Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 98 - 27. mai 2005 Kappingin er hørð Hjá Tryggingarfel- agnum Føroyar ásanna tey, at kapp- ingin um tryggingar- kundarnar er hørð, og tí eru tey farin undir at betra um tilboðini til viðskifta- fólkini. Í hesum sam- bandi bjóðar felagið nú ferðatryggingar, ið eru nógv lagaligari og einfaldari enn tær gomlu TRYGGINAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mangan hevur verið tikið til, at tað hevur verið trup- ult hjá vanligum fólki at fáa skil á tryggingum, og ser- liga hevur tað verið trupult hjá fólki at fáa greiði á teimum ymisku ferðatrygg- ingunum. Hetta hevur Tryggingarfelagið Føroyar tikið til eftirtektar, og nú verður eitt nýtt slag av ferðatryggingum bjóðað út. Trygging fyri alt árið Í nýggja átakinum innan ferðatryggingar bjóða Tryggingarfelagið Føroyar trý sløg av ferðatrygging- um fram. Millum annað er talan um eitt slag, ið verður rópt "Ársferð". Her er talan um eitt tryggingarslag, har tryggingartakarin teknar sær eina ferðatrygging, ið er galdandi fyri eitt ár. Tí- skil er ikki neyðugt hjá fólki at tekna sær eina ferðatrygging, hvørja ferð ið leiðin gongur út um landoddarnar. Tað ber til at tekna slíka trygging bæði sum einstaklingur og sum húski. Eisini er tað nýtt, at tú nú kanst tekna nakað, ið verð- ur rópt ein avlýsingartrygg- ing. Við einari slíkari trygging fært tú endurgjald, um tú av einari ella aðrari orsøk noyðist at avlýsa eina ferð, áðrenn tú byrjar hana. Gomlu tryggingarnar, ið eita "Trygg ferð", detta tó ikki heilt burtur. Men ávís- ar broytingar eru gjørdar við hesum tryggingum. Ein tann mest markanta broyt- ingin er ivaleyst tann, at tryggingartakarin nú teknar sær eina trygging fyri júst tað dagatal, ið ein er burtur- staddur. Áður hevur tað verið so, at veljast skuldi millum ymisk dagatøl, ið Tryggingarfelagið hevði ásett. Hetta merkir, at trygging- artakarin bert rindar fyri júst tað dagatal, ið hann ella hon er burturstaddur. Mortan Poulsen, stjóri og Høgni í Stórustovu, deild- arstjóri, siga, at leiðslan á Tryggingarfelagnum Før- oyar metir, at hetta er nógv greiðari fyri viðskifta- fólkini. Alt verður einfaldari Tryggingarfelagið Føroyar hevur sett sær fyri at endur- skoða øll tey tilboð, ið verða veitt viðskiftafólkunum, og endamálið við hesum er at gera tað so einfalt sum møguligt fyri tryggingar- takaran, siga Mortan Poul- sen og Høgni í Stórustovu. - Nú ber til at gera alt elektroniskt, soleiðis at tú í veruleikanum kanst sita framman fyri telduni og tekna tínar tryggingar. Tað verður eisini einfaldari at tekna tryggingar, tí áður hava tað verið settir ein rúgva av spurningum, ið tryggingartakarin skuldi svara, sum nú eru strikaðir, greiða Mortan og Høgni frá. Eitt nú hevur tað í sam- bandi við sethúsatryggingr verið so, at tú skuldi svara eini 15 spurningum um húsini hjá tær, tá ið tú teknaði eina slíka trygging. Hetta er nú broytt, soleiðis at tú í veruleikanum næstan bara skal svara upp á ein ella tveir spurningar. Í sambandi við ferða- tryggingar er tað nú soleið- is, at eitt yvirlit verður á alnótini, sum beinanvegin, tá ið ein trygging verður teknað, skrásetur trygg- ingina. Hetta hevur við sær, at Euro Alarm, ið tekur sær av viðskiftafólki hjá Trygg- ingarfelagi Føroyum, sum koma illa fyri uttanlands, beinan vegin kann kanna eftir, um fólk, ið heita á tey um hjálp, hava teknað ferðatrygging. Nú verður tað eisini so, at tá ið tú teknar tær eina ferðatrygging hjá eini ferðaskrivstovu, verður tryggingin beinan vegin skrásett í yvirlitinum á al- nótini, og tryggingartakarin fær eitt tryggingarskjal í hondini, sum prógvar, at viðkomandi hevur teknað eina ferðatrygging. Í hesum sambandi hevur Trygging- arfelagið Føroyar í hesum døgum skeið fyri starvs- fólki á ferðaskrivstovum kring landið. Mortan Poulsen og Høgni í Stórustovu ásanna, at alt tað, ið eitur trygging- ar, hevur havt eitt ringt orð á sær, tí tað hevur verið so fløkjasligt, men teir vóna, at nú Tryggingarfelagið Føroyar ger tryggingarnar einfaldari, fer hetta at lætta um hjá viðskiftafólkunum. Mortan Poulsen, stjóri og Høgni í Stórustovu, deildarstjóri, fegnast um, at tað nú verður einfaldari og høgligari hjá tryggingartakarum at tekna sær eina ferðatrygging ella okkurt annað slag av trygging. Mynd: Terji Nielsen Enn eitt navn er kom- ið undan kavi í sam- band við Jóansøku- festivalin. Deiggj fer á pallin sum sonevnt Gasolin’ Jam. Arbeitt verður við at fáa út- lendsk nøvn á pallin, og kommunurnar og onnur hava stuðlað tiltakinum væl TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ætlaði jóansøkufestivalur- in nærkast alt meir veru- leikanum og enn eitt navn er komið fram. Deiggj, ið hevur uppruna á Tvøroyri, fer á pall sum Gasolin’ Jam. Flestu liminir búgva í dag í Havn, men bólkurin byrjaði á Tvøroyri og gav í áttatiárunum plátu út, ið enn stendur sum ein stinn- ur varði. Liminir vóru og eru - sum so mong - rættir Gas- olin’ fjepparar og til Jóan- søkufestivalin fer bólkurin at brynja seg, so talan verður um eitt sonevnt Gasolin’ Jam. Nylon Arbeitt verður við at fáa út- lendsk nøvn á pallin á Jóan- søkufestivalinum, hóast stutt skotbrá. Okkurt av stóru nøvnunum frá sjeyti- og áttatiárunum hevur verið nevnt, og í næstum verður væntandi greitt, hvussu verður við hesum. Íslendski kvinnubólk- urin Nylon hevur víst Jóan- søkufestivalinum áhuga og hendir onki óvæntað, so fara ungu íslendsku kvinn- urnar í Nylon á pall á jóan- søku. Meira fæst at vita um bólkin á heimasíðuni www.nylon.is . Sostatt eru Makrel og Deiggj vís nøvn á festival- inum, eins og nøkur út- lendsk nøvn nærum eru komin undir land. Og fleiri føroysk nøvn hava víst áhuga og eisini fremstu troubadourar her á landi hava víst áhuga. Væl stuðlað Tiltakið Jóansøkufestivalur er júst komið undan kavi, men kommunurnar í Suð- uroynni hava stuðlað ætl- anini sera væl, ásannandi, at skal hátíðin standa seg, nú hon skal kappast við onnur tiltøk, so krevst meira. Stóru kommunurnar hava tikið sera væl undir og eisini smærru kommun- urnar hava stuðlað væl. Eisini Suðuroyar Spari- kassi hevur verið jaligur mótvegis festivalætlanini. Deiggj á jóansøku