Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 98 - 27. mai 2005 Í farnu viku skipaði føroyska sendistovan í London fyri einum skilagóðum tiltaki. Fyri at seta fokus á Føroyar og føroyskt vinnulív varð boðið til samkomu á sendistovuni. Boðin vórðu fíggingarfeløg, íløgufeløg, oljufeløg og bretska fíggjarpressan umframt umboð fyri føroyskt vinnulív og myndugleikar. Endamálið við hesum til- takinum var at byggja brýr millum Føroyar og Stórabret- land við serstøkum atliti á møguleikar hjá útlendskum fyritøkum at gera íløgur í Føroyum. Ein møgulig komandi føroysk oljuvinna varð brúkt til at skapa áhuga fyri tiltakinum. Og her var tað so føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni, sum varð brúkt sum fyrimynd - hvussu eitt føroyskt oljufelag við kann fáa útlendskar íleggjarar at seta pengar í verkætlanir í Føroyum. Tvs. váða pening og tað nógvan pening uppá at vera við í leiting eftir olju og gassi á landgrunninum. Eisini umboð fyri hitt føroyska oljufelagið, Atlants Kolvetni vóru við til tiltakið, umframt hópur av altjóða oljufeløgum. Men fokus var ikki bara sett á oljuvinnuna. Fyri at varpa ljós yvir komandi privatiseringarnar hjá tí almenna varð Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri boðin við til tiltakið at røða um møguleikarnar hjá útlendskum fíggingarfeløgum at gera íløgur í fleiri av teimum stóru almennu føroysku fyritøkunum, sum ætlanin er at privatisera í framtíðini. Í hesum sambandi vitjaðu tey umleið 20 umboðini úr Føroyum á London Stock Exchange, har tey fingu eina fatan av, hvussu stórur virðisbrævahandilin er og hvussu nógvur peningurin talan er um. Eftir vitjanina helt fíggjar- málaráðharrin fyri, at tað eigur ikki at vera nakrar trupul- leiki at fáa íløgupengar úr London at fíggja komandi føroyskar privatiseringar ella til at seta í vinnulívið annars. Hann helt eisini fyri, at tað er gott fyri føroyskt vinnulív, at vit eisini koma burtur frá heimliga dunnuhylinum og fara út í stóru verð at síggja, hvørjir møguleikar eru. Hóast tað er ringt at siga longu nú, um eitt slíkt tiltak fer at geva nakað, so er greitt, at tað er sera umráðandi at byggja upp sambond við umheimin og tað ikki minst á fíggingar- økinum. Føroyar eiga at vera eitt gott stað hjá íleggjarum í framtíðini at váða sínar pengar, tí her er stórt ríkidømi, hóast tíðirnar í løtuni ikki eru tær bestu. Tað er eisini gott fyri nýggjar og ungar landsstýrismenn, at teir fara út um klettarnar at fáa sær vitan og íblástur. Fíggjarmálaráð- harrin má í so máta sigast at hava funnið rætta stevið, nú hann eisini legði leiðina til oynna Man at hyggja at, hvussu tey har hava megnað at fjøltátta sín búskap og harvið ikki vera so bundin at konjunkturbroytingum. Vit ivast onga løtu í, at slíkt tiltak sum hetta í London er rætti vegurin at ganga, eisini tá hugsað verður um at fáa troytt okkara hjáveru í býum sum London. Tað ræður um at hava góð fólk á staðnum, sum hava flair og skil fyri at finna fram til júst, hvar vit eiga og skulu fáa vitan og sambond. Vit hava verið heppin við valinum av sendi- manni okkara í London. At hann nú kemur aftur til Føroya er spell, men vónandi hevur hann fingið tann neyðuga íblásturin, sum eisini kann koma arbeiðsplássinum, løg- mansumsitingini til góða. Ein kann siga, at eisini hetta hevur verið ein góð íløga fyri landið. Myndin við dunnu- hylinum er sjálvandi nakað, sum vit ikki skulu yvirdríva, men kortini eiga vit í størri mun at blanda okkum uppí altjóða samfelagið, og ein góður máti er nettupp eitt slíkt tiltak sum tað í London herfyri. DAGSINS MEINING Sosialurin Úr dunnuhyli til stórbý VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Strandfaraskip Landsins Regin Vágadal, rakstrarleiðari Dimmalætting hevur sein- astu útgávunum sátt iva um trygdina umborð á Smyrli eftir at skipið herfyri misti eitt róður. Hesar greinarnar eru ósakligar, av tí at tær byggja uppá skeivar upp- lýsingar, sum eftir øllum at døma eru tiknar úr leysari luft. Trygdarkrøvini ferða- mannskip eru