fríggjadagur 27. mai 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 27. mai 2005
11
Manglandi
visiónir
fyri før-
oyska
samfelagið
Heidi Petersen
løgtingskvinna
Nú staðfest er, at ikki
allir egnaðir næmingar
verða tiknir upp á mið-
námsútbúgvingunum í
Føroyum, má hetta sig-
ast at vera sera óheppi
og lítið visionert fyri
Føroyska samfelagið.
Skulu vit gera okkum
vónir um at lyfta før-
oyska samfelagið upp á
eitt hægri vitanarstøði
og satsa okkara framtíð
upp á vælútbúgvið fólk,
ber als ikki til at leggja
forðingar í vegin fyri
okkara ungdóm og av-
skera hann frá tí út-
búgving, sum skal vera
við at geva samfelag-
num tað neyðuga lyftið
fyri at bera framtíðar
vælferðina.
Hetta kann metast við
at gera eina veltu, har
eplini ikki eru komin í
jørðina um várið, tá so
heystið kemur og frukt-
irnar skulu fáast úr jørð-
ini, eru ongar fruktir at
heysta. Og júst tað er
vandamálið, vit koma at
mangla útbúgvið fólk at
byggja okkara framtíð
á.
Eisini tann staðfest-
ingin, at skúli hækkar
upptøkukrøvini, haldi er
vera sera óheppi. Fyrst
og fremst fyri næming-
arnar, sum ikki eru
kunnaðir um støðuna
frammanundan, og eis-
ini fyri hagtølini, sum
nú ikki vísa øll sum
veruliga eru egnaði,
men nú upptøkukrøvini
eru umdefinerað, koma
hesi at standa sum
umsøkjarar sum ikki
vóru egnaði. Tað vil
siga at í veruleikanum
eru nógv fleiri enn tað,
sum tølini vísa, sum
ikki sluppu inn á eina
miðnámsútbúgving.
Samstundis sum sam-
gongan veitir skatta-
lætta til tey ríku, hevur
man ikki fíggjarorku at
geva
ungdóminum
neyðuga útgangsstøðið
til framtíðina, og á tann
hátt gerst alt tos um
visión 2015 innantóm-
ur orðafloymur.
Óvitinskapur hjá fólkin-
um og vanrøkt hjá fjøl-
miðlunum gav politikar-
unum fríar ræsur at seta
fólkaræðið í Føroyum til
viks
Rúna Sivertsen
www.runa.fo
Ein av mest týdningarmiklu
uppgávunum hjá fjølmiðl-
unum er at varpa ljós á mál
á ein slíkan hátt, at fólk
skilja málini og kunna lut-
taka í kjakinum.
Hetta er grundarsteinurin
undir fólkaræðinum.
Hesa skyldu sviku før-
oysku
fjølmiðlarnir
so
dyggiliga, tá málini um
yvirtøkulógirnar og uttan-
ríkispolitisku heimildirnar
vóru til viðgerðar í tingin-
um.
Tey bæði stóru tíðinda-
bløðini í Føroyum, Sosial-
urin og Dimmalætting,
skulu eitast at vera politiskt
óheft. Men leiðslurnar og
nevndirnar á báðum bløð-
unum vísa týðiliga, at tey
enn eru sterkt litaði av
teimum flokkum, tey í sín-
ari tíð vóru málgagn fyri.
So frá teimum kanst tú
ikki rokna við eini ópar-
tískari lýsing av politiskum
málum, sum hesi.
Tað tekur tíð at seta seg
inn í slík torskild mál, og
skulu tey lýsast við skili, er
neyðugt at seta fólk av til
arbeiðið. Tað er tí ein rað-
festing hjá tíðindaleiðsl-
unum, hvørji mál tey vilja
nýta orku upp á.
Haraftrat noyðast bløðini
í stóran mun at hugsa um,
hvat selur blaðið - og tor-
skildar politiskar greinar
eru ikki "bestseljarar".
Men teir báðir almennu
fjølmiðlarnir, Útvarp Før-
oya og Sjónvarp Føroya,
eiga sambært lógini at
leggja dent á upplýsing,
sakliga og óheft.
Men eisini teir sviku!
Ósvaraðir spurningar
Sama, hvørja støðu vit hava
til málini, sita helst tey
flestu við sama spurningi,
sum Høgni Hoydal setir í
grein í bløðunum í síðstu
viku:
"Hvussu ber tað til, at
eitt mál um at selja rund-
stykkir fær drúgvari og
meira nágreiniliga viðgerð
á tingi og í fjølmiðlunum,
enn eitt mál um at selja eitt
heilt fólkaræði?".
Eg sigi ikki, at fólkaræð-
ið er selt. Hesi málini eru
nevniliga so torgreidd, at
sjálvt stjórnmálafrøðingar
eru ósamdir á máli um
spurningin.
