fríggjadagur 27. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 27. mai 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føroysk
Verkætlanar-
leiðsla, felag fyri fólk, sum
arbeiða við verkætlanar-
leiðslu í Føroyum, varð
stovnað í Havn mikudagin
18. mai. Føroyska felagið
er deild av donskum lands-
felag.
Í fyrstu nevndina komu
Árni Jakobsen, umboðandi
verkfrøðingafelagið Sofus
M. Jakobsen, Kári Dal-
Christiansen, Føroya Tele,
og Regin V. Dalsgaard,
Isuus
Mobil,
Sigurd
Lamhauge,
Norðoyar-
tunnilin, og Súni Christian-
sen, Landsverk. Nevndin
skipaði
seg
við
Árna
Jakobsen sum formanni.
Kunngjørt verður at
Elin Zachariassen
úr Streymnesi – ættað úr Nólsoy
andaðist 25 mai, 75 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Sálmabókin verður nýtt.
Familjunnar vegna
Maður og børn við familjum
Tey, ið vilja lata blómur ella krans kunnu ístaðin lata eina gávu
til Sambýlið í Kollafirði, konto í Føroya Sparikasssa.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu, tá ið góði pápi, maður, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Knút Joensen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hera Joensen, prest fyri góð
og troystarrík orð.
Takk til sangarar og kirkjutænarar og tykkum, ið
hjálptu so væl til ervið.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Herbergið.
Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Kathrina, Jákup og Grækaris
Dagurin
27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina.
Kristian Osvald Viderø varð føddur hendan dagin í 1906.
17. mai í ár vardi Petur
Weihe Dalsgaard PH.D-
ritgerð sína í organiskari
kemi á Københavns Uni-
versitet.
Petur, ið frammanundan
er útbúgvin farmaceutur frá
Dansk Farmaceutisk Høj-
skole, hevur seinastu 3
árini granskað í at vinna
heilivág úr penicillinsopp-
um, ið liva í harðførum og
køldum økjum. Ein part av
tíðini hevur hann granskað
á universitetinum í Christ-
church í New Zealandi.
Úrslitið av granskingini
varð framlagt á enskum.
Dentur var lagdur á, at tann
mest framkomna teldu-
tøknin er nýtt í arbeiðinum,
víst varð á, at við hesi
tøknini ber til óvanliga
skjótt at finna tey ávísu
evnini at nýta í heilivági.
Ein opponentur var frá
universitetinum í IOWA og
ein frá medisinalfyritøkuni
Novo Nordisk.
Í sambandi við hesa
gransking eru 6 vísindalig-
ar greinar góðkendar í al-
tjóða tíðarritum.
Petur er úr Tórshavn, er
30 ára gamal, og býr í
Keypmannahavn.
Góða mamma, vermamma og omma,
tú sært ung út, sum ein blomma,
vit eina heilsu vilja tær senda,
nú tú á flatlondum vilt lenda,
til lukku við teim áttati,
vit vildu staðið tær við lið,
men ikki vart tú inni,
tó - altíð glað og løtt í sinni,
tøkk fyri mong góð minni,
tøkk fyri kærleik' og umsorgan tína.
Vit biðja, at Harrin má senda tær signing Sína.
Eli, Brita, Napoleon, Líggjas, Anna og Sigrun
Á aðalfundi í Føroya
Pedagogfelag 23. apríl
vóru tveir nýggir
nevndarlimir valdir.
Teir eru Rógvi
Fossádal og Jógvan
Philbrow
Tíðindaskriv
Jarvin Feilberg Hansen,
sum ikki stóð fyri valið,
heldur fram sum formaður.
Annars
hevur
nevndin
skipað seg soleiðis: Maud
Wang Hansen, næstfor-
maður,
Laila
Petersen,
skrivari, Rógvi Fossádal,
kassameistari og Jógvan
Philbrow,
nevndarlimir.
Eykalimir
eru
Annika
Djurhuus, Anja Egholm og
Birita Lambaa.
Heilsan til Sigrun Smith
Petur Weihe Dalsgaard:
PH.D - ari í organiskari kemi
Felagið Føroysk Verkætlanarleiðsla:
Nývalda nevndin skipað seg
Nevndin í felagnum Føroysk Verkætlanarleiðsla, f.v.: Regin V. Dalsgaard, Súni Christiansen,
Sigurd Lamhauge, Árni Jakobsen, og Kári Dal-Christiansen
Mynd: Føroya Tele
Føroya
Pedagogfelag:
Nevndin
skipað seg
Aftast f.v.: Maud Wang Hansen og Rógvi Fossádal. Fremst f.v.: Jógvan Philbrow, Laila Petersen
og Jarvin Feilberg Hansen.
Mynd: Rit&Ráð