fríggjadagur 27. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Verða ymiskt sløg av
demensi býtt upp í prosent-
um, telir alzheimer-sjúkan
60%, vaskulerar demens-
sjúkur 20%, frontotempo-
ralar demenssjúkur 10% og
aðrar demenssjúkur 10%.
Eingin viðgerð finst, sum
kann lekja demens, men
heiluvágur er, sum eitt nú
kann seinka alzheimer-
sjúkuni.
Um
læknavísundin
í
framtíðini fer at gera tað
møguligt at koppseta fyri
alzheimer-sjúkuni,
veit
eingin í dag.
Mýs og menniskju
Amerikanskir granskarar í
Chicago hava nýliga funnið
fram til eitt enzym, sum
upploysir beta-amyloid, ið
er tað kyknudrepandi pro-
teinið, sum klumpar seg um
nervatræðrirnar í heilanum
hjá alzheimer-sjúklingum.
Enn eru hesar royndir
bert gjørdar við músum.
Men tað virkar – og so er
bert at vóna, at mýs og
menniskju hava okkurt til
felags á hesum øki. Um so
er, verður uppgávan at
finna alzheimer-broytingar
so tíðliga sum til ber og
viðgera sjúkuna, áðrenn
skaðin er hendur – ella so
tíðliga, at "reparatións-
kreft-irnar" í kyknunum
kunnu
náa
at
steðga
sjúkugongdini og finna
alternativar brýr millum
kyknurnar, har hvør einstøk
kykna hevur samband við
eina rúgvu av øðr-um
kyknum.
Tey 5 a’ini
Vit kunnu liva okkum inn í
støðuna hjá einum dement-
um við at hava tey so-
nevndu "5 a’ini" í huga:
Amnesi
–
brúkarin
gloymir, hvat tað er, hann
skal gera.
Apraksi – brúkarin dugir
ikki at gera tað, sjálvt um
hann veit, hvat hann vil.
Afasi – brúkarin dugir
ikki at siga, hvat hann vil –
ella fatar ikki tað, ið sagt
verður við hann.
Agnosi – brúkarin veit
ikki, hvat lutirnir skulu
brúkast til.
Apati
–
brúkaranum
vantar kenslur, orku, initia-
tiv og handlikraft.
Flestu sjúklingar geva
skarvin yvir, meðan aðrir
royna at kýta seg tað, tey
kunnu. Hetta kann vera til
stóran ampa fyri um-
hvørvið, men at enda geva
hesir eisini skarvin yvir.
Demenssjúkurnar kunnu
býtast upp á ymiskan hátt,
eitt nú eftir, hvar í heilanum
skaðin situr, men í tí dag-
ligu røktarskipanini er van-
ligt og praktiskt at býta
sjúkurnar upp eftir stigum
við atliti til tey sosialu
evnini og røktartørvin hjá
sjúklinginum.
Nr. 98 - 27. mai 2005
17
Sálarfrøðingurin,
Tom Kitwood, sum
var professari við
Universitetið í Brad-
ford í Onglandi,
hevur givið íblástur
til at bøta um dygdina
av umsorganini hjá
fólki við sjúkuni,
demens. Hann heldur,
at tann sosial-sálar-
frøðiligi parturin av
røktini hevur stóran
týdning fyri tann
sjúka
DEMENS
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sonevnda
Alzheimer-
programmið hjá Evropa-
nevndini hevur kunnað
um eina nýggja røktar-
filosofi, har vektin verð-
ur løgd á, at sjúklingurin
við demens er høvuðs-
miðdepilin. Í mun til
traditionellu medisinsku
uppfatanina, har tað ræð-
ur um at minka um sjúku-
eyðkennini,
heldur
Evropanevndin, at tað í
størri mun snýr seg um at
taka persónin og viður-
skifti hansara í álvara og
at vera árvakin um kensl-
ur, ynskir og tørvir hjá
sjúklinginum.
Nýggja rákið í demens-
røktini gongur nevniliga
tann vegin, at tað er av
størri týdningi at finna
hættir at vera saman við
menniskjum við demens,
enn tað er at finna loysnir
sum minka um sjúkueyð-
kennini.
Sálarfrøðingurin, Tom
Kitwood, sum var pro-
fessari við Universitetið í
Bradford í Onglandi, var
stovnari og leiðari av
Bradford
Dementia
Group árini 1992 til
1998. Hansara serligu
áhugamál vóru at fram-
hevja, at persónurin við
demens kemur í fyrstu
røð. Arbeiðið hjá Tom
hevur givið íblástur til at
bøta um dygdina av um-
sorganini fyri persónum
við sjúkuni, demens.
Somuleiðis legði hann
stóran dent á tann sosial-
sálarfrøðiliga partin av
røktini.
Umsorganin, sum røkt-
arstarvsfólk veita de-
mentum, hevur stóran
týdning fyri gongdina hjá
tí sjúka.
Tom Kitwood kom til
ta niðurstøðu, at tann
góða demens-umsorgan-
in byggir á –
- at viðkenna persónin
sum tann, hann er
- at upprunastøðið altíð
eru ynskini og tørvirnir
hjá tí sjúka
- at kunnleiki og áræði
hansara altíð vil vera ein
partur av persóninum
- at hann fær høvi at
gera
nakað
av
sær
sjálvum og sleppur at
greiða frá um seg sjálvan
- at tann sjúki fær
sansalig upplivilsir, og at
hann upplivir "hæddir" í
gerandisdegnum
- at persónurin fær
møguleika at hvíla seg og
taka sær av løttum
- at viðurkenna tað
veruliga við kenslum
hansara og svara hesum
aftur
á
einum
kensluligum støði
- at kunna rúma og
fevna
persónin
í
psykologiskari merking
- at tann sjúki fær
møguleika fyri at gera
tað, hann fegin vil.
Demens-umsorganin
skal syrgja fyri einum
tryggum
og
góðum
umhvørvi, soleiðis at
tann sjúki fær mest
møguligt burtur úr sínum
resursum og trívist. Ikki
minst skal umsorganin
skapa karmarnar um, at
henda
støðan
heldur
fram.
Professari við
nýggjari røktar-
filosofi um
demens-sjúku
broytingar