Men sambært tí, sum
Høgni skrivar, so hevur
løgtingið samtykt:
- at føroyingar kunnu bert
gera avtalur við onnur fólk
og lond sum fulltrúar vegna
danska ríkið
- at føroyingar kunnu ikki
gera avtalur, ið stríða móti
donskum áhugamálum
- at føroyingar hava ongan
avgerðarrætt í verju- og
trygdarmálum
- at fólkarættarligir sátt-
málar skulu gerast í navn-
inum "Kongeriget Dan-
mark for så vidt angår
Færøerne"
- at Danmark skal spyrjast
bæði undan, meðan og
aftaná, at ein avtala verður
gjørd
- at Danmark kann siga upp
allar sáttmálar og seta
aðrar í gildi, sum teir halda
vera best hóskandi fyri
Føroyar, uttan at spyrja
føroyingar eftir.
Sviku fólksins álit
Tað eru viðurskifti sum
hesi, ið fáa meg at ivast
stórliga í um tað, sum
tingið hevur samtykt, man
verða tað besta fyri Før-
oyar.
Eg og flestu føroyingar
við mær eru í iva og ør-
kymlaði av hesum málum.
Eg vænti mær ikki hjálp
frá politikarunum at fáa
greiðu á hesum. Teir hava
svikið mítt álit í handfar-
ingini av hesum málum.
Tó hevði eg roknað við,
at fjølmiðlarnir fóru at gera
sína skyldu og upplýsa Før-
oya fólk, um hesi fyri land-
ið so týdningarmiklu mál.
Mannbjørn Jacobsen
Seinastu árini hava eg
fingið mær fyri, at skimla
føroysku bløðini ígjøgnum.
Nógv hendir á stýrisskip-
anarøkinum, sum eg havi
blandað meg nakað uppí í
bløðunum, uttan at nakar
hirðir at svara aftur sum
vant.
Ein, eg fast havi stóra
nyttu av at skimla eftir, er
Sækaris Wang. Hann er
altíð gløggur og enntá
stuttligur at lesa. Aðrir eru
Finnbogi, Høgni sjálvandi,
Tobbi
osfr.
Hesir
eru
greiðir og gløgtmetandi
menn, sum eg ongantíð
ivist í, hvar teir standa. Tó
er onkuntíð okkurt, sum eg
ivist í er í skemti ella álvara
av framførslum, ella skal
tulkast grovligari. Tað verð-
ur uppklárað við endursvari
vónandi.
Nú í dag læs eg ein av
vanligu
væluppløgdu
greinum hjá Sækaris, sum
hann kallaði Eitt valdømi.
Har preiar hannn gjøg-
num søguna um ymiskar
samfelagsskipanir ymiskar
í tíð og stað, so langt sum
frá eitt eiti av einari val-
skipan í miðøldini í Føroy-
um, katólsku kirkjuni við
pávanum á odda, ensku val-
skipanina og donsku, sum
hann sigur er ófullfíggjað
demokratisk.
Nú ivist eg í um alt ikki
bara er ein definisjóns-
spurningur, tá Sækaris sær
allar hesar sum demokrat-
iskar, og hann í veruleika
meinar við fólkaliga um-
boðandi á einhvønn hátt.
Val av einum mykines-
manni, har bara ein stillar
upp, ella tey bara finna
fram á ein klókan mann,
sum eingin hevur nakað
ímóti, hevur ikki nógv við
demokrati at gera, sum vit
tosa um í dag. Eingin sam-
felagsskipan hevur nakran-
tíð verður til, sum ikki
hevur eitthvør val innií, á
tann hátt vóru valskipan-
inar meir demokratiskar
fyrr, tí kongarnir vóru vald-
ir, kjósaðir, út av kongsevn-
um, har skil var í metingini.
Hetta er ikki demokrati í
dag. Alt slíkt er siðvunnin
samfelagsskipan.
Pávavalið fær Sækaris
eisini at fara demokratiskt
fram, hóast tað er einasta
eftirverandi leivd av skip-
anini í upplýsta einaveldin-
um, og fyrimyndin fyri
førarskipanina hjá Hitler og
samsvarandi hjá Mussolini.
Hon hevur skift eitt sindur
gjøgnum tíðina. Men at ein
savning av kardinalum,
sum pávin sjálvur hevur
valt, sum so velja hann og
senda hvítan royk út gjøg-
num ljóðaran á Vatikanin-
um, svartan meðan teir
ivast og eru ósamdir, skal
vera demokrati, er ikki rætt
at siga. Sækaris sigur her
bara, at eitthvørt val er
demokrati. Nærri framferð-
arhátturin í valinum í
oligarkisku skipanini er
sjálvandi
demokratisk,
meirilutin av kardinalunum
ræður. Er pávin valdur,
ræðir hann sum Ludvík
fjúrtandi, bara undir gudi,
við ráðgevarum sær við lið.
