Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 27. mai 2005 19 Fleiri av monnunum, sum rændu skúlan í Beslan 1. september í fjør, høvdu verið eftirlýstir í fleiri ár, men myndugleikarnir gjørdu lítið fyri at finna teir GÍSLATØKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Gáloysni hjá russiskum myndugleikum var í hvussu er ein orsøk til, at tað eydn- aðist yvirgangsmonnum at taka skúlan í suðurrussiska býnum Beslan tann 1. september í fjør. Tað skriva seks tíðinda- fólk hjá týska vikublaðnum Der Spiegel í einari bók, sum júst er komin út. Í bókini stendur millum annað, at tann 18. august í fjør fingu allar løgreglu- støðirnar í Suðurrusslandi eitt fjarrit frá innanríkis- ráðnum í Moskva við boð- um um, at kekenskir upp- reistrarmenn vóru í ferð við at fyrireika eitt álop í Norð- ur-Ossetia, og at álopið helst fór at líkjast tí, sum menn hjá uppreistrarleið- aranum Sjamil Basajev framdu í Budjonovsk í 1995. Ta ferðina tóku upp- reistrarmenn eitt sjúkrahús og noyddu russar at sam- ráðast um at taka her- menninar úr Kekenia. Men hóast fjarritið lat løgreglan 33 uppreistrar- menn, teirra millum tvær kvinnur, sleppa um markið til Norður-Ossetia, sjálvt um tey høvdu bæði granat- varparar, skammbyrsur og maskinbyrsur við sær, skriva tey týsku tíðinda- fólkini í bókini. Dagin eftir tóku uppreistrarmenninir skúlan í Beslan. Í bókini stendur, at fleiri av teimum 33 uppreistrar- monnunum, sum sluppu um markið, høvdu verið eftirlýstir í fleiri ár, men at russiska løgreglan gjørdi lítið og einki fyri at finna teir. Ein av høvundunum, Walter Mayr, sigur, at tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvir uppreistrarmenninir vóru, men at fólk í Beslan vilja vera við, at teir vóru ímillum 50 og 55 í tali. Tann einasti, sum varð tikin eftir atsóknina, situr í hes- um døgum á ákærubonkin- um. Bókin hjá teimum týsku tíðindafólkunum kom út í Russlandi fyrr í vikuni. Aleksandr Pristavkin, sum er ráðgevi hjá Vladimir Putin, forseta, segði í sam- bandi við útgávuna, at tey týsku tíðindafólkini hava gjørt sær stóran ómak, og at nógvir sannleikar eru í bókini. Hann segði seg tó ikki kunna taka undir við teimum "politisku meting- unum" hjá høvundunum. Keglast um valdag Ætlanin var, at palestin- ar skuldu velja nýtt tjóð- arting tann 17. juli, men nú hevur Mahmoud Abbas, forseti, boðað frá, at neyðugt verður at útseta valið. Valnevndin hevur eisini sagt, at hon vil hava valið útsett, tí hon er ikki liðug við tær neyðugu fyrireikingar- nar. Eygleiðarar í Mið- eytsri halda, at forsetin vil hava valið útsett, tí teir víðgongdu felags- skapirnir fingu stóra undirtøku á nøkrum kommunuvalum herfyri. Tað fall ikki í góða jørð í Ísrael, og ísraelski utt- anríkisráðharrin, Silvan Shalom, hevur sagt, at fær Hamas góða undir- tøku á valinum í juli, verður afturtøkan úr Gaza-geiranum helst útsett. Keldur siga, at Abbas skal hava biðið um fund við leiðsluna í Hamas fyri at fáa hana at góð taka, at valið verður út- sett, men tað tykist iva- samt, hvat hann kann fáa burturúr. Hamas hevur higartil hildið uppá, at valið skal haldast tann 17. juli sum ætlað. Eygleiðarar siga, at ein útseting kann elva til spenning ímillum Ham- as og Fatah-rørsluna, sum styðjar Mahmoud Abas. Ósekur sat 25 ár í fongsli Í 1978 bleiv Paul Black- burn dømdur 25 ára fongsul fyri at hava myrt ein níggju ára gamlan drong. Nú er hann frí- kendur. Paul Blackburn, sum er úr Cheshire í Ong- landi. sat í 18 ymsum fongslum, til hann varð latin leysur fyri tveim- um árum síðani. Hann helt alla tíðina uppá, at hann var ósekur, men løgreglumenninir, sum avhoyrdu hann í 1978, hava hinvegin hildið uppá, at hann játtaði seg sekan, men nú hevur ein dómstólur sagt, at tað er ikki óhugsandi, at løg- reglumenninir