Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 98 - 27. mai 2005 Margaret Johannesen, sum hevur hildið fyrilestrar fyri fólki, ið arbeiða við dementum ella minnisveikum, hevur í sambandi við hetta arbeiði savnað ymiskt tilfar um sjúkuna. Vit fara á hesum síðun- um at endurgeva nakað av tí, sum hon hevur savnað DEMENS Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Demens er heilasjúka – ella heilasjúkur, sum raka 1. andsevnini, 2. kenslulívið og 3. persónligheitina hjá fólki. Tá ið sjúkan rakar ands- evnini, viknar minnið, ser- liga fyri tí nýliga upplivaða. Samanumtikið kunnu vit siga, at tey intellektu evnini vikna; tann sjúki hevur verri bindindi, dømikraft, yvirlit og fyrilit. Rakar sjúkan í øðrum lagi kenslulívið, viknar tamarhaldið, og sjúklingur- in gerst kenslusvingandi, illur í sær, apatiskur og uppsteðgaður. Í triðja lagi kann sjúkan eisini raka persónligheitina, og tá gerst sjúklingurin meira primitivur; atburður- in kann skapa trupulleikar, tá lítið fyrilit verður tikið fyri øðrum fólki. Sjúkueyðkenni Í stuttum kann sigast um demens, at sjúkan er eitt "savn" av sjúkueyðkennum, sum siga okkum, at virksemið í heilanum er viknað. Sjúkueyðkennini kunnu eitt nú vera "gleppandi" minni, vantandi evni til at ogna sær lærdóm, tvørrandi hugsavning ella konsentra- tión, vantandi taluevni og dømikraft. Hetta hevur við sær broytingar í persónleika, atburði og sinnisrørslum, sum kunnu elva til rang- hugsan, hallusinatiónir, ak- tivitetsólag, aggressivitet, broytingar í samdøgurs- rytmuni, hýrissvingningar, tunglyndi, angist og fobiir. Demens snýr seg soleiðis um heilasjúkur – sjúkligar broytingar í heilavevnaðin- um og ikki, sum áður hild- ið, um vanligar aldurs- broytingar. Við løttum demensi verð- ur vanligt dagligt virksemi ávirkað. Er demensurin "moderatur", sum tað verð- ur rópt, kann sjúklingurin ikki klára seg uttan hjálp frá øðrum – og er demens- urin trupul, er neyðugt, at sjúklingurin fær støðuga røkt og er undir uppsýni. Falskur demensur Sjúkur, sum kunnu hava somu sjúkueyðkenni sum demensur, eru vætutrot, bløðrubruni, tunglyndi, ørskapur, trot á B12-vita- munum og sjúkur í evnis- broytingini. Í slíkum føri verður tosað um pseudo- demens (falskan "demens") í mun til ektaðan demens. Demens – sjúkligar í heilavevnaðinum Kenda danska kvinnan á økinum, Jane Verity, sum býr í Australiu, fer at halda fyrilestrar og greiða frá um, hvussu fólk, sum arbeiða við dementum, kunnu verða við til at skapa sjúklingum eina betri tilveru DEMENS Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Alzheimerfelagið fer nú saman við øðrum at skipa fyri skeiði fyri fólki, sum arbeiða við dementum og røktar- sjúklingum annars. Skeiðið verður 1. og 2. juni á Hotel Hafnia, og tað verður kenda danska kvinnan á økinum, Jane Verity, sum fer at halda fyrilestrar og greiða frá. "Livsgnisten" Í greinum í donskum bløðum verður Jane nevnd "senilitets-konsu- lentur", og onkur av yvirskriftunum í bløðun- um sigur, at Jane Verity "gi’r demente livsgnist- en igen…" Síðan 1987 hevur hon búð í Australiu, har hon hevur ferðast og hildið skeið um dement. Hon hevur eisini ferðast í øðrum londum – og nú kemur hon so til Føroya. Lívsstílur Jane Verity hevur líka sum gjørt tað til sín "lívsstíl" at kunna fólk, sum arbeiða við dement- um, um sjúkuna. Luttøkugjaldið til skeiðið á Hotel Hafnia er kr. 2000, sum fevnir um tveir skeiðsdagar við vistarhaldi, sum er mongunmatur, døgurði og kaffi. Dagin eftir, at skeiðið er liðugt, verður al- mennur fundur um evn- ið, demens. Kunning Tey, sum vilja vita meira um skeiðið, kunnu venda sær til Sigrún Mohr, formann í Alz- heimerfelagnum ella Margaret Johannesen, sum hevur holla vitan um demens og ferðast kring um landið at greiða frá um sjúkuna. Skeið um demens á Hafnia Sigrún Mohr er formaður í Alzheimerfelagnum. Bygningurin á myndini er Heimið á Mýruni, sum er heim fyri dement Mynd: Vilmund Jacobsen