fríggjadagur 27. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 27. mai 2005
7
Westward Ho kom
mikukvøldið aftur úr
Skotlandi, har hon
seinastu trý árini er
sett í stand fyri um-
leið seks milliónir
krónur
UMVÆLD
Edvard Joensen
Mikukvøldið kom West-
ward Ho á Havnina í fylgi
við einum fittligum flota av
smærri førum, sum høvdu
verið í Nólsoyarfirði og
tikið í móti henni.
Tað eru góð trý ár síðan
Westward Ho, sum tá var í
rættiliga ringum standi,
varð sleipað til Fraserburgh
í Skotlandi til umvælingar,
sigur Jónsvein Lamhauge,
havnarmeistari í Havn.
Hann er limur í nevndini
fyri sluppina, sum Tórs-
havnar Kommuna eigur.
Umvælingin hevur verið
rættiliga umfatandi, sigur
hann. Skipið er tikið í botn
og smíðað aftur av nýggj-
um at kalla, greiðir hann
frá.
Alt er tikið innan úr skip-
inum. Nøkur bond eru skift
og onkrir deksbjálkar eis-
ini. Slíkir, sum spenna borð
úr boðri at halda dekkinum
uppi.
Síðan er alt innanborðs
gjørt av nýggjum, so skipið
í dag er fullkomuliga nýtt
undir dekki.
Uppihaldsrúm,
galla,
maskinrúm. Alt, sum er,
greiðir hanvarmeistarin frá.
Okkurt heilt smávegis
sonevnt »finish« er eftir at
gera. Okkurt penslastrok
ella listi her og har. Men
einki, sum hevur nakað upp
á seg ella lítur skipið á
nakra hátt.
Hendan stóra umvæling-
in hevur kostað einar seks
milliónir
krónur,
sigur
hann.
Tórshavnar Kommuna,
sum eigur skipið, fer at
brúka til almannagagnlig
endamál, sum Jónsvein
Lamhauge tekur til.
– Tað er ikki ætlanin, at
Westward Ho skal fara at
kappast við onnur skip av
líknandi slag við eitt nú at
gera fastar dagtúrar, sigur
hann.
Hann sigur, at hóast tað
ikki er nøkur avgerð sum so
um tað, er ikki óhugsandi,
at eitt nú skúlarnir í komm-
ununi kanska kunnu brúka
skipið í samband við sjó-
vinnuundirvísing ella tílíkt.
Skipið er tókt, um so skuldi
verið, sigur hann.
Men sjálvandi ber tað til
at leiga skipið til serlig
endamál, um onkur hevur
brúk fyri tí, sigur Jónsvein
Lamhauge.
Hann sigur, at skipið bar
seg væl á ttúrinum úr
Skotlandi til Føroya. Alt
riggaði, sum tað skuldi. Tó
var lotið so mikið ímóti, at
teir sigldu við motori, hóast
seglini vóru uppi.
Seks milliónir innanborðs
Westward Ho við fylgi stevnir inn móti molanum
Mynd: Arnbjørn Kristiansen
Stór mannamúgva var á
flaggskrýddu bryggjuni og
tók ímóti
Mynd: Arnbjørn Kristiansen