad. Hann sigur, at hann sum skúlastjóri ikki hevur merkt nakað til kjakið um miðnámsskúlarnar á næmingunum. – Eg havi verið inni í onkrum av flokkunum í framhaldsdeildini, og teir næmingarnir eru teir flestu slopnir inn, sum hava søkt. Ein var komin á bíðilista, sigur hann. Hann ger tó greitt, at hann bert hevur spurt um, hvussu nógv eru sloppin inn á studentaskúlin. 8 næmingar úr 10. flokki og 3 úr 9. flokki. – Fleiri hava so eisini søkt á Handilsskúlan og á Tekniska skúla, og eg veit einki um, hvussu nógv av teimum eru sloppin inn. Men vit hava so ikki merkt nakra serliga mis- nøgd, greiðir hann frá. – Enn hava vit ikki merkt nakað, men nú fáa vit at síggja hvussu verð- ur, sigur stjórin á Venjing- arskúlanum at enda. - Lærið at brúka umsitingina - Tað er týdningarmikið, at politikarar ikki styðja seg til løgfrøðingar. Politikarin má fara upp og markera sína politisku støðu, sigur Tommy Petersen, løgfrøðingur