fríggjadagur 27. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 98 - 27. mai 2005
Næstu vikurnar
verður gjørt eitt átak
fyri at fáa fleiri fólk at
nýta trygdarbelti.
Umframt at tað
verður lýst í fjølmiðl-
unum, verða hesaferð
eisini plakatir settar
við vegirnar við
áminning um at
spenna beltið
Tíðindaskriv
RFF
Átakið
verður
gjørt
í
samstarvi við Landsverk,
kommunur kring landið og
ikki minst politiið, sum
næstu tvær vikurnar fer at
gera serligt burtur úr at
steðga bilum.
Fyri at kanna, hvussu
stendur til við trygdarbelt-
inum, hevur Ferðslutrygd
gjørt teljingar kring landið.
Sum talvan sýnir, má sig-
ast, at úrslitið er misjavnt.
Teljingin vísir, at vit nýta
trygdarbelti minni enn fólk
í grannalondum okkara.
Serliga skakandi er, at so fá
børn sita í trygdarbelti.
Nakrar staðfestingar:
• Trygdarbelti verður mest
nýtt í høvuðsstaðarøkinum
• Trygdarbelti verður minst
nýtt í Klaksvík og á
Tvøroyri, har minni enn
triðingurin av bilførarunum
eru íbundnir.
• Í Klaksvík er bara fimta
hvørt barn í trygdarbelti
• Í Klaksvík er einki vaksið
ferðafólk
aftan
í
trygdarbelti
• Bilførarar í arbeiðsbilum
brúka trygdarbeltið minni
enn teir í persónbilum,
undantikið í Miðvági, sum
hevur øðrvísi mynstur enn
hini støðini.
• Í mun til hini økini
uttanfyri høvuðsstaðin, er
nýtslan av trygdarbelti hjá
børnum í Miðvági stór.
Um teljingarnar
Talt varð týsdagin 17. mai á
hesum støðum: Tórshavn,
Runavík, Miðvágur, Tvør-
oyri, Klaksvík og við lands-
vegin á Hvítanesi í Suður-
streymoy. Talt varð tvær
ferðir ein tíma: frá kl. 7.45
til 8.45 og frá kl. 15 til kl.
16. Í talvuni omanfyri, eru
tølini, sum eru gjørdar um
morgunin og seinnapartin
løgd saman. Tað eru annars
nakað
fleiri
ið
nýta
trygdarbelti um morgunin,
enn um kvøldið. At enda
kann verða nevnt, at við
tað, at teljing á landsvegi
bert var í einum staði,
nevniliga í høvuðsstaðar-
økinum norðan fyri rund-
koyringina á Hvítanesi, er
ikki møguligt í hesum um-
fari at síggja, um atburð-
urin á landsvegi aðrastaðni
í landinum er øðrvísi.
Tá ið átakið er liðugt
fyrst í juni, verður nýtslan
av trygdarbelti aftur kann-
að.
Trygdarbelti mest nýtt í høvuðsstaðarøkinum
Fram við vegunum kring landið eru hesar plakatir at síggja
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýtslan av trygdarbelti
Bilf. í persónbilum
Vaksin aftan
Børn
Bilf. í arbeiðsbilum
Landsvegur
Hvítanes
74%
54%
67%
56%
Tórshavn
73%
47%
67%
52%
Runavík
65%
*)
39%
35%
*) Onki vaksið ferðafólk
varð skrásett í bilunum
Miðvágur
57%
45%
61%
69%
Tvøroyri
30%
17%
31%
20%
Klaksvík
28%
0% **)
19%
15%
**) Av 31 taldum fólkum
sat eingin í belti
Miðal alt landið
55%
33%
47%
41%