sera strong, og klassi og skipaeftirlit hava eftirlit við at hesi krøv verða uppfylt á skipunum hjá SL. Leiðslan á SL tekur trygdina á skipunum í størsta álvara. Av tí at hesar greinar uttan iva loypa ótta á ferðafólk, kann SL ikki lata hesar greinar fara aftur við borðinum ósvaraðar. Botnurin á Smyrli skal eftir altjóða reglum fyri ferðamannaskip sýnast á hvørjun ári. Smb. reglunum skal sýnið annahvørt ár gerast í dokkini, og annað- hvørt ár kann sýnið gerast undir vatni. Skrokkurin á Smyrli bleiv klassaður tá skipið var í dokk í Frederikshavn í 2003, og í hesum sambandi bleiv munandi stálarbeiði gjørt á skrokkinum, og botnurin bleiv tjúgdarmát- aður. Botnurin bleiv aftur sýnaður í dokkini á Skála í 2004, og aftur undir vatni í 2005. SL hevur sostatt fylgt galdandi reglum og krøvum viðv. botnsýni. Eisini vil SL vísa aftur pástandinum um, at botnurin á Smyrli er í ringum standi. Hesin pá- standur er ikki í tráð við veruleikan. Rætt er at eitt lítið hol einaferð bleiv staðfest í skrokkinum, av tí at ein møtrikkur hevði elvt til eina lokala tering í einum tanga. Hendan hending var í 2001, tvs langt áðrenn høvuðssýnið í 2003. Fyri ein ordans skuld skulu vit gera vart við, at hetta lítla holið ongantíð var ein hótt- an móti trygdini á skipin- um. Akslarnir skulu sýnast fimta hvørt ár. Eftir reglun- um skal hetta sýn gerast næstu fer í juni mánað í ár. Víðari siga reglurnar eisini, at hetta sýn kann útsetast/ framskundast upp til 3 mðr. - hetta fyri at reiðaríir kann planleggja dokkingar, av- loysaraferjur o.s.fr. Tað er tí beinleiðis skeivt at siga at róðrið datt undan tí akslar- nir ikki vóru sýnaðir til tíðina. (róðri datt av í mai) Vit skulu tó nevna at nýggi Smyril eftir ætlan kemur í oktober, og í tí sambandi hevur klassin loyvt, at sýnið verður gjørt í ok- tober, t.v.s. at SL hevur fingið loyvi at útseta hetta í 2 mðr, men hetta mál hevur einki við róðri at gera. Eisini bleiv botnurin sýn- aður 12. mai í ár, tá skipið var í dokkini á Skála í sam- bandi við róðri. Og klassin fann botnin at vera í fullum forsvarligum standi. Jógvan á Lakjuni hevur skyldu at syrgja fyri, at allir skikkaðu umsøkjar- arnir sleppa í miðnáms- skúla. Annars brýtur hann lógina, og so eigur hann at fara úr Menta- málaráðnum. John Johannessen Tinglimur fyri Javnaðarflokkin Tað er sligið rimmarfast við lóg, at allir skikkaðir um- søkjarar til studentaskúla hava lógarkravdan rætt at sleppa í skúla. Hesir rættur er staðfestur í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúl- ar. Her stendur millum ann- að, at "umsøkjarar, ið lúka upptøkukrøvini skulu verða tiknir upp." Og at "landsstýrismaðurin tryggj- ar, at studentaskúlarúmd er tøk". Kortini standa vit í dag í teirri støðu, at fleiri tíggju- tals skikkaðir umsøkjarar ikki verða tiknir inn. Í stað- in verða teir settir á bíði- lista við vón um, at onkur fellur frá. Hetta er greitt lógarbrot og harumframt ómetaliga løgin hugburður. Kortini sigur landsstýrismaðurin soleiðis við Sosialin hós- dagin 26. mai: "Hetta er eitt yvirdimensionerað pro- blem" og "At nøkur, sum eru egnað, ikki sleppa inn, er ikki ein so stórur trupul- leiki, sum fólk vilja blása tað upp til at vera". Um tað veruliga er so, at hugburðurin hjá landsstýr- ismanninum í skúlamálum er, at tað onki ger, um vit ikki fáa útbúgvið okkara ungdóm, so hava vit ein stóran trupulleika. Men vónandi er tað ikki so. Kortini er tað heilt greitt, at syrgir landsstýrismaður- in ikki fyri at loyva skikk- aðu umsøkjarunum inn á skúlarnar, so brýtur lands- stýrismaðurin landsins lóg- ir. Hetta málið er hvørki meira ella minni uppblást enn so. Tað snýr seg um, at antin skulu umsøkararnir inn ella skal landsstýris- maðurin út. Sum framsøgumaður í skúla- og mentamálum hjá Javnaðarflokkinum eri eg til reiðar at taka øll neyðug politisk stig til at hjálpa landsstýrismanninum at loysa knútin. Ongin ivi skal vera um, at Javnaðarflok- sins støða er, at øll eiga rætt til útbúgving. Næmingarnir inn ella Jógvan út Trygdin á M/F Smyrli