søgdu ósatt. Dómstólurin sigur eisini, at Paul Black- burn, sum var bara 15 ára gamal í 1978, fekk ikki rættvísa viðferð, tí hann fekk ongan verja, tá hann bleiv avhoyrdur. Sjálvur sigur tann nú 41 ára gamli maðurin, at løgreglumenninir, sum avhoyrdu hann fyri 27 árum síðani, eiga at verða revsaðir. Hann hevur samstundis boðað frá, at hann fer at reisa endurgjaldskrav ímóti tí almenna fyri tey 25 árini, hann hevur sitið í fongsli - ósekur. Hava 12.000 rakettir Islamski Hizbollah-fe- lagsskapurin, sum hevur høvuðsstøð har suðuri í Libanon, hátíðarhelt nú um dagarnar, at fimm ár eru liðin, síðani Ísrael tók sínar seinastu her- menn úr Suðurlibanon. Ísrael og USA hava kravt, at Hizbollah skal lata vápnini frá sær, men undir hátíðarhaldinum gjørdi leiðarin, Sheikh Hassan Nasrallah, greitt, at tað kemur ikki upp á tal. Hann segði, at tann, sum roynir at taka vápn- ini frá Hizbollah, verður roknaður sum sami fígg- indin, sum Ísrael er, og at limirnir í felagsskap- inum fara at svara øllum slíkum ágangi aftur. Samstundis bleiv upp- lýst, at Hizbollah hevur 12.000 rakettir í sínum vápnagoymslum, og hetta er fyrstu ferð, at fe- lagsskapurin hevur sagt nakað sum síni vápn. Av og á verða rakettir skotnar inn um ísraelska markið, men tær hava sjáldan gjørt nakran skaða. Kortini hevur Ísrael fleiri ferðir svarað álopunum við at bumba støðir hjá Hizbollah í Suðurlibanon, skrivar AP. Ikki eiti á fiskur Amerikanski stuttleika- fiskimaðurin Tim Pruitt gloymir ongantíð leyg- ardagin tann 21. mai í 2005. Leygarkvøldið var Tim Pruitt farin við tráð- uni at vita, um nakað mundi vera at fáa í teirri stóru Missisippi-ánni, og har fekk hann ein ov- urstóran fisk av slag- num, tey nevna "malle". Tað tók Tim Pruitt ein hálvan tíma at fáa fiskin inn á áarbakkan, og seinni vísti tað seg, at fiskurin vigaði 112 pund. Ein fiskifrøðingur og ein løgreglumaður komu á staðið, so teir kundu vátta, hvør hevði fingið fiskin, og hvussu stórur hann var. Sam- bært AP er fiskurin kanska tann størsti av sínum slagi, sum nakr- antíð er fiskaður, og tí er líkt til, at Tim Pruitt kemur í metbøkurnar. Tann ovurstóri fisk- urin er enn á lívi, tí myndugleikarnir í bý- num Kansas City hava gjørt av, at hann skal verða í einum tanga, sum fólk kunnu fáa høvi at hyggja at honum. UTTAN ÚR HEIMI Italski rithøvundurin og tíðindakvinnan Oriana Fallaci er ákærd fyri at hava vanærað islamsku trúnna RÆTTARMÁL Árni Joensen: fartekst@mail.dk Oriana Fallaci, sum er ættað úr Italia, men sum býr í New York, hevur fing- ið øði í muslimar um allan heimin. Í einari bók, sum hon hevur skrivað, stendur millum annað, at tann islamska trúgvin elvir til hatur ístaðin fyri kærleika, og at hon elvir til trældóm heldur enn frælsi. Har- afturat vil hon vera við, at tey seinastu tjúgu árini eru umleið 6.000 fólk myrd í navni Islams. Nú hevur ein muslimskur mannarættindastríðsmaður meldað Orianu Fallaci fyri ærumeiðing og fyri at hava eggjað til átrúnaðarliga øsing. Málið varð reist í Italia herfyri, men ákæru- valdið vísti tí frá sær. Nú hevur ein dómari í norður- italska býnum Bergamo kortini gjørt av, at málið skal reisast. Dómarin, Armando Grasso, sigur, at nakrir setningar í bókini mugu metast sum greið álop á Ilam og trúgvandi mus- limar. Tað heldur italski løgmálaráðharrin, Roberto Castelli, ikki. Hann sigur við AP, at eftir hansara tykki er innihaldið í bókini hjá Orianu Fallaci ikki æru- meiðandi, og at eitt rættar- mál er eitt álop á tali- og skrivifrælsið. Tað er ikki greitt enn, nær málið kemur fyri rættin. Í rættin fyri at vanæra Islam Russisku myndugleikarnir kundu havt forðað gíslatøkuni í Beslan Minst 330 fólk, teirra millum 186 børn, doyðu í gíslatøkuni á skúlanum í Beslan tann 1. september í fjør Mynd: Reuters