fríggjadagur 27. mai 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FM í
amboðs-
fimleiki
2005
Leygardagin 28. og
sunnudagin 29. mai
2005 verður árliga
FM kappingin í am-
boðsfimleiki fyri ein-
staklingar, í bólki 3
og bólki 4. Kapping-
in verður hildin í
Ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn. Byrja
verður báðar dagar-
nar kl. 14.00
FIMLEIKUR
Tíðindaskriv
Kappingin er býtt í tvey.
Fyrra dagin, leygardagin
28., verður kappast um
samlaða Føroyameistara-
heiti í hvørjum bólki.
Kappingin leygardagin er
samstundis kvalifikatión
til kappingina sunnudagin.
Seinna dagin, sunnudagin
29., kappast 6 teir bestu
fimleikararnir í hvørjum
amboðið fyri seg.
Tey luttakandi feløgini
eru: Havnar Fimleikafel-
ag, Klaksvíkar Fimleika-
felag, Ljósið og Støkk.
Tilsamans 33 fimleikarar
luttaka. Hesir eru.
Gentur: Bólkur 3
Kira Danielsen
Ljósið
Vár Poulsen
HF
Silja Højgaard
Støkk
Sólja av Skarði
Ljósið
Fríðhild Norðgerð
Støkk
Elinborg T. Durhuus Ljósið
Brim H. Hoydal
Ljósið
Erla S. Patursson
HF
Sissal Fossá
Ljósið
Annika Dimon
HF
Kristina Toftegaard
Støkk
Gentur: bólkur 4
Henny Joensen
Støkk
Marta N. Hansen
HF
Anna Joensen
Støkk
Anita Knudsen
Støkk
Sonja Joensen
Støkk
Birita Dahl-ChristiansenHF
Monika Poulsen
Støkk
Dreingir: bólkur 3
Jóni B. Christiansen
HF
Øssur D. Eiriksfoss
HF
Jákup Debus
Støkk
Dreingir: bólkur 4
Jóhan H. Jóhannesen
KF
Kristian í Lon Olsen Støkk
Eyðstein Lútzen
KF
Eyvind A. Hansen
HF
Rúni Lamhauge
Støkk
Johnleif Højgaard
Støkk
Rósing Dam
HF
Bárður Mikladal
KF
Uni Mikkelsen
KF
Høgni R. Øster
HF
Hans Jákup Østerø
KF
Rasmus Purkhús
KF
Nr. 98 • fríggjadagur • 27. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Havnar Fimleikafelag stóð seg best
Um vikuskiftið lut-
tóku trý føroysk fim-
leikalið í heimsmeist-
arakappingini í estet-
iskum fimleiki í Greve
í Danmark. Hóast
estetiskur fimleikur
ikki er vanligur her á
landi, stóðu føroysku
liðini seg stak væl
FIMLEIKUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kappingin um heimsmeist-
araheitið í estetiskum fim-
leiki fór fram í Greve
Idræts Center fríggjadagin
og leygardagin í farnu viku.
Talan var um eitt óalment
HM, har 29 lið úr 13 ym-
iskum londum tóku lut.
Rukku ikki finaluna
Liðini, sum tóku lut í óal-
mennu
HM-kappingini,
taldu millum 6 og 10 lut-
takarar.
Fimleikararnir
skuldu framføra eina seriu
upp á umleið hálvantriðja
minutt.
Fríggjdagin var innleið-
ani umfarið, har 10 lið
skuldu vinna sær rætt at
taka lut í finaluumfarinum,
sum var dagin eftir.
Tað var væntandi, at
Havnar Fimleikafelag fór at
standa seg best av teimum
føroysku liðunum. Liðið
hjá Havnar Fimleikafelag
gjørdist føroyameistari fyrr
í ár, men hini bæði liðini úr
ávíkavist
Ljósinum
og
Støkk kundu, um tey raktu
dagin, eisini gera ein vørr.
Tað gekk eisini væl hjá
føroysku liðunum við teirra
framførslum fríggjadagin,
men tó restaði nakað í, áðr-
enn tey nærkaðust einum
sessi í finaluni dagin eftir.
Havnar
Fimleikafelag
stóð seg best av teimum
trimum føroysku liðunum,
og liðið fekk karakterin
12,15, ið var nóg mikið til
eitt 22. pláss.
Ljósið og Støkk vóru
rættuliga jøvn. Ljósið fekk
10,65 stig og gjørdist
nummar 26, meðan Støkk
fekk 10,10 stig og gjørdist
nummar 27 av teimum 29
liðunum, ið tóku lut í HM-
kappingini.
Best í kongaríkinum
Sum skilst vóru føroysku
liðini væl nøgd við síni av-
rik, og ikki minst hjá Havn-
ar Fimleikafelag var nakað
at fegnast um. Liðið endaði
nevnliga
framman
fyri
besta danska liðið úr Greve,
og tískil gjørdust føroya-
meistararnir bestar í danska
kongaríkinum.
At eitt føroyskt lið endar
fremst av liðunum innan
ríkisfelagsskapin í einari
kapping í estetiskum fim-
leiki, er eitt megnaravrik, tí
estitiskur fimleikur er eitt
púra nýtt fyribrigdi í Før-
oyum, og føroysku fimleik-
ararnir hava bert vant hetta
slag av fimleiki í eitt heilt
stutt tíðarskeið.
Eftir FM-kappingina her
heima fyrr í ár, vóru tað
eisini fleiri innan fimleikin,
ið vildu verða við, at døm-
ingin hevði verið ivasom,
og sum tískil settu spurnar-
tekin við, um Havnar Fim-
leikafelag var rætti føroya-
meistarin.
Hetta er nakað, ið hevur
plágað tær í HF síðani, og tí
høvdu tær við spenningi
sæð fram til kappingina í
Greve, har tær við altjóða
dómarum fingu høvi at
prógva, at tær vóru besta
føroyska liðið í løtuni. Tað
gjørdu tær so dyggiliga, og
harvið má staðfestast, at
allur ivi um rætta føroya-
meistaran er skúgvaður til
viks.
Russika
liðið
Roxett
gjørdist ein greiður vinnari
av HM-kappingini Í Greve.
Tær fingu tilsamans 37,60
stig. Nummar tvey gjørdist
Frida úr Finlandi við 36,55
stigum, meðan estiska liðið
Piruett gjørdist nummar trý
við 26,50 stigum. Hægsta
stigatalið, ið eitt lið kundi
ogna sær í HM-kappingini,
var 40,00 stig.
Stjørnan
fingið
serbiskan
venjara
Klaksvíkar Ítróttarfelag
boðaði hósmorgunin frá,
at felagið hevur gjørt av-
talu við nýggjan venjara
til komandi kappingarár.
Talan er um 48 ára
gamla Lazarkordic, sum
áður hevur verið venjari
hjá Jugoslaviskum ung-
dómslandsliðumm, um-
framt at hann eisini hev-
ur verið venjari í jugo-
slavisku kappingini.
Hesin kemur nú at
virka sum høvuðsvenjari
í felagnum. Eitt starv,
sum Svein Rógvi Niel-
sen annars hevur røkt
seinnu árini.
-jm
Havnar Fimleikafelag endaði framman fyri hini bæði føroysku liðini og tey trý donsku liðini, so havnarkvinnurnar gjørdist
bestar í kongaríkinum
Estetiskur fimleikur er eitt heilt nýtt fyribrigdi í Føroyum, og tað má metast sum eitt
megnaravrik, at føroysk lið standa seg so væl í altjóða kappingum