fríggjadagur 27. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 98 - 27. mai 2005
Strandferðslan hevur
fingið áheitan frá fót-
bóltsambandinum
um at broyta ferða-
ætlanina hjá Smyrli
og tað verður viðgjørt
í løtuni
FERÐAÆTLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið serlig tiltøk eru norð-
anfjørðs, hava suðuroyingar
ein standandi trupulleika.
Og tað er, at skulu teir taka
lut, noyðast teir at gista í
Havn eina nátt, tí ferða-
ætlanin hjá Smyrli liggur
soleiðis, at vanliga slepst
ikki norður og suður til eitt
tiltak sama dag.
Hetta ger seg aftur gald-
andi, nú føroyingar spæla
landsdystímóti Írlandi á
Tórsvølli mikudagin 8. juni
klokkan 19.30.
Men Smyril siglur suður
klokkan 19, so skulu suður-
oyingar síggja dystin, mugu
teir liggja nátt í Havn.
Men nú hevur Fótbólts-
sambandið heitt á Strand-
ferðsluna um at broyta
ferðaætlanina, so at tað
eisini skal bera til hjá Suð-
uroyingum at vera við á
hesum tjóðardegnum, uttan
at noyðast at gista í Havn
eina nátt.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni, sigur, at
Strandferðslan nú fer at
viðgera áheitanina saman
við Fótbóltssambandinum.
Og hann lovar, at ein enda-
lig avgerð skal vera tikin í
góðari tíð áðrenn 8. juni.
Bara í undantaksføri
Annars sigur Kristian Dav-
idsen, at Strandferðslan fær
javnan áheitanir um at
broyta ferðaætlanina hjá
skipunum.
– Tað ber ikki til at játta
øllum áheitanum. Sam-
stundis hevur tað víst seg at
elva til stóra ónøgd, at nakr-
ar áheitanir verða játtaðar
og aðrar verða noktaðar. Tí
heldur Strandferðslan, at
tað best fyri heildina at
skipini
halda
seg
til
ferðaætlanina.
Men Kristian Davidsen
sigur, at onkuntíð hava
skipini broytt ferðaætlanin í
heilt serligum førum.
Hann sigur, at eitt dømi
um tað var landsdysturin
ímóti Fraklandi, tí hann varð
mettur at verða av serligum
áhuga fyri alt landið.
Annars spæla Føroya
eisini landsdyst á Toftum
leygardagin klokkan 16.30
ímóti Sveis, men í sam-
bandi við tann dystin
sleppa suðuroyingar aftur
og fram sama dag, umenn
at dagurin verður langur
við tað, at leygardag siglur
Smyril norður klokkan sjey
á morgni og suðuraftur
klokkan 20 á kvøldið.
Men tá er kortini ikki
nógv tíð at geva av, skuldi
ein bilur punktera ella okk-
urt annað ikki gingið eftir
vild.
Kanna møguleikarnar fyri at lata
suðuroyingar sleppa til landsdyst
Vil hava at vita hvat ætlanin
er við løgregluni í Føroyum
Høgni Hoydal hevur
nú spurt danska løg-
málaráðharran um
ætlanin er at halda
fram við ætlanini at
umskipa løgregluna í
Føroyum og hann vil
eisini hava at vita, um
landsstýrið fær nakra
ávirkan
LØGREGLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Høgni Hoydal, fólkatings-
maður, vil nú hava at vita
frá donsku stjórnini, hvørj-
ar ætlanir hon hevur við
løgregluni í Føroyum.
Hann hevur tí á fólkatingi
spurt danska løgmálaráð-
harranum, Lenu Espersen,
hvussu verður vorðið við
løgregluni í Føroyym í
Framtíðini.
Tað hevur hann gjørt í
einum skrivligum fyri-
spurningi til Lenu Esper-
sen, sum hon sostatt skal
svara í næstum.
Høgni Hoydal vísir á, at
nakað síðani kom fram, at
ætlanin var at broyta løg-
regluna í Føroyum mun-
andi. Eitt nú var frammi, at
bæði
sýsluskrivstovur
leggjast niður og fólk
flytast
– Undanfarna landsstýrið
heitti á donsku stjórnina
um at steðga á við umlegg-
ingunum, tí ætlanin varð at
yvirtaka løgregluna.
Men nú er ætlanin at
yvirtaka løgregluna ere
steðgað, sigur Høgni Hoy-
dal og tí vil hann hava at
vita, um danska stjórnin fer
at taka ætlaðu umlegging-
arnar uppaftur og, hvørjar
ítøkiligar ætlanir eru við
løgregluni í Føroyum.
Ikki minst vil fólkatings-
maðurin hava at vita, um
danska stjórnin kann veita
vissu fyri, at landsstýrið
fær ávirkan á ætlaðu um-
leggingarnar.
Høgni Hoydal reisti eis-
ini spurningin nú ein dagin,
munnligir fyrispurningar
vóru fyri í fólkatinginum,
men tá boðaði Lene Esper-
sen frá, at hon var ikki før
fyri at svara nágreiniliga
uppá standandi fót og hon
heitti á Høgna Hoydal um
at seta fyrispurningin skriv-
liga og tað hevur hann so
gjørt nú.
Høgni Hoydal heldur, at
spurningurin er serliga
átrokandi, nú løgmálaráðið
hevur fingið uppskot um
umfatandi
broytingar
í
løgregluna í Danmark.
Men hóast lene Espersen
ikki kundi svara spurning-
inum so nágreiniliga, visti
hon kortini, at uppskotið
um at broyta løgregluna í
Danmark fer onga sum
helst ávirkan á løgregluna í
Føroyum.
Og fyri hana er tað ein
púra natúrlig, politisk for-
treyt, at broytingar skulu
gerast í samráð við tey, sum
tær ávirka
– Hetta má eisini verða
útgangsstøðið í einum kjaki
um famtíðina hjá løgregl-
uni í Føroyum, segði Lene
Espersen.
Høgni Hoydal,
fólkatingsmaður vil hava at
vita frá donsku stjørnini um
ætlanin at umskipa
løgregluna í Føroyum nú
verður tikin framaftur