fríggjadagur 27. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fuglafjarðar Heima-
virkisfelag er eitt
virkið felag við oman
fyri 100 limum. Tey
selja teir heimavirk-
aðu lutirnar hjá
limunum, men hava
eisini ein loppu-
marknað, har hægsta-
mark er sett á prísin:
Einki skal kosta meiri
enn 50 kr.!
HEIMAVIRKI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: - Åh, eru
tað tit báðir! Eg trúði at tað
vóru hesir 40 íslendingar-
nir.
Vit eru farnir á gátt í
Piddasa Handli í Fugla-
firði, har Odvør á Lakjuni,
sum stendur í handlinum,
tekur vinarliga móti okk-
um.
Hon og eitt annað starvs-
fólk hava í eina løtu riggað
til at taka ímóti einum stór-
um ferðalagi úr Íslandi.
Hetta ferðalagið hevur fyrr
um dagin verið í Funningi
og hava nú boðað frá, at tey
eru ávegis til Fuglafjarðar.
Sum ein part av skránni
har er ætlanin at støkka inn
á gólvið í handlinum, sum
Heimavirkisfelagið í bygd-
ini rekur. Í handlinum hava
tey nú gjørt seg til reiðar,
og nú bíða tey bert eftir
gestunum.
Hóast hetta so gevur
Odvør sær tíð til at siga
okkum frá einum parti av
virkseminum í handlinum,
har tey hava húsast tey
seinastu átta árini.
- Hetta eru góð hølir til
hetta virksemið - halda tit
ikki eisini tað?, spyr hon
við brosi á kinn.
Vit kunnu ikki annað enn
geva henni rætt í hesum:
Hesin søguligi og gamli
bygningurin miðskeiðis í
Fuglafirði er sera hugna-
ligur, og fer uttan iva at
gera karmur um nógv
spennandi og mennandi
tiltøk í framtíðini.
Umstøðurnar til hetta eru
í øllum førum góðar.
Altíð vælkomin
Handilin er fyrst og fremst
handilin hjá teimum mongu
limunum í felagnum, og
sum fáast við heimavirki.
Í felagnum eru omanfyri
100 limir, og nógvir teirra
eru sera ídnir at framleiða
lutir, sum kunnu verða
seldir. Burturav søluprísin-
um fara 10 % til raksturin
av handlinum.
Teir flestu limirnir eru
sum vera man úr Fuglafirði
og bygdunum í økinum,
men eisini fólk í Danmark
standa á limalistanum hjá
felagnum.
Alt verður rikið ólønt og
við sjálvbodnari arbeiðs-
megi, og tí er handilin bert
opin í avmarkaðari tíð,
nevniliga frá kl. 15 til
17:30, nakrar tímar leygar-
dag og annars eftir avtalu.
Í handlinum verður alt
gjørt fyri, at kundarnir og
limirnir skulu kenna seg
væl, tá tey koma innar.
– Vit hava eitt fast prin-
sipp her í handlinum yvir-
fyri teimum sum koma á
gátt: Her skal altíð vera ein
góður kaffimunnur at fáa
við onkrum køkubita aftur-
við, sigur Odvør á Lakjuni.
Max. 50 kr.
Umframt tær vanligu vør-
urnar sum hoyra einum-
hvørjum heimavirkishandli
til, so er ein støðugur
loppumarknaður alla tíðina
í húsinum.
Tað vísir seg, at fólk sera
fegin vilja lata síni ting til
henda
loppumarknaðin,
sum er eitt gott ískoyti til ta
fíggjarligu síðuna av virk-
seminum.
– Tað er soleiðis, at tað
sum eg kanska koyri út, tað
kann onkur annar dáma so
mikið væl, at tey keypa tað.
Ella eg keypi okkurt, sum
onkur annar hevur koyrt út.
– Og vit hava ta regluna
galdandi, at eingin lutur í
loppumarknaðinum
skal
kosta meiri enn 50 kr., sigur
Odvør og brosar við.
Orsakað av plásstroti ber
ikki til at koma við klæðum
ella møblum, men annars
hava fólk verið ófør at
koma við slíkum lutum,
sum øðrum dáma væl at
keypa.
Væl umtókt
Sum nevnt var eitt íslendskt
ferðalag á veg, tá vit vóru á
gátt í handlinum.
Hetta er ikki einasta
ferðalagið, sum hevur vitj-
að har, tí tað vísir seg at
vera rættiliga væl umtókt
hjá slíkum hópum at støkka
inn á gólvið hjá Fugla-
fjarðar Heimavirkisfelagi.
– Tað tekur sína tíð at
byggja upp eitt slíkt virk-
semi. Men vit kunnu bara
fegnast um, at fleiri og
fleiri vísa okkum áhuga,
sigur Odvør.
Í bygninginum hava tey
eisini skipað fyri skeiðum í
seyming og maskinbinding,
og ætlanin er alla tíðina at
fáa eitt enn størri útboð av
skeiðum til húsið.
Nr. 98 - 27. mai 2005
15
– Einki skal kosta meiri enn 50 kr.
Ljóst og rúmligt gallarí
Kend og minni kend listarfólk hava longu
sýnt fram verk síni í Gallarí Ribarhúsi.
LIST
Snorri Brend
Fuglafjørður: Ein annar partur av virkseminum í
hesum gamla og søguliga bygninginum er Gallarí
Ribarhús, sum hevur verið væl brúkt og vælegnað
sum framsýningarhøli hjá listarfólkum.
Hesin parturin heldur til í hinum partinum av hús-
inum. Har er ljóst og luftigt inni, og har er alt gjørt
fyri at listarfólkini skulu fáa bestu umstøður at sýna
fram verk síni.
Vit hava ofta hoyrt lýsingar um kend og minni
kend listarfólk sum hava havt framsýningar í
Ribarhúsi. Seinast hevði Finnleif Mortensen av
Argjum framsýning í Ribarhúsi, og nú verða so einar
tvær vikur til tann næsti kemur.
Tað verður myndamaðurin Olaf Schneider úr
Kaldbak sum tá fer at vísa fram nakrar av foto-
myndum sínum, og eftir hann verða tað so tveir norð-
menn, sum fara at vísa fram nøkur av sínum listar-
verkum um tað mundið, tá Varmakeldustevnan
verður hildin í býnum.
Sum skilst á Odvør so er ætlanin at brúka hesa
komandi tíðina, fram til næsti listaframsýningina, at
fríðka um framsýningarhølið.
Heimavirkisfelagið hevur omanfyri 100 limir. - Fólk eru ófør at lata lutir inn til sølu her í handlinum, sigur Odvør á Lakjuni
– Her skulu fólk altíð føla seg vælkomin, siga tær báðar, Odvør á Lakjuni (vm.) og Judith Olsen