Enska
parlametariska
skipanin sigur Sækaris er
demokratisk á sama hátt
sum pávakirkjan. Eitt um-
boð fyri hvørt valdømið í
parlamentið. Hetta fram-
heldur í fyrrverandi hjá-
landaríki teirra, íroknað
USA. Kjarnan í bretska
demokratinum er ikki, at
ein umboðar hvørt val-
dømi, men at tveir stillað
upp, minst, harav bara ann-
ar verður valdur í tingið.
Stuttliga dømi um val í
Danmark, so seint sum í tíð
I.C. Kristensen skal helst
fatast í skemti. Bønda-
fasisma er vørumerkið fyri
flokkin, hann umboðandi,
Venstre, av av vi finder ud
af det, eitt uppskot, so okk-
urt róp og ein sang, so er
hann tó valdur.
Landstingið,
danska
yvirhúsið til 1953, var ikki
valt demokratiskt, fólka-
tingið var. Fleiri har vóru
útpeikaðir, m.a. føroyski
umboðsmaðurin av løgting-
inum, uttan beinleiðis val.
Eg fekk ikki heilt við, um
Sækaris er hugaður fyri
einumm valdømi. Eg vóni
tað ikki, men ein grein er
eftir um evnið.
Nógv av hesum byggir
møguliga á misskiljingar
um orð Sækariasar. Eg havi
lisið fyrra part gjølla nokk.
VIÐMERKINGAR
Vanrøkt hjá fjølmiðlunum hóttir fólkaræðið
Demokrati
Marjus Dam
løgtingsmaður
Tey ungu hava rætt og
samfelagið hevur skyldu
til at syrgja fyri at okkara
ungu fáa útbúgvingar.
Tað er alneyðugt, bæði
fyri at tey ungu og sam-
felagið skulu mennast.
Eftir eitt tað ríkasta tíðar-
skeið í Føroya søgu frá
1998 til 2003, standa mong
ídag við einum trupulleika.
Fleiri av okkara ungu
sleppa ikki inn til eina
miðnámsútbúgving.
Studentaskúlin í Hoydøl-
um, ið longu trongdi til út-
bygging í 1970-unum, er
nú heilt niðurslitin, og onki
broyttur, annað enn at
hølisviðurskiftini bert eru
vorðin verri, og skúlin er
heilt yvirfyltur av næming-
um.
Eg haldi, at harmiligt er,
at studentaskúlin datt niður
ímillum, øll árini ímeðan
Tjóðveldisflokkurin sat við
hesum málsøki. Men tá var
bert loysing á skránni.
Skerjing av ríkisveiting. Tí
1+1 er ikki 2, sambart
teimum. Annars lærdi eg í
barnaskúla, í Hoydølum og
á
Universitetinum,
at
1+1=2.
Í Tjóðveldis búskapar-
frøðini er alt so nógv meira
kompliserað, at tað bert eru
tey heilt fáu og sera, sera
klóku í fata tað. Har er
1fkr+1fkr=2000fkr,
men
1dkr +1dkr=minus 20000
dkr. (Samstundis er 1 fkr=
1dkr) Hendan national-
istiska búskaparfrøðin, er
ikki løtt at fata hjá øðrum
enn tjóðveldisfólkum og
hevur enn einaferð ført við
sær, at undirskot er á
Landskassarokniskapinum.
Peningurin, ið vit høvdu til
at byggja samfelagið út við,
millum annað studenta-
skúla, var mettur so skaði-
ligur, at hann nú er í Dan-
mark har hann undarliga
nokk ger gagn. Higartil
hava vit mist 1 millión dkr
um dagin ella tilsamans
einar 1500 milliónir dkr.
Um hesin peningur var so
skaðiligur, vildi ein rokna
við, at yvirskotið á fíggjar-
lógini vaks sera nógv í fkr.
Men tað hava hvørki vit
ella loysingarfólk sæð - og
tað rokni eg við at vit eru
samt um.
Vit í Sambandsflokkin-
um fara at royna at bøta um
viðurskiftini á okkara mið-
námsskúlum. Og eg fari
samstundis at heita inniliga
á øll tykkum sum ganga í
barnaskúla, á miðnáms-
skúla, eins og á allar føroy-
ingar annars. Gloymi ong-
antíð, at 1+1=2. Óansæð
hvat sjálvútnevnd búskap-
argeni úr Tjóðveldisrørsl-
uni siga.
Fyri at fáa pening til at
byggja m.a miðnámsskúlar
til ungdómin, mugu vit
royna at finna inntøkukeld-
ur. Men ikki hækka skattir
og avgjøld, ið longu nú eru
drepandi.
Tað er avbjóðingin fyri
okkara samgongu, vinnu-
lívsfólk og sølufólk okkara.
Miðnámsútbúgvingar og 1+1=2