Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 98 - 27. mai 2005 Leygardagin var garðdagur í nýggja dagstovninum Sólareygað í Havn, har foreldur og børn í felag fríðkaðu um økið uttan fyri og bygdu eitt nú reiggj- ur, eldstað og rutsju- bana. GARÐDAGUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er fastur táttur á flest- øllum ansingarstovnum kring landið, at tað einaferð um árið verður skipað fyri garðdegi, har roynt verður at hampa um uttandura økið á stovnunum til gagns fyri tey, ið hava sína dag- ligu gongd á stovninum. Við endan av Sundsveg- num í Havn liggur ein nýggjur stovnur, ið eitur Sólareygað. Stovnurin lat upp í januar mánað, og á stovninum eru fýra vøggu- stovustovur við 12 børnum á hvørjari stovu. Leygar- dagin hittust foreldur og børn á stovninum til á stovninum, og nógv var fingið av skafti. Eitt múrað eldstað bleiv gjørt, reiggju- stativ og rutsjubanar settir upp, og báturin, ið børnini spæla í, fekk eitt stýrihús. Nógv var fingið av skafti, hóast veðrið ikki var av tí, og regnin oysti niður størsta partin av degnum. Í tøkum tíma Tað var eisini í tøkum tíma, at farið var undir at seta hesi ymisku lutirnar upp til børnini at spæla við, tá ið tey eru úti og spæla. Summarið nærkast, hóast veðrið ikki gevur nakrar ábendingar um hetta, og børnini fara ivaleyst í enn størri mun at verða uttan- dura, meðan tey eru í vøggustovu. Harumframt verður skip- að fyri móttøku á Sólar- eygað í dag, og tá skal økið helst verða liðugt, soleiðis at tey, ið hava hug at støkka inn á gólvið, fáa høvi til at síggja, hvussu stovnurin sær út, nú hann er endaliga liðugur. Onkur vildi kanska sagt, at tað er skeivt, at foreldur fríðka um økið á einum kommunalum stovni, og at tað heldur átti at verið fólk frá kommununi, ið tók sær av hesum. Men tað er tað neyvan nakar av forleldrun- um, ið tóku lut í garð-deg- num leygardagin, ið hugs- aði um, tí øll arbeiddu tey hugagóð. Ein slíkur garð- dagur á ansingarstovninum hjá barninum er jú eisini líka nógv ein familjudagur sum ein arbeiðsdagur, og bæði børn og vaksin høvdu stóra gleði av degnum. Garð- dagur Bæði stór og smá hjálptu til, tá ið dagstovnurin Sólareygað hevði garðdag seinasta leygardag Einki er at ivast í, at børnini gleða seg til at sleppa at royna nýggja reiggjustativi Sólrun heldur tað verða øgiliga stuttligt, at tey nú hava fingið tveir rutsjubanar í vøggustovuni Ragnar tímdi ikki at hjálpa pápa sínum allatíðina, so hann fór í sandkassan at spæla eina løtu Hóast veðrið ikki var av tí besta, helt Hugin tað vera stuttligt at spæla úti í regninum